leygardagur 6. august 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 147 - 6. august 2005
TINGHELLUANALYSAN
Gisela Eliasen, stud.scient.mol-bio
Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Einkarrættur og einkarrættar-
skipan eru vit á okkara leiðum
von við, men skipanin rakar, eins
og flestar aðrar, á mørk. Eitt øki
á markinum er einkarættur ella
patent á ílegum. Í seinastu grein
greiddu vit frá ymsum hug-sjón-
um í ílegugransking. Hesi grund-
støði hava stóra ávirkan á støðu-
takanina til einkarrættin í
mannaílegum.
Henda greinin tekur støði í, at
vit eru partur av Danmark, at
einkarrættur er ikki yvirtikið
málsøki og at Danmark er
bundið at ES direktivum á
hesum øki. M.a Morten Dige,
som situr í danska bioetiska
ráðnum hevur víst á, at fleiri
trupulleikar eru viðvíkjandi
ognarætti av ílegum.
Ílegulógin krevur
støðutakan
Við nýggju ílegulógini og vón-
andi komandi raðferstingini á
økinum komandi árini, gerst
neyðugt at taka støðu til, hvat
skal loyvast og ikki í Føroyum.
Ein partur av hesum er patent
ella einkarætturin.
Danmark er sum sagt bundið
av ES á økinum, meðan vit ikki
eru tað, men einkarrætturin er
heldur ikki yvirtikin. Einkrættur
er undir Vinnumálaráðnum og
lóggávan er ikki dagførd síðam
1978.
Danmark hevur valt at seta í
verk lógir á biotøkniliga einkar-
rættarøkinum, sum eru so at siga
einsljóðandi við ES direktivið,
fyri ikki at koma í tulkingar-
trupulleikar. Einkarrættur hevur
tað virknið, at tað skal verja
uppfinningar, soleiðis at lønsemi
kann fáast burtúr. Sigast kann at
einkarrætturin er við til at
tryggja, at váðafúsur kapitalur er
í gransking.
Tá talan er um ílegugransking,
er tað t.d. viðurskiftini millum
einkarrætt og siðsemi og ognar-
rætt og mannaílegur. Danski
heimsspekingurinMorten Dige,
vísur á, at talan er um tvær síður
í hesum trupuleikanum:
1) Talan er um tað biotøknisku
síðuna, ið sær DNA sum
evnafrøðiligsligar sambind-
indgar, og gevur hetta størri
møguleika at fáa einkarætt.
2) Ikki biotøknisíðan, her er
talan um trý høvuðs-
sjónarmið um hví DNA er
meira enn evnafrøðisligar
sambindingar.
i)
ìlegur eru nakað serstakt
a) Skapanarteologi, ílegur eru
Guds verk
b) Djúpdarvistfrøði, ílegur er
tað livandi lívið og lívsins
gáta.
ii) Ílegur eru serstakar
a) Skapanarteologi, ílegur er
skaptar av Gudi í Guds
mynd, og tí serstatus
b) Humanistiskt sjónarmið,
menniskja hevur virðing
(tign) og tí hava ílegurnar
serligan status
iii) Tilverufilosofiskt, ílegurnar
hjá tí einstaka eru tengdar at
tí einstaka lívinum, og tí
hava ílegurnar serligt krav
um verju.
Lógarkarmar fyri
einkarrætt
Tað var í 1980 í USA at hurðin
til einkarrætt á ílegubroyttum
mikroverum bleiv latin upp. Í tí
kenda dóminum í málinum
millum Diamond móti Chara-
batsky, vóru fimm dómarar fyri
og fýra ímóti at loyva einkarætti
á eini ílegubroyttari mikroveru.
Tí ber til at siga, at tulkingin hjá
einum tilvildarligum dómara
legði lunnar undir hesum møgu-
leika tá.
ES londini eru bundin av eini
rammulóg ella direktivi á hesum
øki. Tað merkir at ES setir karm-
arnar, og síðan kunnu limalond-
ini lóggeva ymisk innanfyri
karmarnar, men ikki í stríð við
hesar.
Direktivið er ment við støði í
nøkrum almennum viðmerking-
um. Viðmerkingarnar kunnu
sigast at vera framskygdar
(visionerar) og tríggjar visiónir
hómast.
1) Politiska skipanin ynskir at
skapa rammurnar fyri
biotøkniligari vinnu í ES og
tryggja lagaligar treytir fyri
ílegum við einkarætti.
2) Vísindin, visónin um at
skapa tað góða lívið.
3) Ídnaðurin, er partvís
idealistisk, men avgerðandi
er inntøkumaksimering.
Danska einkarrættarlógin er
gjørd innanfyri ES karmarnar.
Danmark valdi at endurskoða
einkarættarlógina soleiðis, at
parturin um rættarliga verju av
biotøkniligum uppfinningum er
beinleiðis kopieraður frá ES
direktivinum. Hetta fyri at
burturbeina alla ótta um at
samsvar ikki er.
Í føroyskum høpi er at siga, at
økið ikki er yvirtikið og er
afturútsilgt. Arbeitt hevur verið
við at yvirtaka økið, og hóast
arbeiðið var at kalla liðugt,
steðgaði tað upp við seinasta
løgtingsval. Sigast kann, at
lógarverkið vit hava, als ikki er
tíðarhóskandi.
Einkarrættur í biotøkni
Tá talan er um einkarætt, verður
vanliga skilt ímillum uppfinn-
ingar og uppdagingar. Í biotøkn-
ini kámast hetta markið, tí talan
er um kopiering av nátturligum
fyribrigdi, sum verður ført fram
sum uppfinning. Sigast kann at
hetta ger, at DNA verður lutlig-
gjørt - ella gjørt ítøkiligt
Fyri at meta um einkarætt í
ílegum er tí m.a. neyðugt at meta
um, um talan er um uppfinning
ella uppdaging, um tað er náttúr-
ligt ella eftirgjørt og um sam-
bandið við livandi verur og
persónar.
Í kapitli 6 í omanfyrinevnda
ES direktivi stendur, at uppfinn-
ingar ikki mugu verða ósømi-
ligar sambært almmennu fatanini
í samfelagnum. Hetta verður rópt
"siðsemis-paragraffin", tí
einkarættarmyndugleikin skal
gera eina konkreta meting um
uppfinningin er innanfyri sið-
sømiligt mark. Eitt dømi hesum
viðvíkjandi kundi verið broyting,
soleiðis at komandi foreldur
sluppu at velja kynið á barnin-
um.
Biotøknilig og
medisinsk virði
Sum sagt hevur ídnaðurin síni
áhugamál, meðan gagnsiðsemið,
sum okkara samfelag í stóran
mun er bygt á, skal hugsa um
hvørji virðir samfelagið fær
burturúr. Hetta kunnu verða
møguleikarnir fyri betri og bílig-
ari vigerðum og soleiðis møgu-
leikin at brúka pening, sum í dag
er bundin í heilsuskipanini, til
annað.
Flestu eru samd um, at íløgu-
hugurin í uppfinningar er tengd-
ur at møguleikanum fyri
einkarætti, sum gevur møgu-
leikan at vinna pening burturúr.
Men verandi einkarrættarkipan
er trupul í mun til biotøkni, tí tað
er tíðarkrevjandi at fáa einkarætt
og loyvir í einkarrættsskipanini,
Einkarrætt á ílegum, hv