leygardagur 6. august 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
31
vør torir at taka støðu?
og menningin í biotøkni er so
skjót, at tíð ikki er til hesa við-
gerðartíð. Her skal samfelagið
eisini taka støðu til hvørji virðir
eru mest umráðandi, t.d. at
tryggja fyritøkum inntøkur
umvegis einkarætt ella t.d. at
brúka biotøkni til betri landbúna
í 3. heims londum, og soleiðis
brúka tøknina ímóti fátækra-
dømi.
Tá talan er um einkarætt í
biotøkni, tykist tað at verða mest
semja um, at tað er í lagið, tá
talan er um viðgerð av álvar-
somum sjúkum. Men tað gerst
trupult, tá vit flyta okkum inn á
økið, tá endamálið við biotøkni
gerst at betra um menniskja,
altso tá fokus fer frá leking til
betring.
Lutligsgering -
ítøkiliggering
At geva einkarætt til ílegur, er at
geva eitt slag av ognarrætti í
ílegur og upprunakyknur. Morten
Dige vísur á, at John Locke
filosofiskt vísti á, at einstak-
lingar hava rætt til tað, sum teir
hava skapt ella virðisøkt við
arbeiði. Men tá vit geva einkaætt
í ílegum, geva vit einkarætt í
eginvirðið náttúrinnar, sum er ein
felags mannaarvur, ið verður
lutliggjørdur. Hesin kritikkurin í
biotøkni roynir at mótvirka, at
ílegur og upprunakyknur verða
koyrdar beint á marknaðin.
Einkarrætt til bróstkrabba
Ein av aktuellu trupulleikunum
er einkarætturin til BRCA1 og
BRCA 2 ílegurnar, sum verða
settar í samband við bróst- og
eggrótakrabba. Amerikanska
felagið Myriad Genetics hevur
einkarrættin í USA, Canada og
Japan og nú eisini í Evropa.
Einkarætturin hevur við sær, at
einstakligurin ikki sjálvur av-
gerð, um ílegurnar skulu kannast
fyri broytingar og at (fram-
leiðslu)virkið í veruleikanum
hevur ognarrættin. Trupulleikin
er, at einstaklingurin ikki frítt
kann velja um ella hvussu
kanningar skulu gerast og setir
hetta tær avgerðir, einstakling-
urin skal taka viðvíkjandi sjúku-
vanda, viðgerðarvanda og hvør
skal ráðgeva, í ein vavstur,
Eru ílegur vørur?
Sigast kann, at trupulleikar
kunnu standast av at geva
vørueinkarrætt í ílegum og
upprunakyknum. Til ber at
avmarkað møguleikarnar fyri
einkarætti í størst møguligan
mun, men tað er tengt at
virðinum, vit leggja aftanfyri
avgerðirnar. Her kunnu verða
mótstríðandi áhugamál, sum t.d.
einkarrætt fyri at fáa íløgur,
medisinsk fyri at betra um
heilsuverkið og átrúnaðarligt og
siðsemiligt í mun til fólksins
hugburð á økinum. T.d. kann tað
tala fyri, at hava víðar ræsir fyri
einkarætti í ílegum, fyri at fáa
kapital og gransking hendan
vegin, men einkarætturin kann
elva til at uppfinningarnar ikki
kunnu gagnnýtast nóg væl, tí tær
gerast ov dýrar, orsakað av
einkarrættverjuni, og at vit fáa
siðsemiligar trupulleikar í sam-
felagnum.
Einkarættur í biotøkni er eitt
trupult evni, sum nógv verður
kjakast um kring heimin.
Politikkarar í einstøku londunum
gera av, hvat skal verða lógligt
og ikki á økinum, t.d hvat ber til
at fáa einkarrætt á. Tað er givið,
at teir ikki hava servitan á
økinum, men mugu stuðla seg til
t.d. siðsemisnevndir. Í Danmark
er t.d eitt serligt Bioetisk råd,
sum viðger hesar spurningar.
Men niðurstøðan hjá slíkum
ráðum er eisini tilvildarlig so-
leiðis at ásjónin hjá teim limun-
um, sum sita eitt ávíst tíðarskeið,
er avgerðandi fyri niðurstøðurnar
í sama tíðarskeiði. Onnur tilvild
var sum sagt. ein dómur í USA,
har fimm vóru fyri og fýra ímóti.
Danskt málsøki í ES hami
Arbeitt var i farnu samgongu við
at yvirtaka málsøkið einkarrætt-
ur, men arbeiðis steðgaði tá val
bleiv skrivað út. Sjálvt um fyri-
reikingarnar sum so vóru lidnar,
er arbeiðið ikki tikið uppaftur. Í
Føroyum standa vit í dag í tí
støðu, at vit hava fyrndargamla
ikki dagførda danska lóggávu á
økinum. Spurningurin er, hvat
vilja vit? Vilja vit ílegugransk-
ing, kann tað tykjast bakvent ikki
eisini at vilja stýra einkarrættin-
um, sum er sera avgerðandi á
økinum. Men vit kunnu eisini
velja bert at kopiera donsku
lóggávuna, sum so aftur er
kopierað frá ES, og soleiðis hava
ES standard í Føroyum. Tað er
uttan iva ein løtt loysn, sum ikki
krevur grundleggjandi umhugsni
viðvíkjandi virðinum, vit ynskja
okkara biotøkni at fylgja. Hin-
vegin gevur tað ikki okkum tann
fleksibilitet at gagnnýta okkara
sermerkir. Tað kann skjótt verða
at vit í evarskalítlu Føroyum
hava onnur áhugamál enn stór-
londini og teirra risafyritøkur í
ES. Men tað kann eisini verða at
vit ikki koma at hava tað.
Provokerandi kann eisini
spyrjast, um tað er nøkur orsøk
at yvirtaka eitt málsøki, um
ætlanin bert er at kopiera donsku
lóggávuna og broytingarnar í
henni, sum koma umvegis ES
broytingar. Leggjast skal afturat,
at áskoðarnirnar í ES á hesum
økið eru ógvuliga ymiskar, og tí
er talan um kompromisloysnir.
Føroyar afturútsigldar
Støðan hjá okkum gerst so ikki
verri enn í dag. Í okkara vanliga
falska status quo hugaheimi,
halda vit, at heimurin stendur í
stað, um ikki vit gera broytingar,
og soleiðis hava vit ein avoldaða
lóggávu á økinum, sum slettis
ikki tekur støðu til møguleik-
arnar og avbjóðingarnar í dag í
biotøknini. Støða skal takast til,
um vit ynskja at yvirtaka máls-
økið og soleiðis hava størri
møguleika at innrættað eftir
okkara viðurskiftum, ella vit bert
skulu fylgja ES/Danmark og
dagføra so hvørt tey dagføra -
hava minni umsiting, færri trupul
ting at taka støðu til, og tryggja
okkum at vit fylgja ES standardi.
Men tað tykist givið, at líka-
mikið um vit velja at yvirtaka
málsøkið, ella lata tað verða á
donskum hondum so verður tað
sum partur av evropeisku skip-
anini og koma vit tí eisini at
fylgja reglunum. Talan er um at
yvirtaka myndugleikan, ikki at
byggja upp fullfýggjaða
einkarrættarskipan.
Men tað merkir ikki, at
lógarverkið ikki skal dagførast,
tað má hon.
Status quo er ikki til, so
broytingar skulu gerast….tora vit
tað á hesum torskilda øki?
Kelda . Morten Dige, Humane Gener,
patenter og etik: 2004