leygardagur 6. august 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 147 - 6. august 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Fangar fáa samsýning
Flóðaldan annan jóladag í fjør gav fleiri hundrað
indonesiskum fangum høvi at rýma úr fongslunum,
men tað vóru kortini minni enn so allir, ið tóku av tí
sjáldsama tilboðnum.
Fleiri hundrað fangar valdu heldur at hjálpa
bjargingarliðunum, og nú hevur indonesiska stjórnin
gjørt av at samsýna teimum fyri tað. Hamid
Awaluddin, løgmálaráðharri, sigur við BBC, at
stjórnin hevur gjørt av at skarva helmingin av
fongsulstíðini hjá umleið 300 fangum, aftur fyri at teir
hjálptu bjargingarliðunum. Indonesisku myndugleik-
arnir plaga at linna revsingar hjá fangum í sambandi
við tjóðardagin, sum er 17. august, men tá er vanliga
bara talan um at skarva nakrar mánaðir av revsingini.
Landsparturin Aceh fór sera illa av jarðskjálvtanum
og flóðalduni annan jóladag, sum kravdu umleið
130.000 mannalív har. Fleiri fongsul fóru illa, og
nógvir fangar druknaðu, tí teir sluppu ikki úr teimum
stongdu klivunum, sigur BBC.
Kvinnur tosa meiri enn menn
Menn hava leingi vitað, at tað er so, og kvinnurnar vita
tað kanska eisini, men nú er tað so staðfest, at kvinnur
tosa nógv meiri enn menn.
Ein kanning í Týsklandi vísir, at kvinnur siga umleið
24.000 orð um dagin ella tvær ferðir meiri enn
menninir. Hinvegin kemur kanningin til ta niðurstøðu,
at menn siga ofta annað enn tað, sum teir veruliga
meina, og tí hevur forlagið Lagenscheidt givið út eina
bók, sum skal hjálpa teimum báðum kynunum at skilja
hvørt annað. Bókin er ætlað kvinnunum. Bókin til
menninar kom út í fjør.
Susanne Froehlisch, sum hevur verið við til at skriva
bókina, sigur við Reuters, at tað er ikki altíð so heppið,
at menn tosa minni enn kvinnur. Eitt nú hevur tað víst
seg, at í Týsklandi velja nógvar kvinnur at skiljast, tí
menninir siga ov lítið.
Ísurin tiðnar
Í Týsklandi bera myndugleikarnir ótta fyri, at um tjúgu
ár verður eingin ísur eftir á landsins hægsta fjalli,
Zugspitze.
Nú um dagarnar var umhvørvismálaráðharrin í
Bayern, Werner Schnappauf, uppi á á tí 2962 metrar
høga fjallinum, og hann segði seg vera skelkaðan av at
síggja, hvat er í ferð við at henda. Hann segði seg ikki
ivast í, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum ger,
at ísurin á Zugspitze tiðnar, tí sambært kanningum er
meðalhitin í Alpunum hækkaður næstan tvey stig
seinastu 70 árini. Werner Schnappauf segði, at
gongdin fer at fáa óhepnar avleiðingar fyri tey nógvu
vetrarítróttarstøðini har suðuri í Týsklandi, tí
frostdagarnir fækka skjótt, segði hann.
Týskir vísindamenn hava roknað út, at ein heitan
summardag renna umleið 35 milliónir litrar av vatni
oman av Zugspitze. Tað svarar til ta dagligu
vatnnýtsluna í einum býi við knappliga 300.000
íbúgvum, siga teir.
Avdúkingar um Hitler
Ein sending, sum kemur í týska sjónvarpið ZDF næsta
týsdag, avdúkar ymisk viðurskifti hjá nazileiðaranum
Adolfi Hitler og hansara næstu.
Undir rannsóknum eru tveir søgufrøðingar komnir
fram á eina dagbók hjá Paulu Hitler, sum var systir
Adolf. Har sæst, at pápi teirra var sera harðligur, og at
hann javnan bukaði bæði børnini, sjálvt um mamman
royndi at verja tey sum best. Men Adolf var lítið
mætari, tí hann gjørdi seg ofta inn á ta sjey ár yngru
systrina. Millum annað sló hann hana fleiri ferðir í
andlitið.
Søgufrøðingarnir Timothy Ryback og Florian Beierl
siga, at uppvøksturin hjá Adolfi Hitler hevði stóra
ávirkan á hann, og at í veruleikanum bleiv ágangurin
hjá ríki hansara grundlagdur longu tá. Teir vísa á, at
sambært einum skjali, sum teir hava funnið, gav Hitler
boð um, at ein av hansara egnu skyldkonum í
gasskamarið, tí hon leið av tunglyndi. Eftir
uppfatanini hjá Hitleri var hon ikki egnað at liva, siga
søgufrøðingarnir við bretska blaðið The Guardian.
Í dag eru 60 ár, síðani
amerikanararnir
sleptu kjarnorku-
bumbuni niður yvir
japanska býin Hiro-
shima.
MINNI
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Klokkan 8.16 tann 6.
august í 1945 skein ljósið
so bjart sum ongantíð fyrr
uppi yvir japanska býnum
Hiroshima, og sekundini og
minuttirnar aftaná doyðu
fólk í túsundatali. Tann
fyrsta
kjarnorkubumban
hevði staðið sína roynd sum
krígsvápn.
Eingin veit við vissu,
hvussu mong fólk doyðu í
Hiroshima tann 6. august
og
mánaðarnar
aftaná.
Alment bleiv sagt, at
bumban
kravdi
80.000
mannalív, men tá árið var
av, høvdu umleið 140.000
latið lív av sjálvari bumb-
uni og teimum avleiðing-
um, sum hon hevði við sær.
Tað var næstan helm-ingur-
in av øllum fólkinum í
býnum.
Tríggjar dagar, tann 9.
august,
seinni
sleptu
amerikanararnir enn einari
kjarnorkubumbu. Hesaferð
var japanski býurin Naga-
saki álopsmálið. Almenna
talið á deyðum var um
40.000,
men
sam-bært
japonsku myndugleikunum
var tað endaliga talið
umleið tað tvífalda.
Tann 15. auigust kunn-
gjørdi japanska stjórnin, at
landið gavst við bardaga-
num ímóti teimum sam-
eindu, og harvið var seinni
heimsbardagi av.
60 ár síðani Hiroshima
Russiski forsetin
viðgongur, at hann vil
fegin sleppa at halda
fram í embætinum
aftan á næsta val.
RUSSLAND
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tá hetta valskriðið rennur
út, hevur Vladimir Putin
verið russiskur forseti í átta
ár, men hann vil fegin
sleppa at halda fram aftan á
valið í 2008. Trupulleikin
er, at sambært grundlógini
kann forsetin ikki sita
longri enn tvey fýra ára
skeið á gangin.
Men tað er ikki verri enn
so, at grundlógin kann
broytast, um tjóðartingið
tekur undir við tí. Tann
størsti
flokkurin,
Tað
Sameinda Russland, tekur
undir við hugskotinum, og
sambært tíðindastovunum
taka flestu russar eisini
undir við tí.
Putin sjálvur dylur ikki
fyri, hvat hann heldur.
-Eg hevði ivaleyst stillað
uppaftur næstu ferð, men
grundlógin loyvir tí ikki,
segði Putin, tá hann sein-
asta týsdag var í Finnlandi
og virjaði.
Hetta er fyrstu ferð, at
russiski forsetin harmast
avmarkingina í grundlóg-
ini. Hann nam eisini við
spurningin, tá hann var í
Týsklandi í apríl, men tá
segði hann kortini einki
um, at hann kundi hugsað
sær at stilla uppaftur.
Summir russiskir eyg-
leiðarar halda, at eydnast
tað ikki Putin at stilla upp í
2008, verður hann helst
forsætisráðharri
ístaðin
fyri, og at hann so fer at
stilla upp á forsetavalinum
aftur í 2012.
Putin er ikki so væl
umtóktur ímillum russar,
sum hann onkuntíð hevur
verið, men tað er kortini
eingin, sum kann bjóða
honum av. Meiningakann-
ingar hava víst, at serliga
tær russisku kvinnurnar
halda nógv av honum.
Vladirmir Putin hevur hug at
halda áfram í forsetaembætinum.
Putin ætlar at verða sitandi