Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 148 - 9. august 2005 Søkt verður eftir skrivstovufólki ella lærlingi til avgreiðsluna/ støðina hjá Atlantic Airways á flogvøllinum Arbeiði fevnir m.a. um: • avgreiðslu av ferðafólki • avgreiðslu av flogførum • telefonavgreiðslu • avgreiðslu av ferðaseðlum Krøv Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin (skrivstovufólkið) hevur skrivstovuútbúgving ella líknandi. Lærlingur skal hava HH ella líknandi prógv. • dugir at arbeiða við teldu • hevur evni at samarbeiða og er ágrýtin • kann arbeiða sjálvstøðugt • hevur hug til at arbeiða skiftandi tíðir • kann arbeiða undir trýsti Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. august 2005. Nærri upplýsingar kunnu fáast um starvið hjá Egin Simonsen á tlf. 34 10 22, 34 10 50 ella e-mail: egin@atlantic.fo. Umsókn skal sendast til Atlantic Airways, Vága floghavn, 380 Sørvágur. Starvsfólk ella lærlingur til avgreiðsluna/støðina Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. Umleið 140 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi umsetningurin var 234 milliónir krónur í 2004. Atlantic Airways hevur fýra flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Íslandi og Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrlurnar røkja ferðasamband til útoyggjarnar, og bjargingar- tyrlan stendur á varðhaldi alt samdøgrið. www.flyfaroe.com