Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 9. august 2005 5 Lydia og Sigga í Norðoya Kunningar- stovu Allan august mánaða hava tær báðar klaks- víkskvinnurar Sigga og Lydia Petersen framsýning á Norðoya Kunningarstovu. Sigga Petersen byrj- aði at mála fyri einum 4 - 5 árum síðani. Hon hevur verið við á fram- sýningum fyrr til døm- is á Norðoyastevnu- og Sparikassaframsýningi ni, og hetta er aðru ferð hon hevur lista- framsýning saman við Lydiu á Kunningar- stovuni. Lydia Petersen er vorðin ein rættiliga kend listakvinna. Hon hevur verið við á nógvum framsýning- um, serliga hava henn- ara pappírs klipp- myndir verið vælum- tóktar. Hesuferð eru tó ongi klipp við, nú eru tað akvarellir og akryl- málningar sum prýða veggirnar. Framsýningin er op- in hvønn dag í vanligu upp og afturlatingar- tíðunum hjá Kunning- arstovuni. Ókeypis at- gongd. ave Besti mátin at fyri- byrgja sjálvmorði er at tosa um tað. Tí verður sett fokus á hetta torføra evnið á Alheimsdegnum fyri sjálvmorðsfyribyrg- ing 10. septembur. Í Føroyum verður dag- urin hildin í Miðla- húsinum í Vágsbotni, har fundir, kjak og fyrilestrar verða á skránni SJÁLVMORÐS- FYRIBYRGING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í Føroyum verður dagurin hildin undir heitinum "Sjálvmorðfyribyrging við- kemur okkum øllum." Høv- uðsdenturin verður lagdur á fyribyrging og á at lýsa støðuna hjá teimum, sum sita eftir fyri at meta um, hvat kann gerast fyri at hjálpa. Soleiðis kunnu vit vísa, at vit hava eina felags ábyrgd fyri at bjarga lívum, sum annars vóru mist av sjálvmorðsávum. Talið á sjálvmorðum í Føroyum er ikki stórt, um vit samanbera við granna- londini, men eisini eitt lítið tal kann gerast minni. Og hóast talið er lítið, so ger tað ikki, at tað er minni svárt hjá teimum, sum sita eftir - kanska tvørturímóti. Sjálvmorðs- trupulleikin Sjálvmorð er ein av heim- sins størstu heilsutrupul- leikum. Á hvørjum ári doyggja uml. 1 millión fólk fyri egnari hond. Hetta merkir somuleiðis, at sjálv- morð er ein av størstu deyðsorsøkunum í heimin- um, serliga millum ung- fólk, og rakar tað einstak- lingar, familjur, arbeiðs- pláss og grannaløg. Fíggj- arligu útreiðslurnar, sum stava frá sjálvmorðum og sjálvskaðandi atferð kosta milliardir av krónum á hvørjum ári. Ein millión sjálvmorð hevur við sær - miss av mannalívum, sum er størri enn talið á teimum sum doyggja av kríggi og kriminaliteti - talið á deyðum er tríggjar ferðir størri enn talið á teimum, sum doyðu í flóðalduni í Asia í fjør - eitt tal, sum svarar til tal- ið á deyðum aftaná terr- oratsóknina í New York 11. september 2001 - hvønn einasta dag í árin- um. Hvørt sjálvmorð hevur við sær: - miss av lívi, miss av evn- um, miss av førleika og miss fyri samfelagið sum heild - miss av einum soni ella dóttir, einum pápa ella mammu, einum beiggja ella systir, miss av einum vini ella starvsfelaga - eitt sár, ið er torført at lekja hjá teimum, sum sita eftir. Fyribyrgjandi tiltøk Tíbetur er sjálvmorð ikki nakað, sum vit bara mugu góðtaka. Sjálvmorð kunnu fyribyrgjast á ymsar mátar. Um allan heim er stórur tørvur á munagóðum, sam- skipaðum og umfatandi sjálvmorðsfyribyrgjandi til- tøkum. Hesi tiltøk eru neyðug, um vit skulu kunna minka um høga talið av sjálvmorðum, sjálvmorðs- royndum og trupulleikum, sum standast av sjálvmorði og sjálvskaðandi atferð. Munadygg sjálvmorðs- fyribyrging krevur nýhugs- an, umfatandi tvørfakligt samstarv, bæði uttanfyri og í heilsuverkinum, í útbúgv- ingarverkinum, vinnulívin- um, løgregluni, rættarskip- anini, trúðarsamfeløgum, hjá lóggevarum, politikar- um og eisini fjølmiðlarnir mugu verða við. Hvør kann hjálpa ? Aftanfyri eitt sjálvmorð eru nógvar, ofta fløktar orsøkir, eitt nú sálarligar sjúkur, rúsevnismisnýtsla, fátækra- dømi, sosialir trupulleikar, missur, samskiftistrupul- leikar ella arbeiðstrupul- leikar. Tað er sjálvandi brúk fyri serkønari vitan í stríðnum móti sjálvmorðum, t.d. fak- fólki í psykiatri, heilsu-, al- manna- og samfelagsøkin- um. Hesi fakfólk hava ein leiklut, tá tað snýr seg um metan av vanda, tørv á bráðfeingis tiltøkum og at geva viðgerð av ymsum slagi. Eisini tá tað snýr seg um at koma við vitan frá gransking og eftirmeting av fyribyrgjandi tiltøkum, eru fakfólkini umráðandi. Men sjálvmorð kunnu ikki fyribyrgjast munagott bara við hjálp frá serkøn- um. Vit mugu øll taka lut. Øll kunnu gera okkurt fyri at minka um talið á fólki, sum í sálarkreppu royna at gera av við seg. Tá sjálvmorðstrupulleikin stendst av einum samspæli millum nógvar ymiskar orsøkir, kunnu vit eisini stríðast móti hesum uppá fleiri mátar. Tí er brúk fyri, at vit øll eru við: Sjálv- morðsfyribyrging viðkem- ur nevniliga okkum øllum. Tabu Sjálvmorð er nakað, vit helst ikki tosa um. Og júst tey sterku sosialu og mo- ralsku tabu og tær mytir, sum eru um sjálvmorð, og tey, sum sita eftir, forða okkum í at gera nakað munagott fyri at fyribyrgja sjálvmorðum. Tabu forða okkum í at tosa opið og frítt um trupulleikarnar, og har- við um hvat eigur at verða gjørt. Mytirnar skíra ofta fólk við sjálvmorðshugsanum sum sinnissjúk, fólk, sum hava roynt at tikið lívið av sær sum manipulerandi og sjálvmorð, sum nakað, ið ikki slepst undan. Mytirnar elva til grundleggjandi skeivan hugburð og eru ein forðan fyri broytingum. Tí er stórur tørvur á at broyta almanna hugburðin og vekja ans fyri sjálvmorði sum ein álvarsligan heilsu- trupulleika, sum tað ber til at fyribyrgja. Endamálið við tiltøkun- um 10. september er tí fyrst av øllum at seta sjálv- morðsfyribyrging á al- mennu dagsskránna um allan heim. Í Føroyum eru tað Tormóður Stórá og Kathrina L. Joensen, sálar- frøðingar, sum saman við Miðlahúsinum í Vágsbotni hava tikið stig til at halda dagin við fundum, fyrilestr- um, kjaki. Endaliga skráin er ikki fastløgd enn, men meir verður at frætta um tiltakið seinni. Sjálvmorð rakar okkum TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað eru fleiri vikur síðan, at Musclemanblað hjá 200 varð bannað á Rás 2, og nú verður lagið heldur ikki longur spælt á almenna hit- listanum hjá Útvarpi Før- oya. Tó er tað ikki orsakað av innihaldarligum sensuri, at lagið er tikið av listanum. Lagið hevur verið 15 vikur á listanum, og hetta er hægsta vikumark hjá hitlistanum. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at koyra eitt lag av listanum, sum liggur á øðrum plássi og hevur verið best dámda lagið inntil seinastu viku. Men hetta val hevur útvarpið gjørt, fyri at tryggja at út- skiftingin á listanum altíð er stór. Og 200 eru eisini menn fyri at skifta út, teir hava hesa vikuna eitt annað lag á listanum, talan er um lagið "Mamma", sambært Niels Arge Galán er lagið ikki um mammu hansara. 200 tveittir av 15 teimum bestu