týsdagur 9. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tað vildi verið ein
fyrimunur, at ein
breiður - føroyskur
og útlendskur -
eigaraskari eigur
Føroya Tele saman
við møguligum stra-
tegiskum íleggjara,
sigur Andras Róin,
stjóri fyri Føroya Tele
EINSKILJING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Hann er varin við at úttala
seg.
Stjórin fyri Føroya Tele
samtakið hevur í fleiri ár
tosað um, hvussu alstóran
týdning tað hevur at Føroya
Tele verður einskilt. Sam-
bært vegleiðandi tíðarætl-
anini, so skal Føroya Tele
seljast í 2006 og í 2008. Tað
vil siga í tveimum umfør-
um, men tað verður ikki í
teirri umtalaðu tíðarætlan-
ini sagt nakað um, hvussu
nógv verður selt í hvørjum
umfari, og hvussu sølan
skal ganga fyri seg.
Tað týdningarmesta fyri
Andras Róin er, at Føroya
Tele verður einskilt - og
heldur fyrr enn seinni. Tað
hevði sambært Føroya Tele
stjóranum rigga væl við
breiðum eigaraskara.
– Tað vildi verið ein fyri-
munur, at ein breiður - før-
oyskur og útlendskur - eig-
araskari eigur Føroya Tele
saman við møguligum stra-
tegiskum íleggjara, sigur
Andras Róin, stjóri fyri
Føroya Tele.
Skipa søluna
Eitt lógaruppskot verður
lagt fyri løgtingi í sambandi
við hvørja av teimum ætl-
aðu einskiljingunum. Enn
er einki tílíkt uppskot kom-
ið niðan í løgtingi, men
sambært løglistanum verð-
ur tað í hesari tingsetuni.
– Eg gangi útfrá, at vit í
næstum skulu á fund við
politiska
myndugleikan
um, hvussu einskinjingin
av Føroya Tele skal skipast,
sigur Andras Róin. Hann
heldur tað vera ov tíðliga at
siga serliga nógv um tíðar-
ætlanina í ólavsøkurøðuni
hjá løgmanni. Stjórin fyri
Føroya Tele metir tíðarætl-
anina hjá landsstýrinum
sum eitt fyrsta útkast.
– Vit hava verið klárir at
einskilja Føroya Tele í
longri tíð, og tað kundi
verið í fyrru helvt av 2006,
um tað skuldi verið, sigur
Andras Róin.
Einki prospekt, t.e. upprit
til møguligar keyparar, er
gjørt, men hetta vildi ikki
verið nøkur drúgv uppgáva,
heldur Andras Róin.
Merkja áhuga
Í grannalondunum hava
ymsir leistir verið royndir í
sambandi við einskiljingina
av almennum fjarskiftis-
fyritøkum. Tó hevur megin-
reglan verið, at ein breiður
eigaraskari er skipaður. Tað
merkir, at tað ikki hevur
verið vanligt sum so at selja
til eina fyritøku. Í føroysk-
um høpi kundi ein strateg-
iskur íleggjari eitt nú verið
danska TDC, sum kundi
hugsast at keypt Føroya
Tele og rikið tað sum ein
part av sínum samtaki.
Í øllum førum bilar tað
ikki við áhuga, um vit
skulu trúgva teimum á Før-
oya Tele.
– Vit merkja javnan
áhuga fyri Føroya Tele frá
bæði útlendingum og før-
oyingum, sigur Andras
Róin.
Ein einskiljing vil sjálv-
andi eisini merkja eina
broyting fyri føroyska fjar-
skiftisrisan.
– Tað er givið, at ein og
hvør nýggjari eigari vil
royna at vinna so nógvan
pening sum gjørligt burtur
úr sínari íløgu. Tað vil
sjálvandi eisini merkja
broytingar á Føroya Tele, tá
fyritøkan verður einskild,
sigur Andras Róin.
Føroya Tele hevði í fjør
34,5 milliónir í yvirskoti.
Fyrsta hálvár í ár hevur
hilnast betur enn sama tíð-
arskeið í fjør. Eginpening-
urin er 320 milliónir, so tað
burdi tað almenna í øllum
førum fingið inn fyri sítt
fjarskiftisfelag.
6
Nr. 148 - 9. august 2005
Tingmaður Sam-
bandsfloksins, Johan
Dahl, heldur tað er
alneyðugt, at arbeiðið
við at fáa kummuler-
ingsavtaluna við ES
og fríhandilssáttmál-
an við Russland upp á
pláss skjótast gjørligt.
Hann mælir løg-
manni til at fara út
um føroysku em-
bætisfólkini og sjálv-
ur fara til Russlands
og Brússel fyri at fáa
málini loyst
POLITIKKUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Vinnan og føroyska sam-
felagið hevur ikki ráð at
bíða longur eftir, at avtal-
urnar koma upp á pláss.
Ruslandsavtalan er alneyð-
ug fyri okkara pelagisku
vinnu, meðan kummuler-
ingin er alfa omega fyri
fiskivinnuna á landi.
Vinnulívsmaðurin
og
løgtingsmaðurin,
Johan
Dahl, heldur tað gongur alt
ov seint við at fáa fríhand-
ilsavtaluna við Russland og
kummuleringsavtaluna við
ES upp á pláss. Hann mælir
til, at politiski myndugleik-
in fer út um føroysku em-
bætisfólkini og fær avtalur-
nar endaliga í lag.
– Sjálvandi skal politik-
arin lata embætisfólki gera
síni ting. Kortini kunnu
embætisfólkini bert sam-
ráðast til eitt vist, og so fer
í baklás. Arbeiðið hevur
drigið so nógv út, at eg
haldi, at tíðin nú er búgvin
til, at málini fara á politiskt
stig fyri at seta ferð á til-
gongdina, vísir formaðurin
í uttanlandsnevndini á.
Johan Dahl heitir á løg-
mann um at taka doku-
mentmappuna undir armin
og fara til Russlands og
Brússel fyri at fáa avtalur-
nar upp á pláss, sum hann
málber seg.
– Vit kunnu ikki áhald-
andi fyrigykla og fortelja
okkara vinnu, at nú og nú
verður tað, tí einki hendir.
Tú mást ikki gloyma, at
vinnan bíðar og keypir
kanska inn eftir tí, hon
verður lovað, og tað tað
kunnu vit ikki bjóða okkara
vinnu, sigur Johan Dahl.
Vit royndu fyrrapartin at
fáa eina viðmerking frá
Uttanríkisdeildini á Løg-
mansskrivstovuni, men tað
eydnaðist tíverri ikki.
Johan Dahl ótolnast:
Neyðugt at skúgva
embætisfólkini til viks
Andras Róin:
Helst breiðan eigaraskara
Stjórin fyri Føroya Tele
heldur tað vera ein
fyrimun við breiðum
eigaraskara til eitt
einskilt Føroya Tele
Johan Dahl, løgtingsmaður