týsdagur 9. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 9. august 2005
7
Meginfelag Føroyskra
Studenta skipaði
sunnudgain saman
við Altjóða Skriv-
stovuni fyri pisufundi
í Miðlahúsinum.
Endamálið við fund-
inum er at kunna tey,
sum skulu av land-
inum í lestrar-
ørindum, um tey
ymsu viðurskiftini í
sambandi við lesturin
og gerandisdagin sum
lesandi
ÚTBÚGVING
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Katrin Apol og Nina Arge
frá MFS siga, at tað eru eitt
sindur færri fólk við hetta
árið enn undanfarin ár.
Hetta kemst kanska av
veðrinum
og
Summar
Festivalinum í Klaksvík.
– Tiltakið gekk fínt. Fólk
spurdu kanska ikki so nógv
í byrjanini, men tá tað kom
til ítøkilig ivamál, so vóru
tey meira áhugaði í at
spyrja. Serliga tey sum fara
aðrastaðni enn til Dan-
markar hava ivamál um
nýggja lesturin og lívið
sum lesandi í nýggja um-
hvørvinum, siga tær, siga
tær báðar Katrin Apol og
Nina Arge frá MFS.
– Mentanarhvøkkurin er
ein týðandi táttur, tí hesin
virkar báðar vegir. Fólk
skulu minnast til, at hetta
gongur yvir. Men tað er
greitt, at tað kemur óvart á.
Tað er nógv fólk, sum
hugsa, at tey kenna alt til
tað danska. Men tað er
nakað annað at vera í tí
sjálvur, siga Katrin Apol og
Nina Arge.
– Vit mugu eisini ávara
føroyingar um at fara í
verjustøðu. Hugburðurin
má ikki vera, at man skal
verja tað føroyska, og at
man er ímóti tí fremmanda.
Ístaðin eigur man at vera
opin fyri tí nýggju mentan-
ini, heldur enn at fara í
verjustøðu og halda at tað
føroyska er tað besta. Tey
nýggju lesandi eiga at vera
móttakandi og síggja posit-
ivt upp á tað, staðfesta
Katrin Apol og Nina Arge.
– Vit royna eisini at heita á
fólk um at luttaka. Vit eiga
ikki at vera afturhaldandi,
men heldur seta spurningar
og luttaka aktivt í tí sosiala
kring lesturin. Vit heita á
fólk um at leypa út í tað.
Umframt hetta er tað týdn-
ingarmikið at strukturera
sín arbeiðsdag og fáa eina
rutinu í gongd, siga tær
báðar Katrin Apol og Nina
Arge frá MFS.
Um tað ikki eydnaðist
tær at koma inn á
ynsktu útbúgvingina,
so
kanst
tú
fara
uttanlanda at arbeiða
ella á háskúla fyri at
betra um møguleik-
arnar á kvotu 2.
Holger Arnbjerg frá
Altjóða Skrivstovuni
sigur,
at
vinnuligt
arbeiði ella háskúla-
uppihald uttanlanda í
seks mánaðir gevur
dupult stig, tá søkt
verður gjøgnum kvotu
2 í Danmark.
Harumframt kann
stuðul fáast til há-
skúlan. Sum danskur
ríkisborgari ber til at
søkja um stuðul upp til
kr. 700 um vikuna til
eitt uppihald á fólka-
háskúla í øðrum norð-
anlandi. Søkjast kann
á
www.ciriusonline.dk.
Tað er eisini vert at
vita, at Nordiska folk-
högskolan
Kungälv
(www.nordiska.fhsk.s
e)
bjóðar
teimum
fyrstu fimm føroying-
unum eitt hálvt frí-
pláss.
Enn eru pláss eftir
á hægri
lærustovnum
Ávísar útbúgvingar á
hægri
lærustovnum
taka
framvegis
næmingar inn, tí enn
er ikki fult. Holger
Arnbjerg á Altjóða
Skrivstovuni sigur, at
um tað ikki eydnaðist
at koma inn á dreyma-
útbúgvingina, ella um
tú brádliga leingist at
fara víðari í skúla, so
er
ein
glotti
fyri
framman.
Til
dømis
í
Danmark,
Noregi,
Svøríki, og Bretlandi
eru
framvegis
tøk
pláss.
Royn
hesar
leinkjur fyri at fáa
meira at vita:
w w w. u g . d k / u v m -
images/KOTledigepla
dser2005.pdf
http://solan.uio.no/rest
etorget
www.studieplatser.nu
http://www.ucas.com/
clearing
Pisurnar fara skjótt
– Vit arbeiða fyri øllum teimum føroysku lesandi kring knøttin, og vit vilja sjálvandi heita á fólk um at gerast limir í MFS, siga
tær báðar Katrin Apol og Nina Arge frá Meginfelag Føroyskra Studenta
Eini 60 fólk vóru møtt upp í Miðlahúsinum sunnudagin til pisufundin hjá MFS og Altjóða Skrivstovuni
Fá dupult
stig