Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 148 - 9. august 2005 – Listastevnan hevur gingið væl higartil, og vit hava fingið nógv rós frá teimum upptraðkandi, sum eru væl nøgd við umstøðurnar, sigur Elin Hentze, samskipari av Listastevnuni LISTASTEVNAN Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Listastevnan byrjaði fríggjakvøldið við mynda- framsýningum, málninga- framsýningum, tónleiki, og aðrari list. Elin Hentze sigur, at útlendsku lista- fólkini fleiri ferðir hava víst á, hvussu væl nøgd tey eru við umstøðurnar og tæn- astustøðið kring Listastevn- una. Tað er ilt at seta nakað høvuðsnavn á, tí nøvnini eru fleiri í tali, til dømis Barbara Heindricks, Anne Linnet, og Seamus Heaney. Men føroyingurin dámar best tað føroyska, sum tað sær út, tí Pipar & Salt hava selt flest atgongumerki higartil. Útselt er til fýra eykasýningar í vikuni, men týsdagin og mikudagin í komandi viku er ikki útselt enn. Útselt varð eisini til framførsluna hjá Anne Linnet í Norðurlandahús- inum, og leikurin Sellofan er eisini útseldur. Umframt fleiri framførsl- ur eru eisini ymsar fram- sýningar. Transform er í Müllers Pakkhúsi. – Vit ivaðust eitt sindur í, um henda framsýningin fór at rigga í Müllers Pakkhúsi. Eg sá Transform fyrstu ferð á Bryggjuni í Keypmanna- havn, sum hevur størri gólvvídd enn í Pakkhús- inum. Men nú vísir tað seg, at tað riggar faktiskt betur her enn á Bryggjuni í Keypmannahavn, sigur Elin Hentze, samskipari av Listastevnuni. Transform er ein moderna framsýning við design og listahandverki úr Vesturnorðuri. Vit síggja prýðislutir úr Íslandi, móta- klæðir úr Føroyum, og lutir úr steinum og beinum úr Grønlandi. Fleiri enn 35 listafólk vísa fram í Müllers Pakk- húsi. Harav eru átta lista- fólk úr Føroyum. Tey eru Elisa Heinesen, Borgný Dam Patursson, Annika Heinadóttir, Svanhild Strøm, Anna Kristin Bæk, Guðrun Ludvig, Barbara í Gongini, og Malan á Lofti. Rúni Brattaberg stórur í London Innan tónleikin eru føroy- ingar væl umboðaðir á Listastevnuni, tí Rúni Brattaberg fer at føra fram saman við Tarira og Sym- foniorkestrinum. – Eg haldi, at føroyingar dugi ikki ordiliga at síggja, hvussu nógv Rúni Bratta- berg hevur at bjóða. Fyri kortum varð eitt verk skriv- að til hansara rødd. Hetta verkið varð framført í Royal Festival Hall í Lon- don, har BBC tók upp. The Independent, The Times, The Guardian, og onnur bløð høvdu umrøður av framførsluni. Tað má sigast at vera eitt stórt avrik hjá Rúna Brattaberg, og vit kunnu fegnast um, at hann verður á Listastevnuni, sigur Elin Hentze. Professionel listastevna Setanin av Listastevnuni í Norðurlandahúsinum Myndir: Helena Dam Poulsen Ymisk nøvn á Listastevnuni Kendi myndamaðurin Bárður Eklund vísir sínar myndir í Smiðjuni í Lítluvík Seamus Heaney, nobelvinnari, hevði mánakvøldið upplestur. Annika Hoydal verður í sjónleikarahúsinum fríggjadagin og leygardagin, har hon syngur gamalt og nýtt. Leikstjórin Bille August vísir filmin Return to Sender í Havnar Bio. Framførsla í Norðurlandahúsinum Framsýningin Transform