týsdagur 9. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 9. august 2005
9
Tingmaður: – Kalsø lopin
frá avtalu
Jørgen Niclasen segði við
Útvarpið fríggjadagin, at
landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum er lopin
frá samgonguavtalu við
ásetingini av fiskidøgum.
Ólavsøkudag legði Bjørn
Kalsø,
landsstýrismaður
við fiskivinnumálum, lóg-
aruppskot fram um broyt-
ing í løgtingslóg um vinnu-
ligan fiskiskap. Í dag var
fyrsta viðgerð í Løgtingin-
um, og málið er beint í
vinnunevndina.
Jørgen Niclasen, ting-
maður hjá Fólkaflokkinum
og limur í vinnunevndini,
sigur við Útvarpið, at áset-
ingin av fiskidøgum er ikki
tað, sum komið var ásamt
um í samgonguni, og at
landsstýrismaðurin tískil er
lopin frá samgonguavtalu.
Í nýggja uppskotinum er
útrokningarhátturin broytt-
ur, og ein generellur nið-ur-
skurður upp á 2 % í fiski-
døgum verður framdur, um
uppskotið verður samtykt.
Kalsø: - Eg havi ikki
brotið nakra avtalu
– Eg dugi ikki at síggja, at
eg havi brotið nakra sam-
gonguavtalu, sigur Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum,
sum
ólavsøkudag legði lógar-
uppskot fram um broyting í
lógini um vinnuligan fiski-
skap. Jørgen Niclasen sig-
ur, at Bjørn Kalsø við hes-
um er lopin frá samgongu-
avtalu.
Tingmaðurin hjá Fólka-
flokkinum finnist at lands-
stýrismanninum í fiski-
vinnumálum og hansara
uppskoti um broyting í
løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap. Jørgen Niclasen
sigur, at ásetta fiskidaga-
talið er ikki tað, sum sam-
gongan varð samd um, og
at hetta tískil er brot á sam-
gonguavtaluna.
Bjørn Kalsø sigur, at
hann hevur verið greiður
yvir, at Jørgen Niclasen
ikki hevur verið samdur við
sær í ávísum førum, men at
lógaruppskotið als ikki er
nakað brot á samgongu-
avtalu.
– Jørgen Niclasen hevði
eitt ynski um, at útrokning-
arhátturin skuldi broytast,
og tað havi eg gjørt. Men
tað er latið upp til mín,
hvussu útrokningarhátturin
skal broytast. Eg havi játta
fyri umboðum í samgong-
uni, at eg vildi broyta út-
rokningarháttin, og korri-
gera veiðutrýstið har eftir.
Tað havi eg gjørt, og tískil
er ongin samgonguavtala
brotin, sigur Bjørn Kalsø.
Tjóðveldið tekur undir
við Kalsø
Størsti andstøðuflokkur á
tingi tekur undir við broyt-
ingaruppskotinum
hjá
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum.
Heidi
Petersen,
ting-
kvinna og framsøgufólk í
fiskivinnumálum hjá Tjóð-
veldisflokkinum, er samd
við landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum og hans-
ara broytingaruppskoti til
lóggávuna um vinnuligan
fiskiskap.
–
Tjóðveldisflokkurin
tekur undir við uppskot-
inum hjá landsstýrismann-
inum, og vit fara at atkvøða
fyri uppskotinum, um tað
kemur óbroytt úr vinnu-
nevndini, sigur Heidi Peter-
sen.
Jørgen Niclasen, sam-
gongutingmaður, segði við
Útvarpið fríggjadagin, at
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður, hevði brotið sam-
gonguavtalu við broyting-
aruppskotinum.
Bjørn
Kalsø hevur víst øllum
atfinningum aftur.
hkm
Hvør einasti túrur um Leirvíksfjørð til Klaksvíkar hevur
verið fultsettur, og Strandferðslan hevur siglt pendulfart
alt vikuskiftið.
3.300 fólk vórðu flutt um fjørðin fríggjadagin, og leyg-
ardagin vórðu eini 2.000 fólk flutt úr Leirvík til Klaks-
víkar.
Andrass Jensen, leiðari á samferðsludeildini hjá
Strandfaraskipum Landsins, sigur, at tað hevur verið eitt
øgiligt trýst á, men at manningin hevur kýtt seg nógv fyri
at fáa tað at bera til. Skipini hava silgt aftur og fram alla
tíðina við fullum skipum fyri at fáa fólkið um fjørðin.
Dúgvan og Sam røktu rutuna um Leirvíksfjørð fríggja-
dagin og leygardagin. Sunnudagin var Ternan komin inn
fyri Sam.
Løgreglan stóra uppgávu
Løgreglan í Klaksvík sigur, at tað gekk stak væl at halda
skil á teimum mongu fólkunum, sum høvdu leitað sær
norður á Summar Festival um vikuskiftið.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað neyvan fyrr
hava verið so nógv fólk á sama staði í senn í Klaksvík.
Festivalurin varð útseldur, og um øll nýttu sítt atgongu-
merki, so hava eini 7.000 fólk verið á Summarfestivali.
Útvarpið segði um vikuskiftið, at eini 8.000 fólk høvdu
verið á Summar Festivali. Tískil hevði løgreglan í Klaks-
vík eina størri uppgávu enn vanligt at røkja.
Men vakthavandi sigur, at tað var stak friðarligt. Fólk
skikkaðu sær væl, og ongin harðskapur var at hóma.
Talan hevur bert verið um full fólk, sum komu inn at
sova. Eini trý av slagnum hava vitjað løgreglustøðina í
Klaksvík og sovið sær rúsin av um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið hevði løgreglan í Klaksvík 10 mans til
arbeiðis, og leygarkvøldið vóru 12 mans á vaktini.
Proppur í ferðsluni
Summar Festivalurin byrjaði fríggjadagin, og nógvir
bilar komu í tí sambandinum til Klaksvíkar.
Løgreglan í Klaksvík boðar frá, at nakrir ferðslupropp-
ar vóru fríggjadagin, men restin av vikuskiftinum gekk
av tí besta.
hkm
Kalsø hevur brotið samgonguavtalu, heldur samgonguting-
maður
Mynd: Jens Kr. Vang
Nei, eg havi ikki brotið nakra samgonguavtalu, sigur Bjørn
Kalsø
Mynd: Jens Kr. Vang
Heidi Petersen og Tjóðveldisflokkurin ætla sær at atkvøða fyri
uppskotinum hjá Kalsø, um tað kemur óbroytt úr nevnd
Mynd: Jens Kr. Vang
Nógv trýst á Strandferðsluni
Tjóðveldið tekur undir við Kalsø