týsdagur 9. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 148 - 9. august 2005
Vit hildu ikki, at orðabókin hevði nakað orð fyri
úrslitinum av Summarfestivalinum i Klaksvík,
men vit hugdu kortini. Jú, mín sann um ikki
Hjalmarsbók hevur orðið succes. Tískil kunnu vit
við góðari samvitsku loyva okkum at nýta heitið
ein dundrandi succes um Summarfestival 2005.
Festivalurin savnaði meira enn 8000 áhoyrarar og
hetta man uttan iva vera føroyskt met. Fyrireik-
ararnir kunnu vera væl nøgdir og tað sást á øllum
brøgdum, at á hoyrarnir vóru sera væl nøgdir.
Hetta høvdu áhoyrarnir eisini allar orsøkir til, tí
fyrireikararnir høvdu megnað at leggja eina heilt
óvanliga flotta skrá fyri festivalin.
Tað er einki minni enn eitt bragd, at kunna seta
saman eina skrá sum hana á Summarfestivalinum
2005. Her vóru heimsnøvn sum Brian McFadd-
en, Shakin´Stevens, Anne Linnet, Ana Johnson
og Ola Nordskar. Her vóru tey bestu av okkara
egnu so t.d. Týr, Straight Ahead, Dynamitt, La-
wetz, The Dreams, Eyðun og Terji, Brandur, I am,
Poppkorn og Black N´Wite Crew - ein ørgynna
av framúrskarandi rútmiskum bólkum og ein-
staklingum. Áhoyrarnir hava fingið eina upp-
living fyri lívið og festivalurin gjørdist ein tón-
listalig uppliving av teimum stóru.
Festivalarnir eru nú komnir fyri at vera. Hvør
festivalur hevur funnið sín form og sína áhoyrara-
fjøld. Konseptini ella myndlarnir eru ymiskir og
hvørt konseptið hevur sín stóra týdning. Tann
myndil, ið fyrireikararnir av Summarfestivalinum
hava valt, vendir sær til ein sera breiðan áhoyr-
araskara. Hesin myndil hevur nakað til øll - til
børn og ung, til foreldur og øll ættarlið. Soleiðis
gerast Summarfestivalurin til nakað, sum øll
kunnu fara til og hann verður sostatt ein hending,
sum øll kunnu njóta í felag. Tað eru allar orsøkir
til at ynskja fyrireikarunum tillukku við einum
sera stórfingnum tiltaki og eini treytaleysari suc-
ces. Alt var fingið frá hondini skjótt og væl og alt
gekk sum tað skuldi. Hetta var jú eitt ómetaliga
stórt tiltak og setti tí sera stór krøv til fyrireikar-
arnar og til lokalsamfelagið. Undirtøkan í lokal-
samfelagnum at stuðla Summarfestivalinum
hevur verið stór og høvuðsstuðulin, Norðoya
Sparikassi eins væl og hinir sponsorarnir hava
veruliga við at stuðla Summarfestikvalinum rakt
seymin á høvdið. Nú gleða vit okkum til næsta
Summarfestival.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Enn ein succes
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Anita Poulsen og Iva
Poulsen
Vágur
Da vi den 7. juli skulle fra
Suderø til København for
videre at komme på ferie,
var vi så uheldige, at
Smyril strejkede. Så vi
kunne ikke komme fra
Suderø. Det var et stort
problem for os, da vores
rejse syd på ville gå tabt.
Efter at have sat himmel og
jord i bevægelse og en god
portion panik, greb Atlantic
Airways ind og hjalp os
uden betaling fra Suderø til
lufthavnen i helekopter.
Det kalder jeg service. Vi
kom på vores ferie. En stor
TAK til Atlantic Airways.
Flot service fra ATLANTIC AIRWAYS
Edmund Joensen
Høgni Hoydal fer lætt um
sannleikan, sum hann er
vanur. Hann sigur orðarætt
um hækkanina av løgtings-
mannalønunum: »Tá at-
kvøtt varð í tinginum, vóru
fólk fyri og ímóti í øllum
flokkum«. Hansara útlegg-
ing er, at Sambandsflokk-
urin og eg samtyktu løg-
tingsmannalønirnar í 1999.
Hetta var meðan fullveldis-
landstýrið ráddi fyri borg-
um.
Sannleikin er, at ongin í
Sambandsflokkinum
at-
kvøddi fyri hesum uppskot-
inum í Tinginum. Tað
stendur svart upp á hvítt í
løgtingsmálið
nr
73.
Hvussu kann Høgni Hoydal
fáa seg at siga slíkt uttan at
blunka, og samstundis vísa
til løgtingsmálið, sum sigur
beint tað øvugta?
Niðanfyri er eitt stutt
yvirlit, um lutin hjá Sam-
bandsflokkinum í tingmál-
inum.
Løgtingsmál nr.73 avrit
av atkvøðugreiðsluni
16 feb. 1999 samtykti Ting-
ið løgtingsmannalønirnar
endaliga við 18 atkvøðum
fyri, 7 ímóti og 7 vóru
blankar. Flemming Mikkel-
sen, Marjus Dam, Alfred
Olsen, Lisbeth Petersen og
Edmund Joensen atkvøddu
nei. Heðin Mortensen at-
kvøddi blankt.
Fyrra álitið
Tvær tingnevndir (fíggjar-
nevndin og ein grein 25
nevnd) skrivaðu álit í mál-
inum. Í tí fyrra álitinum frá
Sambandslokkinum søgdu
fíggjarnevndarlimirnir Lis-
beth Petersen og Flemming
Mikkelsen:
»Minnilutin
(Lisbeth
Petersen
og
Flemming
Mikkelsen)
heldur, at tað er ikki rætt at
loyva uppskotinum ígjøg-
num, nú vit hava grund-
leggjandi samfelagsbroyt-
ingar fyri framman, og tek-
ur ikki undir við uppskot-
inum, sum umstøðurnar
eru.«
Seinna álitið
Í seinna álitinum frá Sam-
bandsflokkinum søgdu um-
boðini í grein 25 nevndini:
»Minniluti
2
(Edmund
Joensen og Alfred Olsen)
vísir til tað, umboð Sam-
bandsfloksins í fíggjar-
nevndini, Lisbeth L. Peter-
sen og Flemming Mikkel-
sen, hava ført fram í áliti 1,
og setir einki uppskot
fram.«
Her hava vit so álit og
endaliga
atkvøðuúrslitið
svart upp á hvítt, sama hvat
í Høgni Hoydal finnur upp
á at siga og halda. Ongin í
Sambandsflokkinum
at-
kvøddi fyri.
Hvat verður tað næsta?
Hvat verður tað næsta hann
finnur uppá fyri at fáa med-
ieumtalu? Hesufer skuld-
setur hann løgtingsfor-
mannin fyri at siga ósatt.
Hann smæddist ikki fyri at
leggja lamið sjálvt Løg-
tingið, tá ið yvirtøkulógin
skuldi samtykkjast. Drotn-
ingin kundi heldur ikki siga
nøkur orð við ein døgurða í
Norðurlandahúsinum, uttan
at alt skuldi verða á gosi. Á
fólkatingi fúka fyrispurn-
ingarnir
um
oyruni
á
donskum ministarum, um
hvør hevur skrivað hvat í
taluni, Drotningin helt. Og
hann hevði neyvan sæð
nýggja ríkisumboðsmann-
in, áðrenn hann fekk fyrstu
7 politisku spurningarnar at
svara uppá.
Nú raplar fyri honum
Sætt at siga, havi eg havt
ein pinka lítlan mistanka
um, at tað var Høgni Hoy-
dal sjálvur, sum hevði ein
fingur við í spælinum, nú
útspillandi greinarnar í
bløðunum ikki hava trotið.
Taktikkurin er hin sami:
Koyr uppá tignina, tað er
besti máti fyri at geva hon-
um skot fyri bógvin. Ber
ikki á mál við sjálvum inn-
haldinum í greinum, so
brúka okkurt annað, stavi-
villur til dømis.
Henda seinasta
Henda seinasta skuldset-
ingin sannførir meg enda-
liga. Skal bara siga frá, at
eg eri sera glað6ur fyri at
hava fingið hann undan
vaðingini (út úr buskinum)
og gleði meg til tann rætta
opna beinleiðis dystin, sum
eg rokni við, nú byrjar av
álvara.
Raplar nú av álvara fyri Høgna Hoydal?