týsdagur 9. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 9. august 2005
11
Tvey fólk endaðu á
Landssjúkrahúsinum
eftir vitleysa koyring
á Kongabrúnni í
Havn um hálvgum-
tvey tíðina mána-
náttina. Tveir bilar
komu kappkoyrandi
inn móti Café Nátúr,
tá annar teirra rendi
saman við ein
mótkoyrandi bil
SKILALEYS KOYRING
Eirikur Lindenskov
Sosialurin
Mánanáttina vórðu tvey
fólk flutt á Landssjúkrahús-
ið eftir eitt ferðsluóhapp á
Kongabrúnni í Havn.
Talan var um eitt óhapp,
sum átti at henda fyrr ella
seinni sum úrslit av skila-
leysu koyringini, sum so
ofta er at síggja í Havnar-
gøtum
um
næturnar.
Eygnavitni, sum Sosialurin
tosaði við, ivaðust ikki í, at
talan var um kappkoyring.
Tveir bilar komu við nógv-
ari ferð eftir Havnargøtu,
fram við »Røntgeni« heim
móti Café Nátúr. Annar bil-
urin fer niðan eftir Kopar-
gøtu, sum er gøtan aftan
fyri Café Nátúr. Hini bilur-
in fer niðan eftir Áarvegn-
um framman fyri Café
Nátúr – har vegurin er eins-
rættaðar omanaeftir – og
har stoytir hann frontalt
saman við ein mótkoyrandi
bil.
Av
løgreglustøðini
í
Havn verður sagt, at rús-
drekka ikki var uppi í – og
vakthavandi kundi ikki
vátta ella avsanna, um talan
var um kappkoyring. Men
hann segði tó, at teir kenna
til trupulleikan júst á hes-
um vegastrekkinum.
Materielli skaðin var
stórur, báðir bilarnir fóru
illa og vórðu sleipaðir burt-
ur.
Rasarakoyring í
býnum skal steðg-
ast. Um neyðugt, so
skal tað gerast við
vegbungum, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
SKILALEYS
KOYRING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Um neyðugt, so skal
skilaleysa koyringin í
miðbýnum í Havn steðg-
ast við vegbungum. Tað
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í viðmerking
til ferðsluóhappið við
Café Nátúr mánanáttina.
Í heyst gjørdi býráðið
vegbungur við skúlar og
barnagarðar í býnum.
Endamálið var at minka
um ferðina og økja um
ferðslutrygdina. Heðin
Mortensen sigur, at hetta
hevur eydnast væl.
– Tað sigur seg sjálvt,
at vit kunnu ikki góð-
taka, at rasarakoyring fer
fram í gøtunum um nátt-
ina. Um bilførararnir
ikki skilja hetta, so eri eg
tilreiðar at taka málið
upp í býráðnum um at
gera vegbungur framman
fyri hjá Niels Arge og
oman fyri Café Nátúr,
sigur Heðin Mortensen.
Handilsbygningurin
hjá Damor á Argjum
brann í grund
sunnunáttina. Virði
fyri milliónir fóru
fórust í eldinum
ELDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Kl. hálvgum tvey sunnu-
náttina fekk Alarm-sentral-
urin í Havn boð um, at
eldur var í handilsbygning-
inum hjá Damor á Argjum.
Tá løgreglan og sløkkiliðið
kom á staðið fáar minuttir
seinni, stóð allur bygning-
urin í ljósum loga – og í
rapportini hjá løgregluni
stendur, at kl. tvey stóð
login upp gjøgnum takið.
Hóast
kanningar
eru
gjørdar, so er tað ikki eydn-
ast løgregluni at staðfesta
orsøkina til eldin. Tí eru
brandteknikarar frá ríkis-
politinum
komnir
til
Føroya at kanna eldin.
Vakthavandi á løgreglu-
støðini í Havn sigur, at tað
er vanlig mannagongd at
fáa serkøna hjálp til síkt, tá
talan er um so stórar eldar,
og at tað ikki mistanki um
eldáseting, ið er orsøkin til
tess.
Sløkkiarbeiðið
tók
drúgva tíð, og sunnudagin
seinnapartin reyk framveg-
is úr bygninginum.
Virði fyri fleiri milliónir
fóru upp í royk í eldinum.
Skilaleys koyring endaði á
Landssjúkrahúsinum
Tað er eyðsýnt, at talan var um sera skilaleysa koyring. Meterielli skaðan á bilarnar var stórur.
Førarin á BMW bilinum og eitt ferðafólk í hinum bilinum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið
Mynd: Eirikur Lindenskov
Skilaleysa koyringin
skal steðgast
Vegbungur sýnast at minka um ferðina.
Heðin
Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur at hann er tilreiðar
at taka málið upp í býráðnum um at gera vegbungur til
tess at minka ferðina eftir Havnargøtu
Virði fyri milliónir upp í royk
Brannteknikarar frá
Ríkispolitinum eru komnir
til Føroya at kanna orsøkina
til eldsbrunan hjá Damor á
Argjum
Mynd: Eirikur Lindenskov
Bygningurin
hjá Damor
stóð ikki at
bjarga, tá
sløkkiliðið kom
á staðið. Alt
kolaðist upp og
virði fyri
milliónir eru
farin í
eldinum
Mynd:
Jens Kristian Vang