Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 148 - 9. august 2005 Fjala myndir og skjøl Amerikanska stjórnarum- sitingin hevur ongantíð fjalt so nógv skjøl sum nú, skrivar DPA. Tað verður gjørt við at stempla skjøl- ini sum loynilig, og sam- bært amerikonskum fjøl- miðlum fáa 125 skjøl hetta stemplið hvønn einasta minutt alt samdøgrið. Verjumálaráðið í Wash- ington sýtti eisini ameri- konsku fjølmiðlunum at vísa myndir av kistum við deyðum hermonnum úr Irak. Tað fekk ein løg- frøðiprofessara í statinum Delaware at fara í rættin við verjumálaráðnum. Hann vildi vera við, at lóg- in heimilar ikki myndug- leikunum at seta slíkt bann, og rætturin gav hon- um viðhald. Sambært DPA hevur eingin amerikonsk stjórn valt at fjala so nógv skjøl sum stjórnin hjá George W. Bush, forseta. Í fjør vórðu 15,6 milliónir skjøl stemplað sum loynilig eftir áheitan frá stjórnini. Tað er met og samstundis tvær ferðir so nógv sum í yvir- gangsárinum 2001. Borgararættindafelags- skapir og demokratiskir politikarar hava funnist at framferðini hjá stjórnini, og fleiri republikanskir floksfelagar hjá Bush halda eisini, at stjórnin er vorðin ov hulin, skrivar DPA. Prestatrot Tað gongst illa hjá teirri katólsku kirkjuni í Evropa at útvega sær nóg mikið av prestum, skrivar norska blaðið Vårt Land. Sambært blaðnum er tað bara kirkjan í Pólandi, sum hevur nóg mikið av prest- um, og har er áhugin at læra til prest eisini rímiliga stórur. Í øðrum londum er áhugin minkaður nógv, og summastaðni er stórt trot á prestum. Harafturímóti hevur tann katólska kirkj- an aðrastaðni í heiminum als ongar trupulleikar við at fáa nóg mikið av prest- um. Tvørturímóti er talið á prestaskúlum har tvífaldað tey seinnu árini. Prestatrotið í Evropa hevur havt vi sær, at nógva staðni hava kirkjurnar verið noyddar at fáa sær polskar prestar, og tað hevur gjørt, at umleið ein fjórðingur av teimum ka- tólsku prestunum í Evropa eru pólendingar. Tað er kortini ikki bara tann katólska kirkjan, sum hevur ov fáar prestar. Tað sama er galdandi innan protestantisku kirkjuna í Bretlandi og Týsklandi, skrivar Vårt Land. Dómarar hava tíðindafund Svenska dómsvaldið um- hugsar at skipa so fyri, at dómarar, sum fella ein umstríddan dóm, skulu kunngera tíðindaskriv ella skipa fyri tíðindafundi, so teir kunnu greiða frá grundgevingini fyri dóm- inum. Orsøkin er, at í seinast- uni hava fleiri svenskir dómarar fingið hóttanar- brøv, tí fólk hava verið misnøgd við teirra avgerð- ir. Tann seinasti tilburðurin var herfyri, tá ein dómari skarvaði av samsýningini, sum ein ung genta hevði fingið, eftir at hon hevði sæð ein mann neyðtaka og myrða mammu hennara. Avgerðin hjá dómaranum fekk øði í nógvar sviar, og dómarin bleiv hóttur eftir lívinum. Ein kanning hjá Svenska Dagbladet vísir, at tólv prosent av teimum svensku dómarunum hava verið fyri ágangi, eftir at teir hava felt dómar, sum fólk hava verið misnøgd við. Tí heldur dómsvaldið, at dómararnir skulu fáa høvi at greiða frá sínum avgerð- um við tíðindaskrivum ella tíðindafundum. Posturin feldi stjórnina Japanska stjórnin kom í minniluta í tjóðartinginum í gjár, tá tingið atkvøddi um eitt uppskot hjá stjórn- ini um at nútímansgera postverkið. Uppskotið hjá stjórnini fekk 108 atkvøður, men tað var ov lítið, tí 125 ting- limir atkvøddu ímóti tí. Tað fekk Junichito Koi- zumi, forsætisráðharra at boða frá, at hann fer at skriva út nýval til tjóðar- tingið. UTTAN ÚR HEIMI DEYÐAFALL Árni Joensen fartekst@mail.dk – Robin Cook hevði sjáld- samar gávur, sigur bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, um gamla uttanríkis- ráðharran. Teir vóru minni enn so samdir í øllum. Fyrrverandi bretski utt- anríkisráðharrin Robin Cook doyði um vikuskiftið. Hann small, meðan hann var á gonguferð í skotska hálendinum saman við kon- uni. Hann var 59 ára gamal. Robin Cook varð fyrstu ferð valdur í Undirhúsið í 1974, og hann var uttan- ríkisráðharri frá 1997 til 2001. Hann var ein íðin talsmaður fyri, at NATO skuldi leggja upp í borg- arakríggið í Kosovo fyri at gera enda á serbiska ágang- inum har. Harafturímóti var hann harðliga ímóti avgerð- ini hjá Tony Blair at fara í kríggj við Irak, og tí gjørdi hann av at fara frá sum for- maður í tingbólkinum hjá arbeiðaraflokkinum fyri tveimum árum síðani. – Sum uttanríkisráðharri var Robin Cook nógv av- hildin, og hann hevði stóra ávirkan á ráðharraráðið hjá ES. Hann dugdi væl at leggja síni sjónarmið fram og at grundgeva fyri sínum áskoðanum, men hann dugdi eisini væl at saman- sjóða prinsipp og tað rími- liga, sigur Javier Solana, sum hevur ábyrgdina av uttanríkispolitikkinum hjá ES. Óhappið við tí lítla kavbátinum í Kyrra- havinum avdúkaði, at russiski herflotin er bæði slitin og illa røktur RUSSLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Mynd: Reuters Tey sjey menninir í tí lítla russiska kavbátinum AS-28 vóru ovurfegnir, tá teir komu í land av einum av bjargingarskipunum. – Vit vistu, at vit fóru at verða bjargaðir, segði Vjatsjeslav Milasjevskij, kavbátaskipari, tá hann var komin í land. Men uttan hjálp frá øðrum høvdu hann og hinir neyvan verið bjargaðir. – Eg kann bara takka okkara bretsku starvsbrøðr- um fyri hjálpina, segði ad- miralurin Vladimir Pepeli- jev við AP og sipaði til, at tað var ein fjarstýrt bretskt far, sum loysti tann russiska kavbátin, so hann kundi fara upp av botni, har hann hevði sitið fastur síðani hósdagin. Illa hildin Í altjóða eygum verður bjargingin mett sum ein sigur fyri viðurskiftini ímillum Russland og NATO, men í russisku her- flotaleiðsluni er uppfatanin ein onnur. Har halda fleiri, at tilburðurin var ein van- ærisligur smeitur fyri Russ- land. Eitt nú helt admiral- urin Eduard Baltin lítið um, at stjórnin hevði sent boð eftir amerikanarum, bretum og japanum. Tey seinastu árini hava fleiri dømi verið um, at tann russiski herflotin er illa fyri. Tey flestu skipini eru gomul, og lítið verður gjørt við at halda tey við líka. Tað kom týðiliga til sjóndar, tá kavbáturin Kursk sakk í Barentshavin- um í august í 2000. Kann- ingar avdúkaðu, at hann var sokkin, tí ein torpedo var brostin. Vanlukkan kravdi 118 mannalív. Fyri tveimum árum síð- ani sakk kavbáturin K-159, meðan eitt skip var í ferð við at toga hann til lands, tí hann skuldi leggjast. Níggju av teimum tíggju monnunum, sum vóru við kavbátinum, druknaðu. Russiski herflotin í ringum standi Uttan vesturlendska hjálp hevði tað neyvan borið til at bjarga manningini á russiska kavbátinum Robin Cook deyður