týsdagur 9. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 9. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jákup Thomsen á Kósini í Klaksvík, ættaður úr
Nólsoy, andaðist leygardagin 6. august, 80 ára
gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi mánadagin klokkan 18 heim í Christ-
ianskirkjuna. Jarðarferðin verður úr Christians-
kirkjuni týsdagin klokkan 13.30. Sungið verður úr
sálmabókini.
Lítli Elias, sonur Charlotte og Anker Henriksen í
Vági, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum 7. august.
Kelda: Útvarpið
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
9. august. Romanus, deyður umleið 250. Halgisøg-
urnar eru ikki á einum máli, um hann var ein um-
vendur rómverskur hermaður ella ein kristin prestur.
Hálshøgdur varð hann í hvussu so er fyri trúar sakir.
Rætting
til Nøvn í vikuni leygardagin 6. august, síða 13.
Í eini føðingardagsheilsan til Sæunn Ólavsdóttir
Hansen, ið fylti 55 ár, stóð, at hon og maðurin, Jóann-
es Símunarson Hansen, eiga tveir synir, Símun og
Ólavur. Hetta er ikki rætt, tey eiga eisini dóttrina Elin
Mariu Hansen.
Í 1980 fingu 25 nýggir lærarar prógv á Føroya Læraraskúla.
Aftara rað f.v.: Jónsvein Poulsen, Jens Christian Skaalum, Ólavur Winther, Pauli í Sandagerði, Árni Dahl, lærari,
Marner Tausen, Bynne Lamhauge, Palle Joensen og Høgni Lützen.
Næst aftasta rað f.v.: Jógvan Martin Mørk, Hallur Ellingsgaard, Selmar Jacobsen, Andreas Højgaard, rektari, Gunder
Nybo og Niels Jákup Thomsen.
Næst fremsta rað f.v.: Maud Benjardøgg, Jacoba Funding, Lena Jacobsen, Ruth Joensen, Valborg Rasmussen, Jens A.
Johannesen og Símun Ejler Berg.
Fremsta rað f.v.: Eyðbjørg Dalsgard, Jenny Lydersen, Judith Schrøter og Astrid Madsen.
Kristian Poulsen vantar á myndini
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980
Tórsdagin 11. august verður Ella
Arge, Tórshavn, 90 ár. Hon varð
fødd í Vági - foreldur hennara vóru
Elisabeth, ættað Porkeri, og Símun
Vilhelm - Símun á Tjørn – ið var úr
Vági. Elisabeth og Símun áttu trý
børn, Thom, Johanna og Ella, harav
bert Ella er eftir á lívi.
Ella vaks upp í Vági, og flutti
seinni til Havnar, har hom møtti
Oscar Arge, ið hon giftist við. Tey
fingu sonin Símun. Ella og Oscar
vóru fryntlig fólk, vóru altíð fyri-
komandi og hjartalig, og mangur
man gjøgnum árini hava notið gott
av ovurstóra blíðskapi teirra. Tey
vóru kend víða um í Føroyum, og
teirra lætta lyndi smittaði av, har
tey vóru. Ella bleiv einkja fyri um-
leið tríati árum síðan.
Síðan møtti hon Vagn, ið hon
hevur livað eitt ríkt lív saman við,
og hava tey tikið lut í mongum
felagslívi. Teirra hurð er altíð opin,
og blíðskapurin er sum hann altíð
hevur verið. Nú heilsan hjá er er
farin at bila, er hann ein stór hjálp
hjá tær, og tað vil eg takka honum
fyri.
Ella hevur altíð havt stóran tokka
til børn, tað hava vit notið gott av,
og hava nógv at takka mostur fyri.
Og minnast vit systrar aftur á allar
tær frálíku summarferiurnar, ið vit
vóru hjá henni. Vit komu næstan
hálvdeyðar av sjóverki norður við
gamla Smyrli, tá tók tað ikki bert
tveir tímar sum nú, men ein heilan
dag.
Ella eigur tvey ommubørn, og
tvey langommubørn, ið eru henni
til stóra gleði.
Mostir góða, við míni hjartans
tøkk fyri alt, ið tú hevur verið fyri
meg og míni, ynski eg tær hjarta-
liga tillukku við 90 ára degnum.
Má Harrin signa teg framyvir, og
geva tær eitt friðsælt lívskvøld, nú
sólin lækkar, og bert vesturskinið
er eftir á longu lívsleiðini.
Bestu heilsanir
Marlena við familju
Tøkk
Øllum tykkum sum á ymsan hátt gleddu meg
á 85 ára føðingardegnum 16. juli,
takki eg hjartaliga.
Heilsan
Lydia Hansen, Norðragøta
Ella Arge 90 ár
Fyri 25 árum síðan:
Lærarar í 1980
TÍÐINDASKRIV
Landsstýrismaðurin hevur
sett Jan Christiansen sum
skúlastjóra í Skúlanum á
Trøðni frá 1. august 2005.
Jan er 47 ára gamal, tók
læraraprógv á Føroya Lær-
araskúla 1982 og hevur
síðan tá arbeitt sum lærari í
Sernámsdeplinum. Í 1986
tók hann serlæraraútbúgv-
ing og í 1987 útbúgving
sum tali- og hoyrilærari.
Lógin um nýggjan ser-
skúla (skúlin á Trøðni)
kemur í gildi 1. januar
2006.
Frá 1. august 2005 skal
nýggi stjórin saman við
leiðaranum í Sernámsdepl-
inum
og
Mentamála-
ráðnum fyrireika skipanina
av Skúlanum á Trøðni.
Skúlin á Trøðni:
Jan Christiansen
nýggjur skúlastjóri