Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 148 - 9. august 2005 Fleiri tekniskar og løgfrøðiligar forðingar skulu fáast av vegnum, áðrenn Føroyar kunnu søkja um limaskap í EFTA. Hetta gjørdi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, greitt á ríkisfundinum mánadagin RÍKISFUNDUR Heri á Rógvi/ Páll Holm Johannesen Leynar: Ætlanin hjá landsstýrinum um at søkja um limaskap í EFTA hevur – fyribils – fingið eitt skot fyri bógvin. Hetta er greitt eftir ríkis- fundin millum Anders Fogh Rasmussen, Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard fyrrapartin mánadagin. Spurningurin um før- oyskan EFTA-limaskap var eitt av evnunum á tveir tíma langa ríkisfundinum í Leynum. Hóast danski forsætisráð- harrin, Anders Fogh Rasmussen, sigur seg vera positivt sinnaðan til at kanna møguleikan fyri før- oyskum limaskapi í EFTA, metir hann kortini, at ávísar forðingar skulu beinast av vegnum, áðrenn ein um- sókn úr Føroyum kann latast EFTA. Løgfrøðiligar forðingar Á tíðindafundinum stutt fyri døgurða varð danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, spurdur, hvørja støðu danska stjórn- in hevði til føroyskan lima- skap í EFTA. – Nýggja heimildarlógin leggur upp til, at Føroyar hava møguleika at søkja um limaskap í altjóða felags- skapum, sum samstarva um málsøki, sum Føroyar frammanundan hava yvir- tikið. EFTA fevnir rættiliga breitt, og fleiri av sam- starvsøkjunum eru øki, sum ikki eru yvirtikin av føroysku myndugleikunum. Áðrenn Føroyar kunnu søkja um limaskap er neyð- ugt at beina hesar løgfrøði- ligu og teknisku forðing- arnar av vegnum, svaraði Anders Fogh Rasmussen, Millum løgfrøðiligu og teknisku forðingarnar, ið Anders Fogh Rasmussen sipar til eru millum annað ársroknskaparlógin, loft- ferðsla og fíggjarmál. Hetta eru mál, sum limalondini í EFTA, Ísland, Sveis, Noreg og Liktenstein, samstarva um, men sum ikki eru undir fullum føroyskum máls- ræði, men framvegis eru undir donsk málsøki. Er tað ikki í roynd og veru bert ein spurningur um, hvat limalondini í EFTA vilja? Prógvar før- oyski limaskapurin í NAMCO ikki, at tað er vilj- in hjá limalondunum, sum vigar meira enn løgfrøðin? – Vit eru noyddir at halda okkum til heimildarlógina. Men tað er rætt, at tað eru limalondini í EFTA, sum í síðsta enda avgera, hvønn tey vilja hava sum lim, svarar Anders Fogh Rasmussen. Spurdur hvørjar ítøkilig- ar fyrimunir, forsætisráð- harrin sá í einum føroysk- um limaskapi í EFTA, svar- aði Anders Fogh Rasmus- sen: – Talan vil fyrst og fremst verða um handilsligar fyri- munir. Við EFTA limaskapi vil Føroyar eisini fáa eitt tættari politiskt og búskap- arligt samstarv til onnur lond. Ikki minst vil ein limaskapur vísa at Føroyar vilja geva sítt íkast til alheimsgerðingina, tí stórur partur av alheimsgerðingini fer fram í altjóða felags- skapum. Tosa við limalondini Løgmaður, Jóannes Eides- gaard, ásannaði eisini á tíðindafundinum, at ávísar løgfrøðiligar og tekniskar forðingar mugu beinast av vegnum, áðrenn Føroyar kunnu søkja um limaskap í EFTA. Hann dugdi kortini ikki ítøkiliga at síga, hvussu lang tíð fer at ganga, áðrenn løgfrøðiligu og teknisku forðingar verða beindar av vegnum. – Vit fara alt fyri eitt undir at kanna, hvussu vit kunnu loysa hesar teknisku og løgfrøðiligu forðingar, tí landsstýrið hevur gjørt greitt, at vit vilja skjótast gjørligt søkja um limaskap. Vit fara eisini í næstum at seta okkum í samband við hini limalondini í EFTA fyri at fáa greiðu á, hvørja støðu tey hava til føroyskan limaskap, sigur Jóannes Eidesgaard. Føroyskur EFTA-lima Grønland bíðar við EFTA Grønlendski landsstýrisfor- maðurin hevði bestan hug at tosa um samstarv millum Føroyar og Grønland enn nakran grøn- lendskan EFTA limaskap RÌKISFUNDUR Heri á Rógvi/ Páll Holm Johannesen Leynar: Lagið var sum heild gott á ríkis- fundinum mánadagin í hugnaliga umhvørv- inum í Leynum. Ikki minst grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, var í góðum hýri. Hann fekk bert ein spurning á tíðinda- fundinum í summar- húsinum í Leynum. Hann snúði seg ikki óvæntað um, hvørt Grønland hevur í hyggju at søkja um limaskap í EFTA. Hans Enoksen greiddi umvegis tólk frá, at Grønland í løt- uni hevur gott sam- starv við bæði EFTA og ES, og ongar ætlanir eru um at søkja limaskap í EFTA. Løgmaður til Grønlands Hans Enoksen gjørdi eisini greitt, at hann hevur boðið Jóannes Eidesgaard, løgmanni, á vitjan í Grønlandi. Hetta helt Hans Enok- sen vera eitt gott høvi at økja um samstarvið millum Føroyar og Grønland, sum hava eina ørgrynnu av mál- um til felags, helt hann fyri. – Løgmaður skal bara siga, nær hann kann koma. Vit eru altíð klárir, sigur Hans Enoksen. Løgmaður tók undir við partamanninum í Grønlandi um, at tað er nógv, Føroyar og Grønland kunnu sam- starva um. Løgmaður ætlar sær eisini til Grønlands, men tað er í løtuni óvist, nær tað verður. Danski forsætisráð- harrin vil ikki hoyra talan um, at hvørki drotningin ella nýggja ríkisumboðið hava úttalað seg skeivt RÌKISFUNDUR Heri á Rógvi/ Páll Holm Johannesen Leynar: Hann var hvørki til at høgga ella stinga í. Líkamikið hvat vit so royndu, so stóð Anders Fogh Rasmussen við sítt. Hann stuðlar bæði røðuni hjá drotningini á Føroya vitjanini og útsagnunum hjá nýggja ríkisumboðnum fullkomiliga. Hvørki ríkis- umboð ella drotning hava gjørt nakað skeivt, og sambandið millum Føroyar og Danmark er betri enn nakrantíð, um vit skulu trúgva danska forsætisráð- harranum. – Um taluna hjá drotn- ingini er bara tað at siga, at hon vísir til fakta: Tað, at tað er viðtikið ein yvirtøku- lóg. Tað er ikki gera málið politiskt. Eg haldi tað vera hóskandi, at tá ið drotning- in er í Føroyum tosar hon um mál, sum eru frammi, Fogh stendur við sítt F. v.: Anders Fogh Rasmussen, Jóannes Eidesgaard og Hans Enoksen