týsdagur 9. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
skapur seinkaður
Nr. 148 - 9. august 2005
15
– Tað stendur
Føroyum frítt at
smíða ta stýris-
skipan, ið føroy-
ingar hava hug til,
sigur Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráðharri
RÌKISFUNDUR
Heri á Rógvi/
Páll Holm Johannesen
Leynar: Arbeiðið við einari
føroyskari grundlóg varð
fyri kortum broytt til eina
nýggja stýrisskipanarlóg,
har eitt nú menniskjarættar-
sjónarmið og onnur sjónar-
mið verða orðaði. Og tað er
eitt arbeiði, ið Anders Fogh
Rasmussen einki sigur seg
hava ímóti.
– Eg haldi tað vera í lagi,
at mann í Føroyum er farin
at smíða sína egnu stýris-
skipan. Tað er fólkið í Før-
oyum sjálvt, sum ger av,
hvussu tað vil innrætta seg,
og hvørja støðu mann hevur
í mun til ríkisfelagsskapin,
sigur Anders Fogh Rasmus-
sen.
Hann heldur ikki, at iva-
málini um framtíðina hjá
Føroyum í ríkisfelagsskap-
inum skulu vera til hindurs
fyri, at føroyingar seta eitt
tílíkt mál á dagsskrá í Før-
oyum.
– Politiska støður millum
Føroyar og Danmark eiga
ikki at koma í vegin fyri, at
man í Føroyum skapar til
dagligar politiskar spurn-
ingar, sigur Anders Fogh
Rasmussen.
Og sum vant leggur hann
bóltin á føroysku hálvuna.
– Tað er mín politiska
meginregla, at føroyingar
fáa tað, sum teir vilja hava
tað. Tað vil altíð vera ein
greiður meiriluti fyri at
fylgja føroyskum ynskjum á
fólkatingi, sigur Anders
Fogh Rasmussen.
Yvirtikið er
yvirtikið
Ì donskum fjølmiðlum er
róð framundir, at tað kann
koma upp á tal, at danir
aftur yvirtaka – longur yvir-
tikin – málsøki frá føroy-
ingum aftur, tá ringar tíðir
kunnu ávirka samfelags-
gongdina somikið í Føroy-
um. Men tað er ikki nakað,
ið danski forsætisráðharrin
sær sum ein møguleika.
– Tað kann eg als ikki
ímynda mær. Tá ið donsk
málsøki verða yvirtikin, so
er tað við tí endamáli, at tey
hareftir vera verandi á
føroyskum hondum. Eg vil
sostatt avvísa hatta full-
komiliga,
sigur Anders
Fogh Rasmussen
Forsætisráðharrin,
Anders Fogh
Rasmussen, sigur, at
Danmark fer at
virka fyri, at Føroy-
ar og Grønland fáa
eina støðu í Norð-
urlandaráðnum,
sum í praksis
merkir, at londini
virka sum
sjálvstøðugir limir
RÍKISFUNDUR
Heri á Rógvi/
Páll Holm Johannesen
Leynar: – Vit vilja arbeiða
fyri, at bæði Føroyar og
Grønland fáa eina støðu í
Norðurlandaráðnum, sum í
praksis vil merkja at londini
fara at virka sum sjálvstøð-
ugir limir. Danmark hevur í
løtuni
formansskapin
í
Norðurlandaráðnum, og vit
fara at taka hetta mál upp
við hini limalondini.
Undir ríkisfundinum í
Leynum kom undan kavi, at
Danmark hevur broytt kós í
spurninginum um sjálvstøð-
ugan føroyskan limaskap í
Norðurlandaráðnum. Hóast
eitt einmælt løgting hevur
atkvøtt fyri, at Føroyar
gerast sjálvstøðugur limur í
Norðurlandaráðnum,
so
hava danir verið trekir til at
stuðla føroyska ynskinum.
Hóast danir framvegis
ikki vilja ganga føroyska
ynskinum fult á møti, so eru
teir kortini meira positivt
sinnaðir enn nakrantíð.
– Norðurlandaráðið loyv-
ir bert sjálvstøðugum lima-
londum, og tí fara vit at
virka fyri, at Føroyar og
Grønland gjøgnum eina
protokol, sum verður løgd
afturat høvuðssáttmálunum
í Norðurlandaráðnum, fáa
eina støðu, sum í praksins
merkir sjálvstøðugan lima-
skap bæði í tinginum og
ráðharraráðnum. Vit ætla at
fáa eina skjóta avgreiðslu
av málinum, sigur Anders
Fogh Rasmussen.
Løgmaður segði vera
positivan um ætlanirnar hjá
forsætisráðharranum. Hann
tók kortini ta fyrilit, at hann
vildi tosa nærri við restina
av samgonguni, áðrenn
hann endaliga tók støðu til
málið.
sigur Anders Fogh Rasmus-
sen, sum leggur afturat, at
honum als ikki hóvar tað
kjak, sum er uppstaðið.
Hevði tað ikki verið eitt
hugskot við ein føroyingi
sum ríkisumboð – fyri at
lætta um harða tónan?
– Altso. Tað er eingin
vánaligur
tóni
millum
Føroyar
og
Danmark.
Ríkisumboðið vil altíð vísa
størsta virðing fyri Føroy-
um og føroyingum, sigur
Anders Fogh Rasmussen.
– Eg haldi heilt erligt, at
nú má tónin dempast eitt
sindur. Vit hava gjørt eina
avtalu um yvirtøkur. At tað
eru nøkur, sum av politisk-
um áðum ikki eru samd við
hesum, tað er so teirra sak.
Men tað er tað sama sum at
siga, at tað er ein vánaligur
tóni millum føroyingar og
danir. Tað er tað als ikki,
sigur Anders Fogh Rasmus-
sen.
Anders Fogh Rasmussen
vísir altso blankt aftur, at
tað skal vera nakað annað
enn gott samband og ein
góður tóni millum føroy-
ingar og danir.
–
Ríkisfelagsskapurin
blomstrar, og tónin er betri
enn nakrantíð, sigur Anders
Fogh Rasmussen.
Gerið endiliga
stýrisskipan
Norðurlandaráðið:
Føroyskur limaskapur
aftur á breddan