Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 148 - 9. august 2005 Oljuprísurin setur alsamt met um dagarnar. Í farnu viku hækkaði prísurin á Brentolju úr 59,7 til 60,6 dollarar fyri tunnuna. Hann var fleiri ferðir oman fyri 61. Orsøkirnar til høga olju- prísin eru tær somu, sum vit so ofta hava skrivað um her: Lítil eyka framleiðslukapa- sitetur, ódnir í meksikanska flógvanum, verkfall og tí- líkt. Eitt, sum kann stuðla undir, at hann hækkar enn meir komandi vikurnar er, at august er tann mánaðin, har amerikanarar nýta nógv mest bensin. Tað minkar vanliga um oljugoymslur- nar. Tá tær skulu fyllast upp aftur til veturin, verður stór- ur tørvur á ráolju. Høgi oljuprísurin hevur ikki enn økt munandi um prísvøkst- urin, men hann leggur trýst á ídnaðin. Lánsbrævarentur hækkaðar Í summar hava lánsbræva- renturnar sveiggjað eitt sindur, uttan týðiligt rák. Nú er sannlíkt, at tær fara at hækka eitt sindur komandi vikurnar. Amerikanska ar- beiðsmarknaðarfrágreið- ingin fyri juli mánaða vísti, at 207.000 nýggj starvspláss vóru stovnssett ímóti 180.000 væntaðum. Eisini vóru tølini fyri juni upp- mett. Vinningsstaðfesting av partabrøvum Partabrøv á okkara leiðum megna sum heild at hækka, hóast nakrir íleggjarar nýta góðu roknskapirnar til at staðfesta vinning. Av stóru norrønu fyritøkunum sum hava staðið seg serliga væl higartil í ár kunnu serliga Statoil og Mærsk nevnast, við einum vøkstri uppá ávikavíst 54% og 44%. Teliasonera og Assa Abloy hava hinvegin havt eina virðisminking uppá -7% og -8% í sama tíðarskeiði. Hesa vikuna Hetta verður ein áhugaverd vika á fíggjarmarknaðun- um. Sum vanligt er tað USA, sum setir kósina, hó- ast vit eisini fáa BTÚ-tøl úr Evropu. Íleggjarar leita eftir teknum, ið stuðla undir sterku arbeiðsmarknaðar- frágreiðingini. Ovast á breddanum er fundur í tjóð- bankanum, umframt tøl fyri smásøluna og handilsjavn- an. Hesar hendingar hava allar týdning fyri bæði láns- brøv, partabrøv og dollara- kursin. Hóast partabræva- íleggjarar staðfesta vinning, er einki sum bendir á, at jaliga rákið ikki skal halda á fram. Oljuprísur oman fyri 61 dollarar Vika 32, 2005 www.kaupthing.fo Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 603,81 -1,9% Lánsbrøv í DKK 103,93 -0,4% JPY 5,39 -1,4% Evru Lánsbrøv 174,85 -0,4% GBP 1.074,35 -0,7% Norrøn Partabrøv 98,55 0,9% NOK 94,41 -0,4% Altjó∂a Vøkstur 65,92 -1,9% Broytingar eru útrokna∂ar í mun til fyri viku sí∂an. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mána∂irnar. 3,0% 3,2% 3,4% 3,6% 3,8% 29/04 30/05 30/06 31/07 31/08 840 880 920 960 29/04 30/05 30/06 31/07 31/08 Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari.