týsdagur 9. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað var ein Brian
McFadden í topp-
formi, sum kom á pall
á Summarfestivali-
num fríggjakvøldið.
Vit, sum høvdu vænt-
að okkum eina smør-
blanding frá útbrót-
aranum úr Westlife,
fingu ístaðin eina
konsert frá einum 24
ára gomlum íra, sum
saktans kann koma
undir heitið "enter-
tainari". Góð rødd,
góð framførsla, men
ongin broddur var í
ljóðinum
SUMMAR-
FESTIVALUR 05
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið klokkan 23
stundisliga kom eitt av høv-
uðsnøvnunum á Summar-
festivalinum á pallin. Ein
friðarlig
byrjan,
sum
spakuliga gjørdist til meira
og meira.
Brian McFadden var á
pallinum. Lagið Irish Son
blandaði seg spakuliga við
skiftandi sirm og regn og
stóru áhoyrarafjøldina.
Men ljóðið var ikki gott
fyrstu løtuna og gjørdist
ongantíð heilt gott. Men
Brian McFadden og hans-
ara fólk vístu skjótt, at hetta
var ongin forðing, og fram-
førslan kom skjótt út um
pallkantin. Og Brian Mc-
Fadden hevði eina fram-
førslu, sum bara gjørdist
betri og betri.
McFadden byrjaði meira
og meira at slappa av og at
samskifta við lurtarafjøld-
ina. Hann gjørdi greitt, at
henda fyrsta ferðin í Føroy-
um var góð og at honum
dámdi landið. Allar kvinn-
urnar eru so sera vakrar,
meðan menninir hinvegin
bara eru rímuligir. Og hesi
orð vórðu sjálvsagt stórliga
fagnaði millum kvinnuligar
áhoyrarar.
No Hero
McFadden hevði nú áhoyr-
ararnar í sínum lógva. He’s
no Hero, sang hann síðani.
Talan gjørdist meira og
meira um eina framførslu,
har McFadden prógvaði
sína góðu mannfólkarødd,
meðan tónleikararnir leiktu
væl undir, uttan nakrantíð
at prógva seg sum úrmæl-
ingar. Hvørt teir vóru tað
ella ikki, skal standa ósagt,
men tað var McFadden, ið
bar framførsluna.
Eitt lag kom so, ið nokk
nevndist Out of the Game.
Nógv nýtt tilfar var á
skránni og tað stuttliga er,
at stílurin var ein annar, enn
ein hevði hugsað sær. Ofta
yvir í hesa løgnu blanding
millum rock/country og eitt
vet av poppi, har ongin
rættiliga torir at seta ein
navn á.
Men
hetta
stuttliga
shouffle lagið var nú eina-
ferð meira country, enn
nakað annað, men gott og
kundi tað sama verið t.d.
Eagles ella onkur annar.
Stuttligt, gott og væl fram-
ført við slíkari orku, at tað
bar til.
Hittið Be true to your
Woman kom til sín rætt við
hóskandi ljósum afturvið:
Brian heitti á øll um at
tendra ljós í fartelefonini og
veitra við telefonunum, tí
fartelefonirnar hava nú av-
loyst kertuljósini og tendr-
arar.
Stól
Og so tók McFadden sjálv-
ur guitara í hond, tók ein
stól, og settist sjálvur at
spæla.
Flying
without
Wings. Ein stillari, men
sera góð løta á konsertini.
Og so heitti hann á fjøld-
ina um at stuðla honum í
sanginum Almost There.
Har syngur nevniliga unn-
usta hansara við, men hon
var ikki til staðar. Og so tók
fjøldin uttan hóvasták og
sang við og fyrigav uttan
himpr, at unnustan ikki
sang við, men royndi hin-
vegin at gera sítt besta og til
at gera hetta til tað góða
upplivilsi, sum tað eisini
gjørdist.
Framførslan tók aftur
ferð á seg. Írin hevði so
púra klárt vunnið tokka
millum áhoyrararnar og
McFadden spardi seg ikki.
Hann gjørdi eina roynd
fyri at vita, um áhoyrararnir
kendu lagið Mustang Sally
úr filminum Commitments.
Tað gjørdi fjøldin og hetta
gjørdist ein góð framførsla
av hesum kenda lag, har
McFadden
aftur
fekk
prógva, at hann hevur eina
góða og tjúkka mannfólka-
rødd.
McFadden kom niður av
pallinum og millum yvir-
fegnu áhoyrararnar. Hesin
fryntligi írin tóktist ongan-
tíð á ferðini í Føroyum at
hava trongd til at halda seg
burturfrá fólkinum, men
hevði
heldur
hinvegin
tokka til land og fólk og var
ikki bangin fyri at vísa tað.
At hann seinni var í fjøld-
ini í festivaldansinum í
tjaldinum og at tað seinni
frættist, at hann útsetti frá-
ferðina úr Føroyum, meðan
bólkurin hjá honum fór av-
stað, prógvar bert hetta.
Vit, sum høvdu væntað
okkum eina smørblanding
frá útbrótaranum úr West-
life, fingu ístaðin eina kon-
sert frá einum 24 ára goml-
um íra, sum saktans kann
koma undir heitið "enter-
tainari". Góð rødd, góð
framførsla,
men
ongin
broddur var í ljóðinum. Og
kanska tað setti ein demp-
ara á upplivilsið. Tí fram-
førslu, rødd og tónleiki
biltu einki, heldur hinvegin
var hetta í serflokki, men
veruligt trýst kom ongantíð
á.
Men
McFadden
var
ófatuliga góður og hjá okk-
um, sum ikki halda okkum
til tað sum eitur Take That,
Westlife ella Backstreet
Boys, gjørdist hetta ein góð
konsert, har vit bilsin
kundu nikka játtandi og
bara fara við í kórið, sum
fekk McFadden at spæla
eykaløg.
Ófatuligur McFadden
Myndir: Álvur, Bárður,
Jens Kr. og Dagfinn
Og so tók McFadden sjálvur guitara í
hond, tók ein stól, og settist sjálvur at
spæla. Flying without Wings. Ein stillari,
men sera góð løta á konsertini.