týsdagur 9. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 148 - 9. august 2005
Ein sera væl uppløgd
og kjekkað Anne
Linnet borðreiddi við
nøkrum av vakrastu
sangperlunum frá
síni longu tónleika-
karrieru. Støðið var
høgt, men náddi sam-
stundis út í hvønn
krók á Summarfesti-
valinum
SUMMARFESTIVAL
Anna v. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Garvaða dáman í danska
popprokkheiminum, Anne
Linnet, hevði í øllum førum
tveir stórar fyrimunir á
Summarfestivalinum. Hon
er super professionell, og
henni nýtist ikki at júka
nakran um at syngja við.
Tað gera fólk av sær sjálv-
um. At løgini eru frálík og
tekstirnir eisini hava rætti-
liga nógv uppá hjarta gjørdi
tað heila ikki verri. Undir
slíkum umstøðum kann tað
næstan ikki ganga galið.
Og tað gjørdi tað sanniliga
heldur ikki.
Null kiks
Hóast regnið treiskaðist
nakað illa í løtum, órógvaði
tað ikki vælhýrdu áhoyrar-
nar, sum tóktust st duga
meginpartin av sangunum
hjá Anne Linnet uttanat.
Við eini røð av teimum væl
kendu sangunum kryddað
við løgum úr nýggjastu
fløguni, náddi Linnet út í
hvønn krók á stóru fólka-
mongdini í Vágsbøi. Tað
var eitt sindur ringt at meta
um,
hvør
aldursbólkur
fjaldi seg undir mongu
paraplynum hesa løtuna,
men vit kunnu altíð gita, at
tey flestu vóru hinumegin
tey
35-40.
Samstundis
hevði ein skjót meting
skjótt staðfest, at fleiri av
teimum, sum sungu harð-
ast, ikki kunnu hava verið
serliga gomul, tá onkur av
hittunum hjá Anne Linnet
vóru í hæddini.
Trýmannað bólkurin á
pallinum legið út við kenda
lagnum "Time og dag og
uge" við teksti eftir Johann-
es Møllehave. Og longu
hetta fyrsta lagið prógvaði,
at Linnet bara gevur seg í
slíkt, hon hevur fullkomið
tamarhald á og ikki loyvir
pláss fyri kiksum. Burtur
vóru høgu tónarnir í niður-
lagnum - nakað ein kortini
ikki skuldi hildið var neyð-
ugt, tí røddin hjá Linnet er
avgjørt ikki viknað við ár-
unum. Næsta lagið "Hun
fletter sit hår" var eisini
eftir mínum tykki tað mest
hugtakandi,
bólkurin
spældi av nýggju fløguni,
sum kemur út í oktober.
Tungu melankolsku rútm-
urnar vóru rættiliga eyð-
kendar fyri góða, gamla
Anne Linnet stílin og hava
uttan iva um ikki landa-
plágu so oyrafangandi po-
tentiale.
Inn í millum løgini hug-
leiddi Anne Linnet um
innihaldið í tekstunum. Eitt
nú i næsta sanginum, sum
sambært Anne Linnet snúði
seg absolutt onki og sam-
stundis eitt tað torførasta
yvirhøvur - at nullstilla seg
sjálvan og bara vera til her
og nú. Klárar man tað, ja so
hevur man rakað kensluna í
"Søndag i april".
Hóskiliga óhóskandi
Ongin Anne Linnet konsert
uttan "Tusind stykker". Og
fyri ein ordans skyld fingu
vit eisini søguna um, tá ein
svenskari ringdi til Anne
Linnet og spurdi, um hann
kundi sleppa at geva sangin
út á svenskun. Restina av
søguni kenna tey flestu, og
nú vita tey so eisini, at tað
also ikki er Bjørn Afzelius,
sum er upprunamaðurin til
kenda lagið "Tusind bitar".
Næstu minuttirnar kundi
Anne Linnet uttan iva eins
væl havt sløkt mikrofonina,
tí sangurin frá áhoyrarnum
doyvdi næstan alt annað.
Sveiggjandi paraplyirnar
vóru eisini besta tekin um,
at áhoyrarnir løgdu líka í,
hvar regndroparnir raktu
hesa løtuna.
Ein túr aftur í 70ini í tíð-
ina saman við gentubólki-
num hjá Anne Linnet "Shit
og Chanel" bleiv tað eisini
til
við
kenda
lagnum
"Smuk og deilig". Meðan
øll hini løgini á framførsl-
uni høvdu okkurt universi-
elt yvir sær, tóktist "Smuk
og delig" at vera merkt í so
nógv av tíð og stað til at
kunna raka beint á Summ-
arfestivalinum. Tó so, við
sanginum fekk Anne Linn-
et eisini flættað inn eina
áhugaverda søgu um byrj-
anina til gentubólkar og
afturljóðini, teir góvu, á
donskum tónleikapallum í
70unum.
Kanska júst tí hvørkið
verðrið ella árstíðin hósk-
aði serliga væl, valdi Annet
Linnet at enda framførsl-
una við lagnum "Forårs-
dag". Soleiðis fekk hon
nevniliga eisini mint á, at
tað stórfingna við tónleiki
netupp er, at hann gevur
okkara tankum fríar teymar
og lovar hvørjum einstøk-
um at legga sín heilt egna
týdning í lag og tekst.
Grillbúffar til festivalfólki
- Vit steikja so leingi, fólk eru svang. Her er ríkiligt til,
so tað er onki at stúra fyri, lovaðu teir báðir kokkarnir
Jógvan Heinesen og Billy Petersen, sum aftur í á hildu
Summarfestival í royki og dampi frá frálíku grillaðu
búffunum.
Væl hýrdu kokkarnir høvdu gjørt seg út standa við
grillirnar til tann ljósa morgun og út í eitt, um tað
skuldi verða. Í ár høvdu teir fingið sær eitt telt at hava
festivalkøkin í, sum jú vísti seg at vera eitt sera skila-
gott hugskot. Og alt bendi á, at teir komu at standa
leingi. Longu seinnapartin fríggjadagin høvdu rætti-
liga nógvir av festivalgestunum latið seg lokkað av
góða matroykinum. Og tað var heldur ikki hvat sum
helst, tey fingu á tallerkin. Líktist mest hotellmati, og
sambært kokkinum kallaðist høvuðsrætturin onki
minni fínt enn: enskur búffur við eplabátum og hvít-
leyksauté við marineraðum gularótum og grønum
bønum ... og eina deiliga, kalda sodavatn afturvið ...
Tann Stóra Skinnúlpan
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sjónvarpslýsingar hava seinastu vikurnar bygt spenn-
ingin upp, heimsnavnið "Tann Stóra Skinnúlpan"
skuldi á pallin á Summar Festivalinum, og hon var
beinleiðis upphiting fyri Brian McFadden. Tað var eis-
ini greitt, at tann stóra ikki kom einasmøll, hinar úlp-
urnar vóru við, og tær fóru at bjóða ektað playback.
Nógv troðkan var framman fyri pallin, tað vóru ser-
liga tannáringar, summir av teimum vildu ivaleyst
tryggja sær pláss til Brian McFadden konsertina, men
eingin ivið var um, at hesa løtuna var tað Úlpan, sum
var samrøðuevnið, herrópini "Úlpan! Úlpan!" rungaðu
um festivaløkið longu áðrenn fyrsta úlpan kom á pall-
in.
Byrjanin av framførsluni var eitt sindur løgin, ein
fyri og onnur eftir komu úlpurnar á pallin, tó vóru tær
ljóðleysar inntil ein pannubandsúlpa settist á eina
kondisúkklu, og súkklaði ljóði í gongd og við úlpu-
dancetónleikinum brakandi úr hátalarunum, kom hon
endiliga á pallin: "Tann Stóra Skinnúlpan",og hon
legði festivaløkið fyri sínar føtur.
Við herligum dansi og dansivinarligum tónleiki
fingu Úlpurnar veruliga lív í fólkið, eina løtu mest,
sum kókaði tað framman fyri pallin. Men so var tað av,
og friður valdaði, úlpurnar vóru farnar aftur til Úlpu-
land.
Kjekkað Anne Linnet
Ein túr aftur í 70ini í tíðina
saman við gentubólkinum hjá
Anne Linnet "Shit og Chanel"
bleiv tað eisini til við kenda
lagnum "Smuk og deilig"