Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 9. august 2005 19 Ana Johnson var eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivali- num, og hon skuffaði ikki, við eini góðari rokkkonsert fekk hon gott lív í fjøldina. Longu tá hon trein á pallin, og sendi ein muss út til okkum, vóru allir mannligir áskoðarar seldir. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Umframt at syngja væl er Ana Johnson av vakrastu kvinnum, og tað visti hon væl. Stórur partur av kon- sertupplivingini var merkt- ur av hesum veruleika. Tá hon fór úr jakkanum, og hálaði blusuna eitt petti upp og vísti búk, fór eitt suff gjøgnum fjøldina. Sjálvdan hevur ein konsert í Føroy- um verið so vøkur. Tónleikurin var blús- kendur genturokkur, við fangandi niðurløgum og nógvari orku, men orkan hvarv tí ljóðið var alt ov spakuliga frá. Eg stóð eitt sindur aftarliga í byrjanini, og noyddist at ganga næst- an heilt fram til pallin, áðr- enn ljóðið var nóg hart til, at tað ordiliga rokkaði. Heili tvær ferðir hildu mikrofonirnar hjá Anu upp- at, at rigga, og tað órógvaði eitt sindur, men hon tyktist slettis ikki merkt av hesum. Løgini vóru fyrst og fremst løg av fløguni hjá Anu, her vóru serliga Spiderman lagið "We are" og "Just because I can" væleydnaði, í "We are" sungu øll við, og rungaðu um allan Vágs bø. Men nøkur nýggj løg vóru eisini á skránnið, hon spældi millum annað lagið "Blackhole", sum einans var spælt í Japan fyrr, tað var rættuliga tungt og rokk- aði á ein eitt sindur Hole- kendan hátt. Sum heild var konsertin góð, bólkurin sum var tríggjar kvinnur og tríggir menn, spældi væl, og lýstu av spæligleði. Ana Johnson sjálv var ein verulig stjørna. Ana Johnson - ein lekkur konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Onkur hevði hug at finnast at skránni fríggjakvøldið, at seta kvæðarokkbólkin Týr at spæla aftan á Brian McFadden kundi kanska tykjast løgið. Men Týr smæddust ikki burtur, og teir fýra tónleikararnir tykt- ust slettis ikki merktir av, at eitt heimsnavn hevði staðið á pallinum beint áðrenn teir. Týr góvu áhoyrarunum eina framúr konsert, sum varð ein tann besta á festi- valinum, og sum var tann besta festivalkonsertin hjá Týr í summar. Kvæði, vísur og tung- málmsløg vórðu framførd ordiliga væl, og eina løtu var fremsti partur av Vágs- bøi umskaptur til eitt stórt dansigólv, jørðin skalv tá ung sum gomul slóu ring, og dansaðu til Ormin Langa. Hendan rokktulk- ingin hjá Týr av mergjaða kvæðnum er vorðin fólka- ogn í Føroyum, og er vorð- in ein livandi partur av okk- ara mentan. Hon rakar før- oysku fólkasálina beint í hjarta. Eisini Regin Smiðj- ur og Ólavur Riddararós fingu góða móttøku. Ólavur Riddararós var sum vanligt ringast fram- førda lagið á konsertini, versini liggja soleiðis í tónaleguni, at Heri ljóðar sera kroystur, tá hann syng- ur tey. Hetta er sera synd, tí tolkiningin av kvæðnum er annars sera góð. Men neyð- ugt er, at teir flyta versini niður, tí sum er, riggar tað ikki. Heri hevur annars tikið seg nógv fram, sum sangara og syngur heilt væl. Hail to the Hammer gjørdist eitt slag av hæddar- punkti. Lagið er eitt gott gamalt tungmálmslag, og varð framført við rætta tungmálmsanda, byrjanin var tung og ónd, og ljóðaði av miðøld. Endin var ein trummisolo, sum buldraði og brakaði. Seinasta lagið hjá bólki- num var tað vanliga so góða "Sand in the wind", men tað rakti ongantíð tær veruligu hæddirnar, fram- førslan tyktist ikki heilt so kekka hesa løtuna teir spældu hetta lag. Men tá teir komu út aftur at spæla eitt eykalag, spældu teir lagið, sum áhoyrararnir høvdu rópt eftir eina løtu: "Ramund hin unge", og hetta framúrskarandi lag var ein orkubumba, sum fekk ordiligt lív í fjøldina. Tað er ringt at ímynda sær, at Brian McFadden hevði megnað at fara á pallin aftan á Týr. Bólkurin hevur seinnu árini tikið seg nógv fram, og kvæðini fingu á seinnu fløguni "Eric The Red" ein enn størri leiklut í tónleiki- num. Í tungmálmsheimi- num hjá Týr riggar hetta ótrúliga væl. Bólkurin er stutt sagt ein knasandi góð- ur og sera egin tungmálms- bólkur. Teir liva fyri tón- leikinum, og ganga upp í tað við hjarta og sál, tað er ordiliga stuttligt at síggja hvussu nógv teir meina tað. Upp á gólv Tónleikurin var blúskendur genturokkur, við fangandi niðurløgum og nógvari orku, men orkan hvarv tí ljóðið var alt ov spakuliga frá Hail to the Hammer gjørdist eitt slag av hæddarpunkti. Lagið er eitt gott gamalt tungmálmslag, og varð framført við rætta tungmálmsanda