týsdagur 9. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 148 - 9. august 2005
Ein annars góð kon-
sert við Shakin’
Stevens endaði pín-
liga, tá ein eitt sindur
ov gamal Shakin’
Stevens ikki rakti ein
einasta reinan tóna í
sínum nýggja hitti
"Trouble".
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Áskoðararnir vóru sera
nógvir á Vágsbøi framman
fyri stóra pallin, tá Shakin’
Stevens sendi Kára Sólstein
á pallin at siga fólki, at tey
ikki sloppu at taka myndir
av sínari hetju. Fólk flentu
bara, hildu Kára vera stutt-
ligan, og hann mátti endur-
taka og hótta við, at mynda-
tólini vórðu tikin frá fólki,
um tey tóku myndir.
Hóast boðini tyktust eitt
sindur fjákut og sjálvhátíð-
arlig, so var hetta longu
gloymt, tá fyrstu tónarnir
frá tí væl smurdu rokk’n
roll maskinuni brakaðu úr
hátalarunum.
Bólkurin
spældi øgiliga væl, allir í
svørtum klædningum og
100% kekkaðir. Tá Shakin’
kom á pallin, fór alt á kók.
Fjøldin var tendrað og tyst
eftir Shakin’. Hann var væl
fyri, og sang væl og dans-
aði, sum bert Shakin’
Stevens dugir.
Fremsti partur av áhoyr-
arunum var fyrst og fremst
konufólk 40 ár og eldri, og
hetta var akkurát nakað fyri
tær, sum ein teirra fortaldi
mær aftan á konsertina.
Løg, sum "Mary Mary",
"Oh Julie", "You drive me
crazy" og hansara fyrsta
nummar 1 á hitlistanum í
Bretlandi "Hot Dog", fingu
alt at kóka. Her vóru ótelj-
andi kend løg, framførd
meistarliga, og við nógvari
orku.
Shakin’
Stevens
svingaði og dansaði, sum
ein ungur maður. Men aftan
á eina løtu, byrjaði orkan at
minka. Bólkurin spældi enn
væl, men røddin rakti verri
og verri røttu tónarnar. Í
einum lagi hvarv Shakin’
av pallinum, meðan bólkur-
in spældi víðari eina løtu,
um hann fór út at fáa sær
ilt, ella okkurt annað at
styrkja seg við, er ikki til at
vita.
Hann megnaði ígjøgnum
skránna, uttan at tað gjørd-
ist heilt pínligt, men tá
hann kom út at spæla eyka-
løg gekk verri. Fyrst spældi
hann "This Ole House" og
tað gekk rímiligt, eingin ivi
var um, at hetta var løtan
fólk bíðaði eftir, og fólk
brølaði við, men Shakin’
ljóðaði slitin. Annað eyka-
lag var nýggja hittið hjá
Shakin’ hansara tolking av
"Trouble" hjá Pink, og nú
stóð illa til, tað er ivasamt
um Shaky rakti ein reinan
tóna í lagnum, og kórrødd-
irnar vóru líka falskar. Tað
var heilt øgiliga pínligt, og
enn verri var, at hann ikki
bara gavst, hann spældi enn
eitt lag, sum hann kláraði
eitt sindur frægari, men
slettis ikki væl.
Konsertin var góð fyrstu
longu løtuna, og gjørdist
ikki ordiliga ring fyrr enn í
eykaløgunum, men keðiligi
endin oyðilegði nógv fyri
heildarupplivingina.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jákup Marner Anthonius-
sen hevur verið frálíka
sangrøddin í bólkum sum
Blátt og Les Iles Feroes,
men áðrenn hetta, var hann
við í Science Fiction. Leyg-
ardag seinnapart, eitt sindur
seinkaðir
orsakað
av
streymsliti á stóra palli-
num, fóru Science Fiction
aftur á pallin- Eitt sindur
eldri og við onkrari útskift-
ing, men still going strong.
Framførslan gjørdist ein av
betru framførslunum á árs-
ins Summar Festivali.
Konsertin var ein ferð
ígjøgnum tilfar hjá Science
Fiction, Blátt og Les Iles
Feroes, við eini góðari
grund av gomlum kendum,
kryddraðari við spennandi
nýggjum løgum, sum vístu,
at hetta eru menn, sum enn
duga at skapa góðan tón-
leik.
Konsertin byrjaði eitt
sindur haltandi, fyrsta lagið
var rættuliga ringt, og fyrsti
tankin hjá mær var, at Ják-
up Marner Anthonuissen
var versnaður nógv sum
sangari. Hetta var tó bert í
fyrsta lagnum, longu í
næsta lagi var røddin heit,
og hann sang aftur sum
fyrsta dagin. Hann er væl-
signaður við eini ótrúligari
songrødd, og hon slapp
ordiliga til sín rætt.
Nýggju løgini ljóðaðu av
Science Fiction, men alíka-
væl slettis ikki. Tey vóru
nógv meira modernaði og
ljóðaðu av 2005, við frekari
og meira eksperimenter-
andi melodilinjum, sum tó
enn vóru sera fangandi.
Okkurt av teimum nýggju
løgunum, kundi verið bet-
ur, serliga "Still standing
around" sum hevði fleiri
góð elementir, men sum lag
virkaði tað rættuliga leit-
andi.
Í lagnum "Don’t turn the
blind eye" varð ein grunn-
leggjandi trupulleiki hjá
bólkinum sera týðiligur:
Teir ensku tekstirnir eru
ikki serliga væl skrivaðir,
teir tykjast eitt sindur pín-
ligir, og hava als ikki sama
vakra flótandi mál sum før-
oysku tekstirnir. Tí er tað
synd, at teir ikki halda seg
til føroyskt.
Nýggja lagið um Romeo
og Juliett, hevur alstórt hitt-
potentiali, á hesum lagnum
sang Tóra við Keldu við.
Hon syngur sera væl, og
røddin riggar væl saman
við tí hjá Jákup Marner.
Hon tyktist tó eitt sindur
illa við, av at verða á palli-
num framman fyri so nógv-
um fólki, og serliga í teim-
um pettunum, tá hon ikki
sang, visti hon ikki, hvat
hon skuldi gera ella kanska
ikki gera.
Hon var eisini við á
gamla lagnum "Like a
slave" og á Blátt klassikara-
num "Til allar vinir" og "Tú
brennir so í mær", og her
var syngið við faktorurin
høgur.
Sum heild var konsertin
sera góð, og endin var eitt
brak, við tittullagnum á
fyrra bandinum "The Runa-
ways"
og
einum
"Í
skúri/Hesir
brimbardu
klettar" lagatyssi. Sum fólk
dámdu so væl, at tað var
spælt umaftur sum eykalag.
Shakin’ in Deep Trouble
Science Fiction vóru herligir
Løg, sum "Mary Mary", "Oh Julie",
"You drive me crazy" og hansara
fyrsta nummar 1 á hitlistanum í Bret-
landi "Hot Dog", fingu alt at kóka