týsdagur 9. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 9. august 2005
21
Straight Ahead var
eitt av forvitnisligu
nøvnunum, ið fór á
pallin á Summarfesti-
valinum. Og teir
sungu Komið Øll Við
og fingu óivað nærum
hvønn einasta festi-
valgest við sær
SUMMAR-
FESTIVALURIN 05
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Klaksvíkingar hava í fleiri
áratíggju rópt seg føroyska
tónleikahøvuðsstaðin ella
føroyska Nashville. Og við
rætti. Ì nógv ár eru størstu
nøvnini innan tónleik kom-
in úr Klaksvík.
Og hetta gevur teimum
ein gyltan møguleika at
grava garvaðar rockarar
fram aftur og aftur í ár nýtti
Summarfestivalurin hendan
møguleikan. Og tá leitast
skal aftur í sjeytiárini, so
slepst ikki undan Jørgin
Dahl.
Hesaferð stóð hann á
odda fyri Straight Ahead,
bólkurin, sum setti standar-
din í sjeytiárunum og sum
við Veðraplátuni setti sær
ein tann størsta varðan í
føroysku rocksøguni.
Bólkurin hevur ikki spælt
nógv, síðani teir fóru hvør
til sítt í 1978. Bert einaferð
aftur fóru teir á pall, nevni-
liga í 1989.
Hvat fólk væntaðu sær av
gomlu
rockveteranunum
veit eg ikki. Sjálvandi hava
tey flestu hugsað um gomlu
slagararnar, so sum Komið
øll Við, Tú Veitst og Head-
ing for Disaster.
Og gomlu hittini – harav
okkurt er endurinnspælt av
øðrum bólkum- liva enn
millum manna, tað gjørdist
heilt greitt á Summarfesti-
valinum í ár.
Streymurin fór
Manningin var eitt sindur
broytt. Eini 3 av uppruna-
manningini vóru við og
sjálvandi við Jørgen Dahl í
oddinum.
Talan var um eina fram-
førslu, sum átti stóran part
av tí orku, ið skal til slíkan
tónleik. Myrki trummuleik-
arin setti veruliga dám á.
Ikki minst, tá streymurin
fór á pallinum og øll orka
varð tikin frá bólkinum. Tá
tók hann, sum onki var
hent, og spældi víðari á síni
mongu
ásláttursljóðfør,
eins og hann eisini var sera
dugnaligur at fáa fjøldina
við sum heild.
Mikkjal Hvannastein er
ung-ur guitarleikari, men
slapp veruliga at royna seg
og fekk rúm og tíð undur
fremstu pallperunum. Og
hann takkaði við frálíkum
guitarspæli.
Allar tær góðu gomlu løt-
urnar komu aftur við tón-
unum frá sjeytiárunum. Og
hetta gjørdist ein løta og ein
konsert, ið var júst soleiðis,
sum slíkar eru og eiga at
vera.
Nostalgi. Tað er nokk
orðið, ið best lýsir løtuna.
men hetta er ikki nakað
keðiligt, tí tá okkrut gerst
nostalgi, so prógvar tað
bert, at tað hevur livað og
yvirlivað tíðarinnar tonn.
Og at tað ikki fór í gloymi-
bókina, men heldur hevði
egið lív, hóast so mangt
annað fór við tíðarstreymi-
num og sást ikki aftur.
Straight Ahead eiga løg-
ini, ið kunnu halda teimum
uppi. Og tónleikaliga rigg-
aði væl hjá teimum. Stutt-
ligt, at tað bar til at hoyra
hendan legendariska bólkin
enn einaferð.
Alt gekk so at siga í eina
hægri eind, har sjeytiárini
áttu lív í eini stak hugnalig-
ari og hugvekjandi løtu á
Vágsbø.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lawetz spældu rættuliga
tíðliga fríggjakvøldið, men
alíkavæl var rættuliga nógv
fólk savnað í 1000 fermetr-
ar stóra flaggsteltinum. Tó
ikki nóg nógv fólk til at
ljóðmyndin gjørdist nøkur-
lunda góð. Teltið hevði ein
keðiligan eftirklang, sum
fekk flestu bólkarnar, sum
spældu har, at ljóða óneyð-
uga illa, tó betraðist ljóðið
alt fleiri fólk vóru í telti-
num.
Glaði og festligi poppur-
in hjá Lawetz legði upp til,
at tónleikurin var hart frá,
og hetta fekk ljóðið at
versna enn meira. Ljóð-
maðurin Alexander Gaard,
sum telist millum bestu
ljóðmenn
í
landinum,
stríddist fyri at fáa tað at
ljóða væl, men til fánýtis.
Ringa ljóðgóðskan og tað
rættuliga ósjarmerandi um-
hørvið í teltinum var ein
vána karmur fyri ein av
teimum mest spennandi
føroysku bólkunum. Men
bólkurin kom væl frá upp-
gávuni.
Spæligleði og góð løg
eyðkendu
framførsluna.
Tónleikurin var eitt sindur
80’ara kendur poppur á ein
modernaðan
hátt,
við
tveimum blásarum, tveim-
um gittarum, bassi, trumm-
um, sangi og kóri, var ljóð-
myndinn bæði festlig og
stór. Tilfari var nýtt tilfar,
og tilfar vit kenna frá Prix
Føroyar undankappingun-
um í ár og fyrra árið.
Serliga vóru tað løgini
Completely og Glasbúrið,
sum bæði hava verið á 15
teimum bestu, ið fingu lív í
áhoyrararnar. Lawetz eru
tíanverri ikki so virknir á
konsertpallinum, og tað var
tí eitt kærkomið høvi at
hoyra teir. Hetta vóru
áhoyrararnir kanska greiðir
yvir, tí teir vildu illa sleppa
bólkinum av pallinum aft-
ur, og "umaftur" rópini
rungaðu í teltinum, men
Lawetz høvdu ikki nakað
eykalag at spæla, so tað
varð av ongum.
Øll komu við
Festligur Lawetzpoppur
Tá leitast skal aftur í sjeytiárini, so
slepst ikki undan Jørgin Dahl.
Hesaferð stóð hann á odda fyri
Straight Ahead, bólkurin, sum setti
standardin í sjeytiárunum
Glaði og festligi poppurin
hjá Lawetz legði upp til, at
tónleikurin var hart frá