Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 148 - 9. august 2005 Síðsta navn, sum kom á festivalskránna, var Hanus G. Johansen. Tað kom so seint, at tað kom ongantíð í prentaðu skránna, men tó fegnaðust mong og tað var eis- ini ein stór fjøld, sum savnaðist um lítla pallin, tá Hanus fór á pallin SUMMAR- FESTIVALURIN 05 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nógv fólk nýttu høvið at hoyra Hanus G. Johansen, sum fór á lítla pallin á Summarfestivalinum. Han- us eigur evnini at raka beint, tá hann ger løg, og føroyingar hava tí tikið hann til sín. Hanus hevur spælt seg so beint inn í føroysku fólka- sálina. Og nógvar føroyskar sálir savnaðsut eisini kring lítla tjaldið við stóra troubadourinum. Og hann kvittaði við teimum mongu sangblóm- unum, ið hann hevur á síni skrá, og tí gjørdist hetta ein góð løta, har vit aftur sluppu at hoyra Hanus, sum annars ikki hevur verið nógv frammi í eina tíð. Eyðun og Terji Eyðun og Terji áttu tørn á pallinum í tjaldinum. Har var eisini sera nógv fólk komið saman at hoyra hes- ar báðar, sum bæði saman og hvør í sínum lag hava skrivað so nógvar sangir, sum eru vorðnir fólkaogn. Og teir báðir eru millum royndastu og virknastu tón- leikararnar og skuffaðu heldur ikki á Summar Festivalinum. Blómur frá Hanusi Brandur Enni fór á Flagspallin í stóra tjaldinum á Summar- festivalinum. Og hann er ein barna- stjørna, sum er vaksin við uppgávunum og gávunum, og er í dag ein dugnaligur ung- lingi, ið er betri enn nakrantíð SUMMAR- FESTIVALURIN 05 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað hevur verið stilli kring Brand Enni í eina tíð. Hann fór á pallin á Summarfesti- valinum og hetta gjørdist ein rættiliga góð konsert. Ragnhild Ellingsgaard kom á pall og greiddi frá um Brand og um nýggju ætlanirnar, ið m.a. fevna um, at Brandur nú fer til Svøríkis í upptøkuhøli har. Tjaldið fyltist skjótt av bæði yngri og eldri lurtar- um. Brandur legði fyri við einum lag, sum er sett til orð hjá Pól F. Joensen. Tað er Hanus G. Johansen, ið hevur gjørt lagið, men hetta er ikki eitt lag, sum er kent millum manna. Tað er við heitum rútmum - calypso- kent - og riggaði stak væl og eitur Lívið er sum eitt kertuljós. Brandur Jacobsen, Eyð- un Nolsøe, Bjarki Meitil og Tróndur Enni leiktu undir hjá Brandi Enni og á skránni vóru løg hjá Tim Christensen, Deep Purple og so sjálvandi tey mongu løgini, sum vit kenna frá Brandi sjálvum, so sum Heimið og Perfect Summer. Tað riggaði væl hjá mann- ingini og hjá Brandi og eis- ini ljóðið í tjaldinum var gott og gjørdi hetta til eina góða konsert. Tað var roykur og fýr- verk, tá Dynamitt fór á pall sum síðsti bólk- ur á Summarfestivali- num. Teir siga hetta var teirra síðsta fram- førsla SUMMAR- FESTIVALURIN 05 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nógvur roykur og eyð- kenda útvarpsrøddin hjá Fróða Løkságarð byrjaðu framførsluna hjá Dynamitt. Greitt varð frá um uppfinn- aran Nobel, og so um tað hann uppfann; Dynamitt. So kom ein orkufull framførsla, har løg sum Eia Umba (ella hvussu tað nú stavast), Omman við Gjógv, Tú er bangin, Gev mær eina øl og so okkurt stillari lag komu í eini sannari hittrøð. Grøv nummar 13 var so eykalag, tí tað vildi kók- andi fjøldin hava frá hesum bólkinum, sum nú tóktist meira professionellur, enn nakrantíð fyrr. Og meðan fjøldin sang; Vit vilja ongantíð doyggja, endaði framførslan hjá Dynamitt, meðan stórfing- ið festivalfýrverk setti punktum fyri Summar Festivalin 05. Dynamitt endaðu við einum braki Brandgóð konsert í tjaldinum Veðrið ikki alt at siga Summar festival- urin 2005 setti met og omanfyri 8000 fólk savnaðust um tónleik og hugna. Fyrireikararnir meta, at hetta helst er størsta mann- fjøld í Norðoyggj- um nakrantíð SUMMAR- FESTIVALUR 05 dagfinn@sosialurin.fo Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eru væl nøgdir við til- takið um vikuskiftið. Eini 8000 fólk vóru á festivalinum og er tað met og harvið størsta tónleikatiltak í Føroy- um nakrantíð. - Eg haldi eg tori at siga, at hetta er størsta mannfjøld í Norðoyggj- um nakrantíð. Vit eru nøgd við, at so nógv vitjaðu, men tað hevur eisini nógv at siga, at alt gekk friðarliga fyri seg. Fáar fráboðanir vóru til løgreglu og sjúkrahús og stjørnur- nar komu, gjørdu sítt og sluppu avstaðaftur í øll- um góðum, sigur ein av fyrireikarunum, Stein- tór Rasmussen. Læruríkt Hann metir eisini, at festivalurin í ár var læruríkur, tí tað er nú prógvað, at veðrið hev- ur ikki alt at siga. Tað var nevniliga regn og sirm stóran part av fríggjadegnum og leyg- ardegnum, men leygar- kvøldið gjørdist eitt sindur betri og sunnu- dagin skein sólin. - Tað er sjálvandi heppið hjá teimum, ið hava ligið í tjaldi og hjá teimum, ið eru komin í báti, sigur Steintór. Hann fegnast um, at so nógv leitaðu sær til Klaksvíkar, men er líka fegin um, at fólk hugn- aðu sær, at alt gekk væl og at fólk lata væl at og at fleiri longu nú gleða seg til næsta Summar- festival. Tað riggaði væl hjá manningini og hjá Brandi og eisini ljóðið í tjaldinum var gott og gjørdi hetta til eina góða konsert. Hanus hevur spælt seg so beint inn í føroysku fólkasálina