týsdagur 9. august 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 • týsdagur • 9. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyrrverandi VB spæl-
arin hevði verið á
vøllinum í tíggju
minuttir, tá ið hann
javnaði til 2-2 fyri
Keflavík. Nýggi venj-
arin hjá Rógva Jacob-
sen fekk einki burtur
úr fyrstu royndini
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Tað gekk sum eftir ánni hjá
Símuni Samuelsen, tá ið
hann sunnudagin fyri fyrstu
ferð royndi seg í íslendsk-
um fótbólti, eftir at hann er
fluttur úr Vági og VB og til
Keflavíkar.
Símun var á beinkinum,
tá ið Keflavík sunnukvøldið
hevði vitjan av Þrótti úr
Reykjavík. Talan var um
málríka uppgerð, sum end-
aði 3-3.
Þróttur var frammanfyri
2-1, tá ið Símun Samuelsen
í 68. minutti varð settur á
vøllin. Símun hevði bara
verið á vøllinum í tíggju
minuttir, tá ið hann vísti,
hvussu gott máltev hann
hevur. Mótstøðumenninir
gjørdu mistak í verjuni, og
vágbingurin var skjótur at
taka av møguleikanum og
at senda bóltin í málið.
Tveir minuttir seinni legði
Keflavík seg á odda, men
fimm minuttir undan leik-
loki javnaði Þróttur til 3-3,
og tað gjørdist eisini úr-
slitið.
Keflavík er á fjórða
plássinum. Næsta sunnu-
dag skulu Símun og liðfe-
lagarnir til Reykjavíkar at
spæla móti Vali, sum er
næstfremst.
Einki við av
Hafnafirði
Rógvi Jacobsen og liðfe-
lagarnir fingu einki við sær
av Hafnafirði, tá ið teir á
Kaplakrika
vøllinum
royndu seg fyri fyrstu ferð í
landskappingini, eftir at teir
hava skift venjara, og eftir
at teir hava fingið tveir
nýggjar útlendskar spæl-
arar at hjálpa sær.
Nýggjur venjari er Sigur-
stein Gíslason, sum higartil
hevur verið ungdómsvenj-
ari í felagnum. Annar av
nýggju
spælarunum
er
kroatiski
verjuspælarin
Dalibor Pauletic. Hin er
slovenski
miðjumaðurin
Erik Krzisnik, sum tó ikki
var á liðnum hesa ferð, tí
hann var skaddur.
Úrslitið í Hafnafirði var
2-0 til heimaliðið FH, sum
framvegis er væl fremst í
Landssimadeildini. KR er á
sætta plássi.
Rógvi Jacobsen var á
vøllinum í 64 minuttir sum
miðframherji í 4-3-3 út-
gangsstøðu, áðrenn hann
varð skiftur út
Næsta sunnudag skal KR
spæla á heimavølli móti
ÍBV úr Vestmannaoyggjun-
um.
Umframt teir báðar dyst-
irnar, sum føroysku spælar-
arnir vóru partur av, vóru
tveir aðrir dystir sunnu-
dagin. ÍA av Akranesi vann
3-2 á útivølli móti Fylkir,
og ÍBV og Grindavík
spældu málleysan javnleik.
Sum eftir ánni
Hans Fróði Hansen er
fastur maður í miðverjuni
hjá Breiðablik, sum hevur
beina kós uppaftur í bestu
deildina.
Leygardagin
høvdu teir í Kópavogi vitj-
an av Þór, og Breiðablik
vann 1-0.
Hetta var trettandi lands-
kappingardysturin
hjá
Breiðablik.
Teir
hava
vunnið ellivu ferðir, tvær
ferðir hevur verið javnt, og
teir hava enn ikki tapt.
Málmunurin er 24-7. Tað
sigur ikk so lítið um styrk-
ina í verjuni, at bara sjey
mál eru farin ígjøgnum í
trettan dystum.
Breiðablik hevur 35 stig,
og teir eru sjey stig framm-
an fyri Víking, sum er
næstfremsta liðið í næst-
bestu deildini.
HB heimasíðan er
ikki blíð við venjaran,
og HB formaðurin er
samdur í útsøgnini,
men hann ætlar sær
ikki, at hendingin
skal fáa avleiðingar
fyri venjaran, sum
hann heldur, at teir
hava alla orsøk at
hava álit á
HB KIKSARI
Jóannes Hansen
HB heimasíðan er ikki blíð
við Heine Fernandez, venj-
aran hjá HB:
Tað sum alt meira líktist
trimum tryggum stigum og
einum framhaldandi 1.
plássi í Formuladeildini,
bleiv í 70. minutti púra
høvuðleyst tveitt burtur, tá
klappurin fór niður hjá
leikandi venjara okkara, og
hann fekk sær eitt bíligt og
kúbýtt reytt kort. Bert tveir
minuttir
seinni
høvdu
grannarnir javnað, og vit
høvdu ryggin móti múrin-
um restina av tíðini. Hattin
av fyri restini av manning
okkara, sum hóast stóran
mótgang stríddi seg til eina
stigið.
Hetta er skoðsmálið, sum
ein tann besta og ivaleyst
tann besta heimasíðan,
hb.fo, gevur sínum egnu og
serliga venjaranum eftir, at
hann varð rikin av vølli, og
eftir at HB fyritreytirnar
harvið gjørdust hópin tor-
førari at vinna.
B36 megnaði at javna í
tøttu og til tíðir væl spældu
grannauppgerðini,
men
B36 megnaði ikki at vinna,
hóast teir síðstu løtuna vóru
ellivu móti níggju. Harvið
hava bæði HB og B36 36
stig. Tað hevur Skála eisini.
Um HB hevði havt hildið
tørn um tepru leiðsluna, so
høvdu teir verið á odda eftir
átjan tey fyrstu umførini
við tveimum stigum aftur
til Skála og við fimm stig-
um aftur til B36.
Hvat sigur tú um skoðs-
málið hjá almennu heima-
síðuni um leiklutin hjá
venjaranum, spyrja vit for-
mannin í HB, Birgir Eng-
hamar.
HB formaðurin ynskir
ikki at siga so nógv. Hann
vil hava frið at valda kring
liðið, sum hann framvegis
heldur vera nóg væl fyri at
vinna fjórða FM heitið á
rað, men hann sigur seg
taka undir við heimasíðuni:
- Hatta var ikki serliga
heppið, og tað var eyðsýnt
fyri áskoðararnar í Gunda-
dali, hvørjar avleiðingar
hetta hevði fyri dystar-
gongdina og úrslitið. Men
eg ætli ikki, at hatta skal fáa
nakað eftirspæl. Hvat vit
innanhýsis tosa um, fer at
vera millum okkara. Heine
veit sjálvandi betri enn nak-
ar annar, at hatta ikki var
serliga heppið.
Hvat varð sagt, tá ið
spælararnir komu undir
tak?
- Einki serligt. Eg haldi,
at allir vóru fegnir um, at
tað kortini eydnaðist at fáa
eitt stig, tá ið tað nú at enda
tørnaði út, sum tað gjørdi. Í
slíkum støðum, tá ið spæl-
ararnir eru troyttir og heitir,
loysir seg ikki at siga so
nógv. HB fer at venja
klokkan seks mánakvøldið.
Tá rokni eg bara við, at teir
fara at eftirmeta og so foku-
sera upp á næstu stóru upp-
gávuna, sum verður í Runa-
vík leygardagin. Í HB hava
við tann politikkin, at
leiðslan blandar seg ikki
upp í arbeiðið hjá venjaran-
um. Tað boðar frá misáliti,
um tú blandar teg uppí. Vit
hava alla orsøk at hava álit
á Heine Fernandez. Hann
stýrdi okkum í fjør til FM
og steypasigur, og hann
hevur ábyrgdina, nú vit
framvegis eru við í FM
stríðnum, sigur Birgir Eng-
hamar.
Hvat heldur tú um lands-
kappingina?
– Hon er fantastiska
spennandi. Eg var spentur,
hvussu tað fór at taka seg
upp, nú kappingin varð so
nógv longd. Eg hevði rokn-
að við, at okkurt lið fór at
stinga av frá hinum, og at
tað harvið ikki fór at verða
so áhugavert í toppinum.
Men soleiðis hevur tað av-
gjørt ikki verið. Tað er so
spennandi, sum tað ikki
hevur verið í mong ár, og
tað er fínt, at tað eru fleiri,
sum kappast í toppinum,
sigur HB formaðurin, sum
gevur manninum aftanfyri
heimasíðuna, Marna Mort-
ensen, eitt herðaklapp fyri
tekst, myndir og ikki minst
hagtølini.
- Jú, vit eru sera fegnir
um heimasíðuna, og eg
skilji væl, at hann sunnu-
dagin skrivaði soleiðis, sum
hann gjørdi. Men nú hyggja
vit frameftir, er boðskap-
urin hjá HB formanninum,
Birgiri Enghamar.
Venjarin gav sær sjálvum reytt
Símun brúkti tíggju
minuttir til fyrsta málið
Símun Samuelsen hevði bara
verið tíggju minuttir í
íslendsku landskappingini, tá
ið hann skoraði fyri fyrstu
ferð