Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 148 - 9. august 2005 Jón Rói Jacobsen er komin fyri seg aftur, og Andrew av Fløtum tryggjaði Fremad Amager øll stigini á útivølli móti niður- flytarunum í Randers DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Andrew av Fløtum hevur allar orsøkir at hava nógv sjálvsálit í kuffertinum, tá ið hann um eina lítla viku kemur til Føroya fyri at vera við í fyrireikingunum til spennandi landsdystin móti Kypros annan miku- dag. Sunnudagin vóru teir í Fremad Amager á Jyllandi og spældu móti Randers, sum fyrr í summar flutti niður úr superliguni, og sum hevur ætlanir um at flyta upp aftur so skjótt, sum tað ber til, og tað vil siga longu eftir hetta kappingarárið. – Men tað ber ikki til at spadsera seg til uppflyting. Tað sóu vit í dag, staðfesti Randers venjarin, Lars Olsen. Tað gjørdi hann, eftir at Fremad Amger hevði vunnið 1-0. Einsamalla málið varð skorað, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og tað var Andrew av Fløtum, ið aftur hesa ferð var allar 90 minuttirnar á vøllinum, sum skoraði. Harvið hevur hann í tveimum teimum fyrstu umførunum skorað tvey mál, og hann tykist rættuliga at hava sannført venjaran, Benny Johansen, um, at hann er fremsti álos- spælarin hjá Fremad Amag- er. Ein annar føroyingur kom á máltalvuna í næst- bestu deildini. Talan var um Christian Lamhauge Holst, sum landsliðsvenjarin fyri tveimum árum síðani eina ferð gav møguleikan á landsliðnum. Lyngby flutti upp fyrr í summar. Nú eru teir í næstbestu deildini, og sunnudagin vóru teir í Århus og vitjaðu Brabrand, sum eisini fluti upp fyrr í summar. Lyngby vann 3-0, og tað var Christian Lamhauge Holst, sum skoraði síðsta málið. Jón Rói Jacobsen var aft- ur í miðverjuni hjá Frem. Teir spældu eina av klass- isku uppgerðunum í danska høvuðsstaðnum. Frem vitj- aði AB, og tað eydnaðist Jón Róa og teimum at sleppa úr Gladsaxe við øll- um stigunum. Frem vann 3- 1. Úrslitini hesa ferð spældu rættuliga við hjá Skála, sum av álv- ara legði seg út í kappingina um FM, meðan KÍ og TB nú av álvara eru kandi- datar til beinleiðis niðurflytingina 18. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Ferð varð sunnudagin sett á aftur fótbóltskappingina. Í Gundadali endaði granna- uppgerðin og oddabrakið við javnleiki. Samstundis vann Skála fyri aðru ferð í ár og fyri aðru ferð yvir- høvur í landskappingini í Gøtu. Harvið er púra javnt í toppinum. Skála, HB og B36 hava øll 36 stig, og tað ber ikki til at fáa størri spenning í. NSÍ tryggjaði sær trý stig. Harvið togaðu teir í Runavík seg tvey stig nærri havnarfeløgunum báðum. Hvussu kappingarárið fer at hilnast hjá NSÍ, og hvussu toppstríðið yvirhøvur fer at tørna út, verður ikki minst treytað av, hvussu tað fer at roynast, tá ið nítjanda um- farið sambært skipanini verður á skránni nú leygar- dagin. Tað verður spælt leygar- dagin, tí tað annan mikudag verður landsdystur. Tá fara Føroyar at spæla sera spennandi HM undankapp- ingardyst móti Kypros. Leygardagurin verður søguligur á tann hátt, at hetta fer at verða fyrsta ferðin nakrantíð, at nítjanda umfarið í landskappingini verður á skránni. Síðani besta deildin í 1988 varð víðkað at fevna um tíggju lið, hava átjan umfør verið á skránni. Nú eru 27 umfør á skránni, og leygardagin verður farið undir síðsta triðingin av landskapping- ini. Tey fýra í toppinum fara at dystast innanhýsis leyg- ardagin. Optimali odda- dysturin verður á Skála, har B36 fer at vitja fyri aðru ferð í ár. Fyrru ferðina var úrslitið 1-1. NSÍ fer fyri fyrstu ferð í ár at fáa vitjan av havnarfelag. Teir í Runa- vík hava tvær ferðir verið í Havnini og spælt móti B36 og tvær ferðir hava teir verið í Gundadali og hitt HB. Nú skulu havnarfeløg- ini til Runavíkar. Leygar- dagin verður tað HB, og annan sunnudag skal B36 spæla við Løkin. At B36 skal spæla á Skála og HB í Runavík leygardagin ber við sær, at tað fyri aðru ferð í ár ikki verður 1. deildarfótbóltur í Gundadali. Tað er sjáld- samt. NSÍ fekk trý stig móti KÍ. Um tað fer at eydnast teim- um at fáa fulla úrtøku burtur úr báðum royndun- um á heimavølli móti teim- um úr høvuðsstaðnum, so kann tað fara at gerast heilt spennandi hjá Trygva Mortensen og hansara monnum. EB/Streymur skal heldur ikki undirmetast. Teir eru tíggju stig frá heiðurs- merkjunum, sum teir fram- vegis eiga til góða at vinna. Men EB/Streymur eigur heimavøll á móti HB, B36 og SKÁLA, og soleiðis sum teir leikaðu í fyrra partin av uppgerðini móti VB, so skulu teir í Sunda- lagnum ikki avskrivast. Eftir átjan umfør eru tað tó tey trý ovastu, sum mugu metast at vera bestu boðini upp á meistaraskapin. Hesi trý feløgini tykjast eisini at vera rættuliga væl fyri, hvat fólki viðvíkur. Skála og B36 spældu sunnudagin við teimum liðunum, sum hava borið teir fram til góðu støðurnar, sum tey eru í. Hjá HB stóð eitt sindur verri til við fólki. Teir vóru noyddi at umskipa mið- vøllin, men tað tóktist ikki bila. Málskjúttin, Vagnur Mohr Mortensen, hevur ikki spælt nógv í ár orsaka av skaða, men hann stóð seg væl, og tað gjørdi Svenn Dam Jacobsen, sum rættuliga tykist vera komin fyri seg, eisini. Færri í botninum Lakasta árið nakrantíð hjá KÍ var í 1988. Tað plagar at verða sagt, at ta ferðina vóru teir bara hondsbreidd frá at flyta niður. Hetta árið spældu teir sjey lands- kappingardystir á tað uttan at fáa fulla úrtøku. Hetta keðiliga metið hjá klaks- víkingum fall sunnudagin. Dysturin móti NSÍ var tann áttandi landskappingar- dysturin á rað, at KÍ ikki fekk fulla úrtøku! Serliga í 2. hálvleiki í Runavík sást á KÍ hugburð- inum, at álvarin er um at ganga upp fyri teimum, og tá ið liðið verður tikið mann fyri mann, so er tað óskiljandi, at KÍ skal vera so illa statt. Stóri trupul- leikin hjá KÍ nú tykist vera, at teir megna ikki at skjóta mál. Í átta teimum seinastu royndunum hava teir bara skorað fýra mál - tilsaman! Mótstøðumenninir hava fingið 21. TB er undir liðini á KÍ. Tað eru hesi bæði heiðurs- krýndu feløgini, sum í løtuni eru uppløgdu kandi- datarnir til beinleiðis niður- flytingar plássið. Tvørá- menn taptu fyrra so at siga finaludystin 1-0. Seinna royndin verður, tá ið KÍ leygardagin fer at spæla á Sevmýri. Málleysur javn- leikur kundi verið upp- lagdur, og hjá møguligum tapara fer at síggja heilt illa út. Fýra tær næstu ferðirnar skal TB spæla móti HB, NSÍ, B36 og EB/Streymi! Hjá KÍ sær tað sambært støðutalvuni ikki stórt lætt- ari út næstu vikurnar. Men um klaksvíkingar skulu hugsa um at bjarga sær, so mugu teir ivaleyst savna sær stig, áðrenn kappingin verður alt ov gomul. Í trim- um teimum seinastu um- førunum skal KÍ spæla í Gundadali móti B36 og HB og á heimavølli móti NSÍ. Hóast teir taptu hesa ferð, so varðveittu bæði vág- bingar og steypavinnararnir í Gøtu fjarstøðuna til botnin. Men serliga avrikið hjá VB setur spurnartekin við, hvussu teir eru fyri. Leygardagin verður innan- hýsis uppgerð millum hesi bæði feløgini í Gøtu. Fuglfirðingar draga and- an eitt sindur lættari. Teir lyftu sær trý stig frá TB og KÍ, og sjálvandi kom tað serliga væl við, at teir aftur lyftu sær upp um grannar- nar úr Gøtu, sum á Ólav- søku tóku steypið frá teim- um. Bæði í toppinum og botn- inum er spenningurin sera stórur, og tað fer ivaleyst at vera nógv guva undir ketlu- num upp undir næsta viku- skiftið. Brakini standa fyri framman Tveir føroyingar skoraðu Skála er nú av álvara við í kappingini um FM-heitið