Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 9. august 2005 25 Bæði HB og B36 røktu setningin um ikki at tapa. Men samanlagt munnu tey í B36 vera fegnast um javnleikin, sum kom til høldar, tá HB púrasta óneyðugt varð skert eftir reytt kort FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fyri aðru ferð í ár spældu tey bæði stóru havnarfeløg- ini javnleik. Tað var kanska heldur ikki tað mest óvænt- aða úrslitið um vikuskiftið, men í øllum førum mundu áskoðararnir halda seg hava verið vitni til eina betri fótbóltsuppliving hesaferð sammett við hana fyrr í ár, tá 0-0 varð endaliga úrslit- ið. HB treivst í trýstinum Fyrst og fremst, so var dysturin meira undirhald- andi hesaferð, tí liðini ikki høvdu ovurstóru virðing fyri hvørjum øðrum. Sjálv- andi vórðu øll fyrilit ikki tveitt fyri borð, men bæði liðini royndu at spæla seg fram til nakrar møguleikar, og sum dysturin leið, so var tað serliga B36, sum tóktist átaka sær skapandi leiklut- in. Júst hetta tóktist tó eisini vera nakað, sum HB’arnir tivust sera væl við. Teir royndu at skipa verjuspælið best møguligt, og tó at nógv gekk fyri seg kring HB- brotsteigin, so var tað bara í einum tveimum førum, at veruligur vandi var á ferð. Og í hinum endanum høvdu teir reyð/svørtu tveir risa møguleikar at leggja seg á odda. Ikki minst mundi Bárður Mortansson iðra seg um, at hann púra blankur sendi mest sum beint í krovið á Jákupi Mikkelsen, og ein hart kroystur Rúni Nolsøe var óheppin, tá hann sendi á tvørtræið dygst undan steðginum. Men mál komu so eingi. Heldur ikki hóast Tór-Ingar Akselsen í tveim- um førum sendi hornaspark somikið nær málinum, at tað var um reppið at fara beinleiðis í kassan. Málið Kanska vóru HB-møgu- leikarnir viðvirkandi til, at B36 slepti eitt sindur í framrættaða partinum av spælinum. Í øllum førum tóktust teir ikki hava sama flogið og somu ferðina á spælinum í løtunum undan og eftir steðgin. Teir tóktust ikki hava hug at flyta spælið longur niðan á vøllin, og efitr 10 minuttum av seinna hálvleiki, hevði Vagnur Mohr Mortensen eisini lagt HB á odda, tá hann tveitti seg fram og stútaði eitt púra óvæntað innlegg frá Bárður Mortansson í kassan. Óvæntað innlegg, tí tey flestu - eisini Jákup Mikk- elsen - mundu haldan bóltin fara útav, tá Bárður fekk skavað bóltin innfyri. Tápuligt reytt kort Og so tóktist HB hava full- komuliga tamarhald á dyst- inum. B36 royndi at flyta seg longur niðan aftur, men fyri tað mesta var mót- støðan ov væl skipað, og tí hevði dysturin spakuliga hug at doyggja. Men venjarin hjá HB setti av álvara lív í aftur. Hann hevði ikki verið langa tíð á vøllinum, tá hann í hornatøkum við Berg Mid- jord slongdi álbogan eftir B36 spælaranum. Og so var bara ein vegur - beint undir brúsuna. Og so tendraði B36 av álvara. Bara tveir minuttir gingu, áðrenn innskifti Óbi við einum frálíkum málið hevði minkað um munin, og í yvirtali royndi árs- talsfelagið av øllum alvi at trýsta. Tá Jóhannis Joensen nakað seinni keikti sær fótin, vóru allir skiftis- møguleikar uppbrúktir, og tí var tað í veruleikanum við 9 móti 11, at meistarar- nir royndu at verja seg sein- astu løtuna. Tað gekk eisini, men í løtum stóð heilt nógv á. Fleiri ferðir var talan um spentar støður í og kring brotsteigin, men mál komu ikki. Rættvíst úrslit Tað gav so enn ein javnleik millum liðini bæði, og groft sagt, so munnu báðir partar helst vera nøgdir um hetta. Týdningarmest av øllum mundi í øllum førum vera, at dysturin ikki varð taptur, og tí setninginum rukku báðir partar altso. Men sum dysturin leið, so skerst ikki burtur, at tey í HB mundu iðra seg mest. Ikki minst um býttisliga reyða kortið hjá venjaranum. Hinvegin mundu tey í B36 eisini iðra seg, um at trýstið móti níggju HB’arum ikki kast- aði meira av sær. Hvussu var og ikki. So fingu liðini hvør í sínum lagi tað, sum tey komu eftir, og tað samsvaraði eis- ini rímiliga væl við tað, sum tey høvdu uppiborið. HB-B36 1-1 (0-0) 1-0:Vagnur M. Mortensen, 54 1-1: Obele Okeke Onyebuchi, 72. HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen (Heine Fernandez,55.),Jóhannis Joensen,Rasmus Nolsøe,Janus M. Joensen - Rúni Nolsøe, Svenn F. Jacobsen, Vagnur M. Mortensen (Rókur Jespersen, 75.) - Bárður Mortansson (Hendrik Rubeksen,),Tór-Ingar Akselsen, Jákup á Borg. GK: Hallur Danielsen 27., Jákup á Borg 55., Rasmus Nolsøe 79., Rúni Nolsøe 87. RK: Heine Fernandez 70. B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Pól Thorsteinsson, Alex dos Santos - Niels Joensen (Obele Okeke Onyebuchi, 62.), Ingi Højsted (Heini í Skorini, 88.), Mikkjal Thomassen, Bergur Midjord (Levi Hanssen, 80.) - Fróði Benjaminsen, Allan Mørkøre GK: Klæmint Matras, Mikkjal Thomassen Fakta um dystin HB-B36 1-1 (0-0): Útvísingin kostaði sigurin B36 tendraði rættuliga, tá HB-venjarin varð rikin av vølli – og tveir minuttir seinni javnaði júst innskifti Obi til 1–1