Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 148 - 9. august 2005 Skála liðformaðurin stýrdi seinna umfar- inum, tá ið Bogi Gregersen skoraði eitt tað vakrasta málið, sum nakrantíð er gjørt í Føroyum GÍ-SKÁLA Jóannes Hansen Hóast tað sá trilvandi út undan steðginum, og heimaliðið síðsta hálva tíman av 1. hálvleiki hevði betri tamarhald á, enn gest- irnir høvdu tað, so var eing- in ivi, tá ið stríðið var lokið. Skála eigur eitt tað besta - og kanska tað besta - fótbóltsliðið í landinum. Teir løgdu væl fyri, og tað sá út sum um, at tað skuldi ganga sum eftir ánni, tá ið Bjarni Jørgensen longu í 2. minutti hevði lagt teir á odda. Málið stóðst í sam- bandi við hornaspark. Bólt- urin varð sendur flatt inn- fyri, og eftir tvær ferðir aftur og fram smekkaði miðvallarin í høgru bóltin í kassan. Men Skála trýstið mink- aði, og síðsta hálva tíman av fyrra umfarinum var tað heimaliðið, sum hevði betri tak á spælinum. GÍ hevði so at siga ikki verið á Skála hálvuni fyrstu løtuna, men teir fótaðu sær, Sámal Joen- sen, Hanus Jacobsen og hinir fingu fatur á spælin- um, og tað tóktist sum um, at Skála, sum hevði lagt um frá 4-4-2 og til nakað, sum líktist 3-4-2-1, hevði trupulleikar at fáa spælið at rigga. Jónhard Frederiks- berg var einsamallur á toppinum, og tríggir vóru í verjuni, meðan Iulian Florescu var fluttur av vongverjanum og fram á miðvøllin í vinstru, og Hanus Thorleifsson og Bogi Gregersen vóru ímill- um miðvallararnar og fremsta álopsspælaran. Átta minuttir undan steðginum fekk GÍ úrtøku burturúr góðu løtuni. Mál- skjútti var Poul Arni Jacob- sen. Krzystof Popczynski hevði bóltin í høgru og sendi flatt innfyri, og har var álopsmaðurin framman fyri Skála verjuna. Stílur yvir tí Eftir steðgin vóru tað skálamenn, sum settu dags- skránna. Í steðginum hevði Johan Nielsen umskipað. Teir broyttu aftur til 4-4-2. Arnhold Berg hevur vunnið plássið á høgra vongverja. Rúni Rasmussen var á beinkinum fyrstu løtuna. Hann varð settur á mið- vøllin, tá ið Nenad noyddist at taka seg aftur orsaka av skaða. Eftir steðgin varð Rúni Rasmussen fluttur í kenda plássið í miðverjuni, har hann var saman við Milic Curcic, meðan Pætur Dam Jacobsen var fluttur fram á miðvøllin. Henda skipanin tóktist líka orangu littu monnun- um betur. Pauli G. Hansen svingaði taktpinnin á mið- vøllinum soleiðis, sum tað bara eru heilt fáir føroyskir spælarar, ið eru førir - um tað er nakar í landskapp- ingini - at gera tað. Hann syrgdi fyri, at bólturin ferðaðist millum viðspæl- ararnar, og hann bakkaði upp og varðveitti tilvitanina um týdningin av verjupart- inum, tá ið aðrir bjóðaðu seg til í álopspartinum. Bogi Gregersen legði Skála á sigurskós, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt, og tað var vorðið sum mál. Ivaleyst var talan um eitt tað vakr- asta málið, sum nakrantíð er skorað í føroysku lands- kappingini. Bólturin varð lyftur høgt og langt úr høgru og til handara stólp- an. Ágrýtni álopsspælarin tveitti seg og heilfluktaði afturum seg og dygst undir nærru samankomingina. Tað kann illa gerast vakrari og við betri stíli! Lagið á Skála áskoðarun- um kring vøllin gjørdist eyka gott, tá ið tað frættist umvegis útvarpið, at kapp- ingarneytarnir til FM heitið - HB og B36 - høvdu býtt stigini ímillum sín við at spæla 1-1 í Gundadali. Endaspurturin Skála hevur fingið nógv burturúr deyðbóltsstøðum í ár, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Enn eina ferð var Rúni Rasmussen á rætta staðnum røttu løtuna, eftir at bólturin hevði ferðast tvær ferðir aftur og fram. So var 3-1. Hanus Thor- leifsson varð rikin av vøll- inum, eftir at hann tvær ferðir hevði sæð gult, men tað bilti ikki hjá Skála. Jón- hard Frederiksberg, sum hevur mist álopsplássið á landsliðnum til Toda Jóns- son, staðfesti við 4-1 mál- inum, at hann framvegis hevur máltev. Hesa ferð varð hann spældur leysur av mótstøðumonnunum. GÍ hevur mist nógv fólk, og teir fara at missa upp- aftur fleiri spælarar. Sun- vard Joensen fer nú av landinum, og í næstum fer Leivur Hansen, sum hesa ferð var vongverji í høgru, sama veg. Pól Næss Joen- sen, sum GÍ hevur leigað frá HB, ætla teir í Gøtu skal verja málið á besta liðnum, sum framvegis eigur at hugsa um vandan fyri at detta ov langt niður móti heilt keðiligu plássunum. Skálamenn fóru um aftur Eiðið við trimum stigum. Fyrr í ár tóktist tað sum um, at nógvu lokaluppgerðirnar skuldu spenna bein fyri møguleikanum hjá teimum at vinna fyrsta FM heitið. Sunnudagin vunnu teir enn eina ferð á oyggjafeløgum. Eftir tveir sigrar í lands- kappingini í Sarpigerði ber ikki til at siga annað enn, at skálamenn trívast har, og nú sær tað gott út hjá Skála. Hvussu góð støðan er, fara teir at vita meiri um, tá ið B36 og HB tvær tær næstu vikurnar hava verið á Skála og spælt! Nú trívast skálamenn væl í Sarpi- gerði GÍ-Skála 1-4 (1-1) 0-1: Bjarni Jørgensen 2. 1-1: Poul Arni Jacobsen 37. 1-2: Bogi Gregersen 48. 1-3: Rúni Rasmussen 61. 1-4: Jónhard Frederiksberg 88. GÍ: Sunnvard Joensen - Leivur Hansen, Robert Rzeczycki, Kaj Ennigarð, Hans Jørgen Djurhuus - Jónreid Dalheim, Sámal Joensen, Sam Jacobsen, Hanus Jacobsen - Poul Arni Jacobsen (Magni Jarnskor, 73.), Krzysztof Popczynski Gult kort: Hanus Jacobsen, Poul Arni Jacobsen, Kaj Ennigarð Skála: Vlada Filipovic - Arnold Berg, Milic Curcic, Pætur Dam Jacobsen - Bjarni Jørgensen, Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic (Rúni Rasmussen, 36.), Iulian Florescu (Sveinur Justinussen, 84.) - Bogi Gregersen, Hanus Thorleifsson - Jónhard Frederiksberg. Gult kort: Nenad Stankovic, Milan Curcic Reytt kort: Hanus Thorleifsson - 2 gul kort Dómari: Lassin Isaksen. Fakta um dystin Bogi Gregersen skoraði eitt tað vakrasta málið, sum nakrantíð er gjørt í Føroyum, tá ið hann legði Skála framum 2-1