týsdagur 9. august 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 9. august 2005
27
Claus fekk
tríggjar
minuttir
Í Coventry vóru
teir ógvuliga fegn-
ir um, at tað
eydnaðist at fáa
eitt stig á útivølli í
fyrstu royndini í
nýggja kapping-
arárinum
ONGLAND
Jóannes Hansen
Leygardagin varð farið
undir nýtt kappingarár
í næstbestu eingilsku
deildini. Ein føroying-
ur luttekur í tí kapp-
ingini, men hansara
leiklutur var ikki so
ógvuliga stórur í fyrsta
umfarinum.
Coventry legði fyri í
torførum útidysti í
Norwich. Heimaliðið
legði seg framum í 1.
hálvleiki, men tað eyd-
naðist teimum ljósa-
bláu at javna í 2. hálv-
leiki til 1-1, sum eisini
gjørdist endaliga úr-
slitið.
Claus Bech Jørgen-
sen, sum fyrr í summar
hevur gjørt nýggja
avtalu við Coventry,
var millum teir, sum
venjarin,
Micky
Adams, hevði við í
bussinum til Norwich.
Claus hevur verið part-
ur av liðnum í flestu
venjingardystunum.
Hesa ferð var hann
tó bara á vøllinum
tríggjar teir seinastu
minuttirnar. Tað man
vera sjáldan, at føroy-
ingar spæla í sínum
feløgum frammanfyri
so nógvum áskoðar-
um, sum Claus gjørdi
leygardagin.
25.355
brúktu
seinnapartin
leygardagin til fótbólt í
Norwich.
Í Onglandi liggja teir
ikki á løtu síðuni.
Longu í kvøld skal
Coventry spæla aftur,
og tað verður eisini á
útivølli. Claus og teir
skulu til Millwall.
Heimaliðið á Mølini
gjørdi í fyrra umfar-
inum, sum teir vildu,
og tað kundu teir
ivaleyst eisini havt
gjørt í seinna umfar-
inum, men tá vóru
teir ikki sinnaðir at
gera so nógv
EB/STREYMUR-VB
Jóannes Hansen
Talan var ikki um met á
Mølini á Eiði sunnudagin,
men úrslitið var ikki av
teimum
mest
vanligu.
Hvørki hjá EB/Streymi ella
VB. Vágbignar løgdu rygg
til 6-1 tap. Tað hava teir
ikki gjørt síðani teir á úti-
vølli í 2002 taptu 6-0 á úti-
vølli móti B36.
EB/Streymur hevur bara
eina ferð vunnið so stóran
sigur áður, sum teir gjørdu
hesa ferð. Tað var í fjør, tá
ið teir vunnu 7-0 á heima-
vølli móti ÍF.
Hvussu stórur sviðin hjá
vágbingum er, eftir at teir
hava mist Símun Samuel-
sen, ber ikki til at siga eftir
ferðina á Mølini. Har var
støðan so mikið vánalig hjá
VB, tá ið fyrra umfarið var
hálvrunnið, at tað ber illa til
at ímynda sær tað verri.
Í 24. minutti økti EB/
Streymur til 4-0. So var
spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin skuldi verða..
Undan steðginum fingu teir
eitt mál afturat, og tá ið teir
sjey minuttir eftir steðgin
vunnu teir í tenis hugtaki
fyrsta sett við eggi, lúrdi
møguleikin fyri orduligum
skrædli.
Soleiðis endaði tað ikki.
Men tað var ikki VB, sum
megnaði at spenna seg út
og at svara aftur.Vágbingar
tóktust framvegis at vera í
summarfrí, og serliga í 1.
hálvleiki var tað heilt galið
á miðvøllinum, tá ið tað
ráddi um verjukenda partin.
Heldur var tað heima-
liðið, sum meiri ella minni
gav uppat at spæla. Stigini
vóru komin innanborða,
málmunurin var góður, og
heldur enn ágangandi spæl
og harvið møguleikar fyri
uppaftur fleiri málum og
uppaftur størri sigri, so var
talan um sunnudagshugna í
góðveðrinum.
Málini
Higartil í ár hevur tað verið
ógvuliga soltið hjá Sonna
L. Petersen og Sorini Angh-
el, sum í fjør vóru topp-
skjúttar.
Hesa ferð fingu teir báðir
væl upp á loggið. Sorin,
sum átjan minuttir undan
leikloki fór av vøllinum, tí
hann hevði fingið lítlan
snudd, skoraði tvey tey
fyrstu málini.
Piotr Krakowski hevði
umskipað
liðið
nakað.
Ronnie Samuelsen, sum
skuldi vera við, gav avboð,
tí hann hevði smávegis
trupulleikar við lærkrikan-
um, og Brian Olsen, sum
eisini skuldi vera við, hevði
eisini givið avboð orsaka av
skaða.
Hesa ferð var Bárður
Olsen aftur undir liðini á
Marna Djurhuus á sentrala
miðvøllinum, og enn eina
ferð vísti Bárður, at hann
hevur fín fótbóltsevni. Knút
Vesturtún, sum var í høgru
á miðvøllinum, átti inn-
leggið til fyrsta málið, sum
Sorin Anghel stútaði fram-
við Bjarna Johansen.
Sorin átti eisini næsta
málið, og tá vóru sjey
minuttir afturat farnir. Eftir
langt innkast frá Gert Han-
sen, royndi Bárður Olsen
móti málinum. Bjarni Jo-
hansen hálvbjargaði, og
Sorin var fyrstur á returin-
um.
Vágbingar vóru heitt
tiknir, og tríggjar minuttir
seinni var 3-0. Jóhann á
Stongum sendi høgt og
langt av vinstra vongverja.
Álopsspælararnir
høvdu
drigið VB miðverjarnar við
sær, og so var miðvallarin
Bárður Olsen púra leysur,
tá ið hann lyfti bóltin upp
um VB málverjan.
EB/Streyma spælararnir
vóru illa eftiransaðir. Teir
hava góð fótbóltsevni, og
teir spældu væl, men tað
eigur at verða tikið við, at
teir so at siga gjørdu, sum
teir vildu. Í 24. minutti kom
Sonni L. Petersen upp í
part, tá ið hann økti til 4-0.
Knút Vesturtún spældi av
miðásinum og í høgru til
Sonna L. Petersen, sum var
púra blankur, tá ið hann
setti framvið VB malverj-
anum.
Síðsta
málið
undan
steðginum skoraði miðvall-
arin í vinstru Hans Pauli
Samuelsen. Eftir langa
sending inn um verjuna
tøvdi Bjarni Johansen eitt
vet. So var Hans Pauli
fyrstur á bóltinum, og har-
við var EB/Streymur á
odda 5-0.
Sjey minuttir eftir steðg-
in royndi Sorin Anghel
móti málinum. Bjarni Jo-
hansen hálvbjargaði, og
Sonni L. Petersen var
fyrstur á returbóltinum.
Eyðmýkingin
mundi
kennast ivaleysa stór hjá
VB, sum legði fyri í 4-3-3
uppstilling, men síðani
togaði meiri í bremsuna
fyri at avmarka tapið. And-
ers Sørensen í miðverjuni
vísti tað, sum tað kann
roknast við. Annars var
talan um offday so at siga
yvir alla linjuna.
Tíbetur fyri VB minkaðu
teir á heimaliðnum um
ferðina. VB hevði onkra at-
sókn, og fýra minuttir und-
an leikloki eydnaðist tað
Poul N. Poulsen at pynta
um fyri VB, tá ið hann við
góðum langskoti uttanvert
brotsteigin sendi framvið
René Tórgarð, sum ikki
hevði havt so nógv at gera í
EB/Streyma málinum.
Vágbingar ikki
komnir úr summarfrí
EB/STREYMUR-VB 6-1 (5-0)
1-0: Sorin Anghel 7
2-0: Sorin Anghel 14.
3-0: Bárður Olsen 17.
4-0: Sonni L.Petersen 24.
5-0: Hans Pauli Samuelsen 40.
6-0: Sonni L. Petersen 52.
6-1: Poul N. Poulsen 86.
EB/STREYMUR: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø,
Andrej Pacek, Jóhann á Stongum - Knút Vesturtún
(Esmar Eiðisgarð, 65.), Marni Djurhuus (Fróði
Clementsen, 56.), Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen -
Sonni L. Petersen, Sorin Anghel (Arnbjørn Hansen, 72.)
Gult kort: einki
VB:Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Suni úr Hørg,
Anders Sørensen, Jákup Olsen - Edvard Ble (Jon K.
Poulsen, 46.), Milan Kulic (Eyðstein í Lágabø, 80.), Nenad
Zivanovic - Dan Djurhuus, John Poulsen, Poul N.
Poulsen
Gult kort: John Poulsen
Dómari: Petur Reinert
Fakta um dystin
Vágbingar fingu bank á Mølini á Eiði