týsdagur 9. august 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 148 - 9. august 2005
Hóast KÍ í 2. hálvleiki
hevði bóltin væl meiri
enn heimaliðið, so var
tað NSÍ, sum átti
størstu møguleikar-
nar at gera mál
NSÍ-KÍ
Jóannes Hansen
NSÍ heldur tørn í stríðnum
við tey trý á fremstu pláss-
unum, og KÍ hongur fast á
niðurflytingar plássinum.
Tað eru tølini eftir tætta
stríðið í dýrdarveðrinum
við Løkin í Runavík sunnu-
dagin.
Uppløgdu málmøguleik-
arnir kundu teljast á aðrari
hondini, og NSÍ átti teir all-
ar. Málið fingu teir, tá ið
fyrra umfarið var knappliga
hálvrunnið. Talan var ikki
um upplagdan málmøgu-
leika, men avrikið var fínt
av Páll M. Joensen, sum
eftir sigursmál í Fuglafirði
og aftur hesa ferð saman
við HB og NSÍ hevur gjørt
av, at leigumálið skal
leingjast, so tað skal fevna
um alt hetta kappingarárið.
Møguleikin stóðst av ein-
um av stóru veikleikunum
hjá KÍ í hesum kappingar-
árinum. Klaksvíkingar vóru
á veg í álop, tá ið teir mistu
í vinstru og á miðjuni.
Bólturin vart lagdur fram
ímillum til Páll M. Joensen,
sum setti ferð á, megnaði at
halda mótstøðumenninar
aftanfyri seg, og var púra
kaldur, tá ið hann av brots-
teigar markinum setti fram-
við Meinardi Joensen, og
umvegis tvørtræið small
bólturin í vøllin innanfyri
málstrikuna.
Hinar báðu risa møgu-
leikarnar átti Ike, sum bæði
spældi rættuliga kontant og
var støðug hóttan móti ofta
kroystu KÍ miðverjuni. Jan
Andreasen vísti síni góðu
plaseringsevni, men hann
varð skjótt darvaður av, at
hann fekk gult kort og fleiri
ferðir lá á markinum til
næsta gula og harvið reyða
kortið, og Niclas Niclasen
hevði stóra uppgávu móti
skjóta Christiani Høgna Ja-
cobsen.
Fyrra førið, har Ike kundi
havt skorað, var heilt skjótt
eftir einsamalla málið. Eftir
horna var álosspælarin
nógv hægstur og stútaði úr
stuttari
fjarstøðu,
men
Meinhard Joensen megnaði
frálíka væl at refleksbjarga
til horna.
Hesa løtuna vóru boð
orduliga eftir klaksvíking-
um. Løtu seinni var mið-
verjin Óli Hansen hægstur
eftir frísparksframlegging,
men hann snittaði bóltin
dygst
omanfyri
málið.
Seinna førið, tá ið Ike kundi
havt avgjørt, var tíðliga í 2.
hálvleiki.
Klaksvíkingar
mistu, tá ið teir royndu at
spæla á egnari hálvu, og
eftir tvær sneiðingar í
brotsteiginum gjørdist Ike
púra leysur. Hann smekk-
aði til, men KÍ málverjin
tveitti seg niður og fekk
onkursvegna parera við
beinunum.
NSÍ hevði lítla lotið
undan í 1. hálvleiki, og tá ið
teir høvdu fingið málið,
vóru teir fitta løtu omaná.
Helgi L. Petersen og Jústin-
us R. Hansen arbeiddu væl
á sentrala miðvøllinum, og
í einstøkum førum komu
bóltarnir innfyri frá Páll M.
Joensen og Andy Olsen,
men uttan at serliga upp-
lagdir møguleikar spurdust
burturúr.
Eingin broddur
Serliga eftir steðgin sýndu
klaksvíkingar góðan hug-
burð, og tað sást ikki á av-
rikinum úti á vøllinum, at
teir eru botnlið. Burtursæð
frá møguleikanum, sum Ike
tíðliga fekk, so megnaði KÍ
at varðveita bóltin stórar
partar av tíðini. Teir vóru
ágrýtnir, og teir vunnu
nógvar nærdystir, men á
síðsta fjórðinginum á vøll-
inum var ikki broddur í.
Heðin á Lakjuni og Arn-
hold Joensen í borðunum
saman við teimum trimum
sentralu á miðvøllinum
løgdu fleiri ferðir innfyri,
men tað var ikki nóg stór
tyngd í, og tá ið mest um
galt, var hugflogið ikki nóg
stórt at spæla seg til møgu-
leikar og fáa bóltin inn um
Jens Martin Knudsen, sum
heilt sjáldan varð settur á
serligar royndir.
Hjalgrím Elttør royndi,
men hann var ofta rættuliga
einsamallur, og NSÍ verjan
hevði tak á honum, tá ið
hann royndi at draga fram-
við teimum.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
vórðu Ovi Nysted og
Kristoffur Jacobsen settir á
vøllin í roynd at leggja eyka
trýst
á.
Klaksvíkingar
stútaðu onkra ferðina á Jens
Martin Knudsen, og bæði
Heðin á Lakjuni og Atli
Danielsen høvdu ikki so
lítið vandamiklar frísparks-
royndir.
Fram ímóti dystarenda
gjørdist tað heldur enn ikki
órudduligt og trongt og
gnaddið og illneitingin var
ikki serliga dámlig. Nær-
dystirnir vóru nógvir og
tættir, tá ið KÍ flutti Niclas
Niclasen og síðani Símun
Joensen fram á toppin.
Stutt undan leikloki sendi
dómarin Ike av vøllinum, tí
hann skuldi hava kastað seg
í krovið á einum Niclasi
Niclasen, sum endaði á
Landssjúkrahúsinum.
Men KÍ megnaði ikki
stuttu løtuna, teir vóru fleiri
enn mótstøðumenninir, at
spæla seg til upplagdar
málmøguleikar. Eftir inn-
legg úr høgru og tvørtur um
hevði Harley Bertholdsen
roynd úr spískum, sum kitl-
aði tvørtræið, áðrenn bólt-
urin fór út til málspark.
Men tað var alt ov lítil
broddur og tyngd í álops-
partinum hjá KÍ. Hugflogið
restaði á síðsta fjórðing-
inum, og NSÍ verjan var
málrættað og gjørdi ikki
persónligu mistøkini, sum
kanska kundu havt givið
botnliðnum úr Klaksvík
møguleika at javna.
Feløgini, sum hava
føroyskar spælarar í
hópinum, eru eftir
fýra tey fyrstu umfør-
ini á teimum báðum
aftastu plássunum
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Í gjár fór Súni Olsen undir
aftur venjingarnar í Aal-
borg, eftir at hann hevur
verið í Føroyum og hjálpt
GÍ at vinna steypakapping-
ina, og eftir at hann sein-
astu vikurnar hevur verið
plágaður av liðbandsskaða.
Um Súni Olsen fer at
verða úttikin til avbjóðing-
ina, tá ið AaB sunnudagin
fer at fáa vitjan av Esbjerg,
er ivasamt. Men tað er stig
rætta vegin, at Súni nú fer
aftur at venja, og so verður
tað upp til landsliðsvenjar-
an undir venjingunum í
næstu viku at gera av, um
hann er nóg væl fyri at
spæla
landsdyst
miku-
kvøldið í næstu viku.
AaB tykist treingja til
alla ta hjálp og tann stuðul,
sum tað ber til at fáa fatur á.
Eftir fýra tey fyrstu umfør-
ini hava teir í Aalborg bara
fingið eitt stig. Hesa ferð
var bitin stórur, men tað
eydnaðist kortini AaB í 1.
hálvleiki at leggja seg á
odda 1-0 í Brøndby, og um
tað hevði viljað væl við, so
høvdu teir eisini økt til 2-0.
Men Brøndby kom fyri seg
aftur, og í 2. hálvleiki skor-
aðu teir trý mál og vunnu 3-
1.
Hin føroyski landsliðs-
spælarin í superliguni er Jo-
han B. Hansen. Leikluturin
hjá honum hevur higartil í
hesum
kappingarárinum
verið rættuliga avmarkaður.
Hesa ferð spældi Horsens á
útivølli móti FCM, sum
B36 skal takast við hós-
kvøldið. Heimaliðið vann
2-1, og Johan B. Hansen
var ikki á vøllinum.
Fyri Horsens var dysturin
søguligur á tann hátt, at
hetta var fyrsta ferðin, at
teir fingu mál í superliguni.
Horsens er aftast við einum
stigi. Tað fingu teir næst-
síðsta vikuskifti, tá ið tað
eydnaðist teimum at spæla
málleysan
javnleik
á
heimavølli móti OB.
Tað vóru teir í OB vón-
sviknir av, og teir vóru ikki
minni vónsviknir sunnu-
dagin, tá ið tað heldur ikki
eydnaðist at megna meiri
enn málleysan javnleik.
Hesa ferð var tað á heima-
vølli móti FCN.
Eisini hjá Esbjerg hevur
tað verið strevið tær fyrstu
vikurnar av nýggja kapp-
ingarárinum. Sunnudagin
glapp orduliga, tá ið vestur-
jydarnir sendu Silkeborg
norður aftur við 4-0 tapi í
viðførinum.
Í toppinum hevur um-
framt Brøndby eisini Vi-
borg fingið fulla úrtøku í
fýra teimum fyrstu umfør-
unum. Hesa ferð vunnu teir
grønu 3-1 á heimavølli
móti uppflytarunum Sønd-
erjyskE.
FCK misti fyrstu stigini
sunnudagin. Teir høvdu
vitjan av AGF, sum vann
fyrsta stigið í ár í 1-1 javn-
leikinum. FCK legði seg á
odda og hevði fleiri góðar
møguleikar at økja um
leiðsluna. Tað eydnaðist
ikki, og so tørnaði tað so-
leiðis út, sum tað so ofta
ger. AGF javnaði, og í
síðstu løtu høvdu teir
møguleika at gera sigurs-
málið. Men tað hevði verið
mest sum ov nógv av tí
góða!
Í vikuskiftinum verður
fimta umfarið á skránni.
AFG og OB skulu spæla
leygardagin, og sunnudagin
sær skráin soleiðis út: AaB-
Esbjerg, Silkeborg-Viborg,
SønderjyskE-FCK, FCN-
FCM og Horsens-Brøndby.
Súni aftur á grasinum
NSÍ-KÍ 1-0 (1-0)
1-0: Páll M. Joensen 19.
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen,Viggo
Johannesen, Óli Hansen, Jónstein Petersen - Páll M.
Joensen (Dánial Hansen, 62.), Helgi L. Petersen, Jústinus
R. Hansen, Andy Olsen - Christian Høgni Jacobsen (Kári
Hansen, 75.), Ikechukwu Onyema
Gult kort: Jústinus R. Hansen, Kári Hansen
Reytt kort: Ikechukwu Onyema 86.
KÍ: Meinhard Joensen - Leon Bjartalíð, Jan Andreasen,
Niclas Niclasen (Tórður Lervig, 86.), Harley Bertholdsen -
Atli Danielsen, Høgni Madsen, Símun Joensen - Arnhold
Joensen (Kristoffur Jacobsen, 68.), Hjalgrím Elttør (Ovi
Nysted, 68.), Heðin á Lakjuni
Gult kort: Jan Andreasen, Niclas Niclasen, Símun
Joensen
Fakta um dystin
Klaksvíkingar ganga í blindum
Tað gongur illa hjá KÍ, sum mátti leggja rygg til enn eitt tap