Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 9. august 2005 29 Fuglfirðingar vóru fyri fjórðu ferð í hes- um kappingarárinum sunnanfjørðs, og fyri triðju ferð eydnaðist at fáa fulla úrtøku TB-ÍF Jóannes Hansen Tað hevur hilnast væl hjá fuglfirðingum í Suðuroy í ár. Sunnudagin vóru teir fyri fjórðu ferð í hesum kappingarárinum sunnan- fjørðs. Í trettanda umfarin- um taptu teir 3-2 í Vági. Annars hava teir hvørja ferð fingið fulla úrtøku. Fyrst sendu teir VB úr steypakappingini, so vunnu teir fyrsta landskappingar- dystin á Vágs eiði, og hesa ferð gekk tað teimum eftir vild á Sevmýri. Veðrið var av tí besta báðar vegir, og serliga á veg norður aftur var lagið gott. ÍF hevði øll stigini í viðfør- inum. Tað var ógvuliga týdningarmikið, og tað kann seinni í heyst fara at vísa seg at vera munurin millum framhaldandi lív í bestu deildini og at flyta niður. Á veg suður høvdu teir verið eitt sindur ivasamir í ÍF. Umframt allar skaðarnar og fráverurnar, sum vórðu roknaðar upp í blaðnum leygardagin, so vóru steinar lagdir oman á byrðu. Bárð- ur á Lakjuni varð vødda- skaddur undir venjingini fríggjakvøldið, og málverj- in, Tórður Thomsen, var ikki førur fyri at spæla or- saka av liðbandsskaða í økslini. Nýggjur maður millum stólparnar var Jacob Kaas. Hann stóð seg ógvuliga væl. Á strikuni hevði hann ikki so nógv at gera, men hann var tryggur í brots- teiginum, og hann dugdi væl at spæla bóltin frá sær. Tætt og spennandi Talan var so at siga um seks stiga dyst, og tað var rættu- liga tætt og spennandi alla tíðina. TB hevði Predrag Zivkovic í miðverjuni við síðuna av Óla Johannesen. Teir stríddust við Bartal Eliasen, sum var í álopin- um, inntil tað restaðu tíggju minuttir, og Poul Ennigarð noyddist at taka seg úr stríðnum orsaka av skaða í lærkrikanum. Óli og Predrag megnaðu sína uppgávu væl, og tað gjørdu Poul Ennigarð og Símun Eliasen eisini í ÍF miðverjuni. Einasta málið kom, tá ið eitt korter var farið. Mál- skorari var Høgni Zacha- riasen, sum arbeiddi seg væl og skilagott á sentrala miðvøllinum saman við Emil Nolsøe Leifsson, sum tykist vera sannur fongur hjá ÍF at hava fingið úr HB. Málið kom í sambandi við hornasparksstøðu. Áki Petersen sendi horna inn fyri úr vinstru, og við hand- ara stólpan stakk evnaríki miðvallarin seg upp og setti krúllin undir bóltin, sum kanska kortini hevði farið í málið. Eftir steðgin spenti TB álopsbogan alt meiri. Óli Johannesen varð fluttur fram í álopið, og tað stóðust spentar støður, men tað komu ikki fleiri mál. Hóast teir høvdu bóltin nógv, so tóktist tað tungt hjá TB at skapa sær góðar málmøgu- leikar, og ÍF dúvaði upp á møguleikar at fara í snar- álop. Sylla er skjótur og góður við bóltinum, tá ið hann fer einsamallur. Tvær ferðir eydnaðist tað honum at sleppa í brotsteigin. Aðru ferðina varð brotsspark gjørt ímóti honum. Poul Ennigarð tóktist vera mið- vísur og tryggur, tá ið hann bjóðaði seg fram at av- greiða, men ólukkutíð fyri hann og ÍF, so setti vete- ranurin bóltin skeivu megin stólpan. Fyri ÍF og Poul Ennigarð, sum noyddist at taka seg aftur, var tað tó kærkomið, at ÍF verjan og málverjin hildu tætt móti heimatrýst- inum. Tí kostaði misnýtta brotssparkið ikki so nógv. Hjá TB var Dejan Tomic fyri fyrstu ferð í álopinum, har hann spældi alla tíðina. Hjá ÍF varð Sylla skiftur út, tá ið tað restaði eitt korter, og álopsspælarin enn eina ferð var skaddur. Inn fyri hann kom Dánjal Pauli Højgaard. Teir átta minutt- irnir vóru fyrsta royndin yvirhøvur í bestu deildini hjá toftamanninum, sum hevur vant við ÍF tær sein- astu vikurnar. Vålerenga megnaði bara javnleik á heimavølli móti botn- liðnum, og Rosenborg hevur sett annan venjara enn tann hjá Toda og teimum NOREG Jóannes Hansen Í gjárkvøldið var toppdyst- ur í Stavanger. Start og Todi Jónsson, sum eru oddalið, vitjaðu Viking, sum er á triðja plássinum. Í vikuskiftinum styrknaði oddasessurin hjá Start, uttan at teir spældu. Tað komst av, at Vålerenga, sum hevur verið størsta hóttanin móti oddasessin- um, misti tvey stig á heima- vølli móti botnliðnum úr Tromsø. Dysturin endaði 1- 1. Stóra samrøðuevnið í norskum fótbólti er Rosen- borg úr Tróndheimi. Trettan faldu meistararnir eru í svárari kreppu. Tað varð enn eina ferð undirstrikað, tá ið teir á heimavølli sunnukvøldið taptu 2-1 móti Lillestrøm, sum nú er nummar fýra. Rosenborg er nummar átta. Eftir dystin segði venjar- in hjá Rosenborg Per Joar Hansen seg úr sessinum. Tað hevur verið upp á tal, at Start venjarin, Tom Nord- lie, skuldi flyta til Trónd- heimar, men tað verður ikki soleiðis. Rosenborg setti fyrrapartin í gjár fyrrver- andi Tromsø venjaran, Per- Mathias Høgmo, sum er nógv virdur í norskum fót- bólti, í leysa starvið. Rosenborg skal longu í annaðkvøld stríðast fyri at sleppa upp í part í bólka- spælinum í europeisku kappingini fyri meistarar. Ham-Kam styrkti um sína støðu í botninum, tá ið teir vunnu 2-0 á Bogø/ Glimt, sum er aftast. Hjá Brann úr Bergen og harvið næststørsta býnum í Noregi gongur tað lítið frægari enn hjá KÍ. Burturúr fýra teim- um fyrstu umførunum síð- ani summarsteðgin hava teir bara fingið tvey stig. Hesa ferð megnaðu teir ikki meiri enn málleysan javn- leik á heimavølli móti uppflytarunum úr Aale- sund. Molde er í trongum skóm. Hesa ferð taptu teir 3-1 á heimavølli móti Lyn, sum nú er á fimta plássin- um. Hjá Fredrikstad, sum tað eitt skifti var upp á tal, at Todi Jónsson skuldi spæla fyri, gongur ikki so væl akkurát nú. Sunnu- dagin taptu teir 2-1 í Skien móti Odd Grenland. Start fekk kærkomnan stuðul TB-ÍF 0-1 (0-1) 0-1: Høgni Zachariasen 18. TB: Pedrag Markovic - Birgir Rasmussen (Hallur Christiansen, 57.), Predrag Zivkovic, Óli Johannesen, Jon Johannesen - Olivur Abrahamsen (Einar Petersen, 80.), Bárður Dimon, Aleksander Jovevic, Dan Mortensen - Emmanuel Larbi (Allan Sedermark, 78.), Dejan Tomic Gult kort: Predrag Zivkovic og Óli Johannesen ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen, Poul Ennigarð (Sverrir Ellingsgaard, 85.), Símun Eliasen, Rúni Elttør - Atli Petersen (Frank Poulsen, 74.), Emil Nolsøe Leifsson, Høgni Zachariasen, Eyðun Ryggshamar - Bartal Eliasen, Sylla D. Ahmed (Dánjal Pauli Højgaard,82.) Gult kort: Høgni Zachariasen. Dómari: Páll Augustinussen. Fakta um dystin ÍF trívst væl í Suðuroy Fuglfirðingar fingu fulla úrtøku sunnanfjørðs hetta vikuskiftið