Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 149 - 10. august 2005 Eivør og Bill Bourne, sum í løtuni eru á kon- sertferð í Kanada, spældu í seinastu viku á Dream Café Í Penticton, Eivør spældi tríggjar konsertir á hesum stað seinast hon var í Kanada, og flestu av áhoyrarunum vóru fólk, sum høvdu verið á konsertunum seinast. Hetta hoyrdist millum annað tá tey sungu við í enska part- inum av »Mær leingist« Sambært Eivor.com var hetta næstan sum at koma heim, fólk kendu tónleikn og komu at heilsa uppá. Eivør hevur spælt á fleiri festivalum seinastu tíðina, ein av teimum var í Canmore, festivalurin hevði umleið 8000 áskoðarar, og móttøkan av tónleikinum hjá Eivør var sera góður, og bíði- røðirnar fyri at fáa auto- graf vóru langar aftan á framførsluna, skrivar Eivor.com nud Svend Novrup, sum hevur skrivað einar 30-40 bridge- bøkur, heldur vikuskiftið 19. til 21. august skeið fyri føroyskum bridgespælar- um. Svend Novrup hevur eisini verið landsliðsvenj- ari hjá bridgelandsliðnum hjá monnum og hevur á tann hátt verið við at menna føroyskt brigde. Fríggjakvøldið og leyg- ardagin heldur hann skeið, sum byggir á bók hansara »Major 5 farve«. Sunnu- dagin verður skeið í »Ro- man Key Card Black- wood«. Til ber at tekna seg til bæði skeiðini ella velja annað. Fríggjakvøldið verður byrjað kl. 19.30 og leygar- dagin og sunnudagin kl. 13.00. Tilmelding og nærri upp- lýsingar fáast við ringja 210833 ella 319419. Fyri tey, sum kundu hugsa sær at lært bridge verður bridgeskúli í heyst undir Kvøldskúlannum í Tórshavn. Spæl betur bridge Kim Larsen, sum júst hevur avlýst sína konsert í Føroy- um, og hinir limirnir í Gasolin, hava klandrast so mikið illa við Anders Østergaard sum filmstjórn- ar nýggja dokumentar- filmin um tónleikabólkin, at filmurin nú er seinkaður í eitt hálvt ár. Væntandi verður frumsýningin í februar. Fyrrverandi gittarleikarin Franz Beckerlee sigur við BT, at teir nú samdir um øll viðurskifti, og allir partar eru nøgdir. Filmurin fortelur søguna, um stórsta danska rokk- orkestrið nakrantíð, og millum annað eru samrøður við allar limirnar í bólkin- um. nud Tey kendu Eivør í Penticton Somu viku sum rokkbólk- urin Makrel við lagnum Forever and Beyond kanska tryggja sær norðurlendskan útgávusáttmála, verður bólkurin tveittur av listan- um í 15 teimum bestu. Eins og Musclemanblað gjørdi hesa vikuna, fyrnar lagið í næstu viku og gerst ov gamalt til føroyska popp- listan. Eitt lag sleppur ikki at vera á hitlistanum longur enn 15 vikur, og tí verður lagið, hóast tað sjálvdan hevur verið meira aktuelt, tikið av listanum. Men meðan 200 kunnu troysta seg við, at lagið Mamma er komið inn á listan, stendur verri til hjá Makrel, sum ikki hava fingið eitt annað eykalag við í sendingina. Tað ber til at atkvøða fyri bæði Makrel og Eyð Berg- hamar Jakobsen í Nordic Band Unsigned finaluni einaferð um døgnið á www.nordicunsigned.com Makrel verða útblakaðir í næstu viku Filmur um Gasolin seinkaður