mikudagur 10. august 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2005
3
Søkt verður eftir skrivstovufólki
ella lærlingi til avgreiðsluna/
støðina hjá Atlantic Airways á
flogvøllinum
Arbeiði fevnir m.a. um:
• avgreiðslu av ferðafólki
• avgreiðslu av flogførum
• telefonavgreiðslu
• avgreiðslu av ferðaseðlum
Krøv
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin
(skrivstovufólkið) hevur
skrivstovuútbúgving ella líknandi.
Lærlingur skal hava HH ella
líknandi prógv.
• dugir at arbeiða við teldu
• hevur evni at samarbeiða og er
ágrýtin
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• hevur hug til at arbeiða skiftandi
tíðir
• kann arbeiða undir trýsti
Skrivlig umsókn við møguligum
prógvum og viðmælum skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi 15.
august 2005. Nærri upplýsingar
kunnu fáast um starvið hjá Egin
Simonsen á tlf. 34 10 22, 34 10 50
ella e-mail: egin@atlantic.fo.
Umsókn skal sendast til Atlantic
Airways, Vága floghavn, 380
Sørvágur.
Starvsfólk ella lærlingur til avgreiðsluna/støðina
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við
heimstaði í Sørvági. Umleið 140 fólk starvast í
føroyska
tjóðarflogfelagnum,
og
árligi
umsetningurin var 234 milliónir krónur í 2004.
Atlantic Airways hevur fýra flogfør og tvær tyrlur
undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja
rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í
Danmark
og
grannalondunum
Onglandi,
Skotlandi, Íslandi og Noregi. Virksemið veksur í
øðrum londum, og umleið ein triðingur av
inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrlurnar røkja
ferðasamband til útoyggjarnar, og bjargingar-
tyrlan stendur á varðhaldi alt samdøgrið.
www.flyfaroe.com
Róðrarfelagið Knørr-
ur er farið undir sølu
av lutaseðlum við
helst størsta vinningi
nakrantíð. Peningur-
in fer til útvegan av
nýggjum neysti til
hetta virkna felagið
KAPPRÓÐUR
Snorri Brend
Havn: Knørrafelagið, sum
tað vanliga verður nevnt,
hevur nú 20 ár á baki og er
so líðandi vorðið eitt skipað
og virt felag í føroyskum
kappróðri.
Felagið hevur vunnið
hópin av FM-heitum, ser-
liga við kvinnumanningini
á Jarnbardi, sum hevur
skarað framúr.
Felagið eigur eisini átta-
mannafarið
Knørr,
og
næsta ár kemur eitt fimm-
mannafar upp í flotan.
Annað skil á
Jannie Dam Jacobsen, for-
kvinna í felagnum sigur, at
øll hesi árini hevur felagið
húsast í einum gomlum og
ótíðarhóskandi neysti við
Lágukei.
- Men nú skal fáast annað
skil á, sigur hon í stuttari
viðmerking.
Fyrsta tiltakið í hesum
sambandi er ein stór luta-
seðlasøla við vinningum,
sum ikki hava verið at sæð
áður.
Millum hesar ovurstóru
vinningar er ein ein, har til
ber at fáa ein gartnara at
hampa um garðin, ella ein
húsasmið at snøgga um
húsini.
- Hetta er eitt stórt stig at
taka, og tí verða allar kreftir
settar inn, so at felagið
kann fáa ein góða upphædd
til bygging av einum nýggj-
um og tíðarhóskandi neysti
til rógvarar og limir sínar,
sigur Jannie Dam Jacobsen.
Nýtt neyst til virt felag
Kvinnurnar á Jarnbardi hava
verið óførar við árunum. Nú
ræður um at útvega felagnum
eitt nýtt neyst við sølu av
lutaseðlum við stórum
vinningum