mikudagur 10. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 149 - 10. august 2005
Søkt verður eftir starvsfólki til
avgreiðsluna hjá Atlantic Airways á
flogvøllinum
Arbeiði fevnir m.a. um:
• help-desk tænastur
• upplýsing um ferðslu
• leiðbeining í sambandi við
netbókingar
• bílegging av ferðaseðlum og
pakkatúrum
Krøv
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin
• hevur kunnleika til bókingarskipanir
og ferðaseðlasølu.
• dugir at arbeiða við teldu
• hevur evni at samarbeiða og er
ágrýtin
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• kann arbeiða undir trýsti
Skrivlig umsókn við møguligum
prógvum og viðmælum skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi 15.
august 2005. Nærri upplýsingar
kunnu fáast um starvið hjá Heidi
Askham á tlf. 34 10 10 ella e-mail:
heidia@atlantic.fo.
Umsókn skal sendast til Atlantic
Airways, Vága floghavn, 380
Sørvágur.
Starvsfólk til avgreiðsluna
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við
heimstaði í Sørvági. Umleið 140 fólk starvast í
føroyska
tjóðarflogfelagnum,
og
árligi
umsetningurin var 234 milliónir krónur í 2004.
Atlantic Airways hevur fýra flogfør og tvær tyrlur
undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja
rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í
Danmark
og
grannalondunum
Onglandi,
Skotlandi, Íslandi og Noregi. Virksemið veksur í
øðrum londum, og umleið ein triðingur av
inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrlurnar røkja
ferðasamband til útoyggjarnar, og bjargingar-
tyrlan stendur á varðhaldi alt samdøgrið.
www.flyfaroe.com
Nýggi Koltursbáturin
var sjósettur
mánadagin. Báturin
er eitt dømi um eitt
eina føroyska
framleiðslu út frá
einum føroyskum
hugskoti
BYGDAMENNING
Snorri Brend
Kvívík: Møguleikin fyri
flutningi til og frá Koltri er
nú vorðin munandi betri.
Mánadagin fingu bónda-
hjúnini Bjørn og Lükka
Patursson handaðan ein
serbygdan plastbát við eina
samkomu á havnalagnum í
Kvívík. Hesin báturin, sum
fekk navnið »Kolturs-bát-
urin« verður hereftir álit
teirra í sjóvegis samband-
inum við umheimin.
Her er talan um ein plast-
bát sum er framleiddur í
Føroyum. Umframt hetta
megnar báturin at nøkta
tann serstaka tørvin, sum
bóndahjúnini hava fyri
flutning av fólki, ferða-
fólki, farmi, kríatúrum og
øðrum.
Og tað vóru eini sera
fegin bóndahjún, sum tóku
ímóti og royndarsigldu
henda bátin av Bósa 20-
slagnum á fyrsta sinni.
Ein dreymur
– Vit eiga fólkið at gera ein
slíkan bát í Føroyum. Og
vit eiga vitanina um slíkar
bátar her á landi. Hví ikki
nýta hesa, tá vit skuldu
hava ein bát til okkara
tørv?, sigur Bjørn.
Ikki sørt errin kundi hann
á fyrsta sinni seta teir báðar
60 HK stóru páhangsmot-
orarnar í gongd, og fara á
fyrsta stimitúrin út frá
havnalagnum
í
Kvívík
henda seinnapartin.
– Hesin báturin er akkur-
át sum ein dreymur. Hann
liggur púra rættur í sjónum,
eisini tá vit settu ferð á,
staðfesti hann aftaná roynd-
artúrin og jomfrútúrin við
Koltursbátinum.
Báturini varð sjósettur í
Kvívík, har hann hevur
fingið bæði motorar og
nautisku útgerðini frá p/f
Stubbanum í Kvívík.
Síðani ber leiðin til
Kolturs, har hann fer at
verða ein umráðandi táttur í
røktini av oynni.
Góð føroysk
framleiðsla
Havn:
Tað er s/pf.
Plastsmiðjan á Heygn-
um Mikla sum hevur
gjørt henda serbygda
Koltursbátin.
Petur í Gong, sum
hevur staðið fyri bygg-
ingini í samstarvi við
m.a. Polyplast, sigur, at
hann í mong ár hevur
arbeitt við at umvæla
bátar av líknandi slagi.
So við og við birtist í
huga hansara ein ætlan
um sjálvur at byggja
ein slíkan bát. Um
somu tíð fekk hann har-
aftrat at vita um aðrar
menn, sum eisini gingu
við sama hugskoti, m.a.
Koltursbóndin sjálvur.
Soleiðis bar á, at
Koltursbáturin kundi
verða sjósettur mána-
dagin í Kvívík eftir at
hava verið fyrireikaður
í eitt longri tíðarskeið.
Petur í Gong væntar
sjálvur, at enn fleiri
slíkir bátar verða gjørd-
ir í framtíðini.
– Meðan eg havi ar-
beitt við hesum serliga
báti, hava nógvir mans
víst hesum sera stóran
áhuga. Teir hava spurt
og fregnast óført, og tí
er ikki óhugsandi, at
hesin eini báturin fer at
gerast til fleiri.
– Slíkir serbygdir
bátar eru dýrir at inn-
flyta. Og tí kunnu vit
tað sama framleiða teir
her á landi, og haraftrat
fyri ein kappingarføran
prís, staðfestir Petur í
Gong, sum eisini var
við til hátíðarligu løt-
una í Kvívík.
– Akkurát sum ein dreymur
Hóast báturin var væl fyltur við fólki, so lá hann púra javnur í sjónum – eisini fá ferð varð sett á. Í bátinum situr eisini Petur í Gong, sum hevur gjørt henda
serstaka bátin
Mynd: Jens K. Vang