Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 10. august 2005 5 Sambært eigaranum, Bjørn Patursson er talan um eitt valafar, sum fer at lætta munandi um hjá bóndahjúnunum í Koltri. Og hann fer at gera tað bæði smidligari og lættari hjá teimum at sleppa av oynni, tá tey ynskja tað – m.a. í kirkju sunnudag í Kirkjubø BYGDAMENNING Snorri Brend Koltur: Bóndahjúnini í Koltri hava líka síðani sein- ast í 80’unum havt Strand- ferðsluna at røkja rutusam- bandið til oynna. Eftir at fólkatalið mink- aði niður í einki, steðgaði hetta sjálvandi upp. Og so- leiðis var støðan fram í 90’ini, tá Bjørn og Lükka Patursson fluttu út hagar. Hóast royndir av ymisk- um slagi, so hevur flutning- ur við tyrluni kortini verið álitið hjá bóndahjúnunum. Og er tað enn. Tey hava haraftrat dúvað uppá bátar úr Kirkjubø, sum hava kunnað siglt út í Koltur, annaðhvørt úr Kirkjubø ella av Gomlu- rætt. Men skilligt er, at báðir hesir møguleikarnir hava havt sínar avmarkingar, serliga tá talan er um títtleika og smidligheit. Bjørn og Lükka hava verið sera væl nøgd við sambandið við tyrluni og við teir bátaeigarar í landi, sum hava verið teimum til so stóra hjálp, tá talan var um flutning av ymiskum slagi. Men við Koltursbátinum verða heilt nýggir møgu- leikar skaptir fyri sambandi millum Koltur og megin- landið. – Nú fáa vit so tann ótrú- liga møguleikan, at vit sjálvi kunnu avgera, nær vit skulu av oynni, og hvussu ofta vit kunnu tað, sigur ein ovurfegin Bjørn Patursson, nú hesin nýggi og veður- góði báturin er vorðin veru- leiki. Sum at fara ein biltúr Tá ein skal tosa um sam- ferðslu fyri fólkið í okkara minstu bygdu oyggj, so er sjóvegis og loftvegis sam- band av avgerandi týdningi fyri tey. Á fastlandinum hevur fólk møguleika at fara frá húsum, tá tey ynskja tað, hvar tey vilja, og hvussu ofta tey hava hug til tess. Men fyri fólkið í eini oyggj sum í Koltri er øðr- vísi. Bjørn samanber hetta nýggja samband teirra við tað at hava egnan bil í túninum, sum hjá øðrum fólki í landi. Her kann ein fara sær ein biltúr ein góð- an sunnudag, men henda møguleikan – at fara av oynni, tá tey vildu – hava tey ikki havt í Koltri. Felagslív Bóndahjúnini í Koltrfi hava leingi longst eftir at taka lut í fundarvirksemi, frítíðar- ítrivi og hátíðardøgum hjá familju og vinum í enn størri mun enn higartil. Men tey hava hinvegin verið avskorin frá hesum, tí møguleikar ikki vóru at ferðast, tá tey sjálvi altso vildu tað. – Vit hava eisini longst eftir at sleppa í kirkju í Kirkjubø sunnudagar, men henda møguleikan hava vit higartil ikki havt, sigur Bjørn. Nú verður møguleiki hjá bóndahjúnunum bæði at ferðast við tyrlu og egnum báti, tá veðrið loyvir tí. Sum er finst ikki ein nóg góður dráttur til Koltursbát- in í heimbygdini. Men ar- beitt verður við at finna eina loysn saman við Tórs- havnar Kommunu. Títt og smidligt samband Bósi Sagt verður um nýggja Koltursbátin at hann er ein bósi. Orðini »bósi« og »at bósa« gevur Føroysk Orðabók okkum eina góða frágreiðing um. Skrivað stendur m.a. so: • Bósi – (sjáldsamt orð) stórur, sjógóður og tryggur bátur. Sagt verður, at hatta er ein rættur bósi. • Bósa – (sagnorð) (um bát) snýsa ímóti veðri í andróðri. Á samkomuni í Kvívík mánadagin greiddi Bjørn Patursson eitt sindur frá bátinum. Undir navngevingini segði hann, at tað helst ikki er vanligt at gera so nógv burtur úr við eitt slíkt høvi. Hann vildi tó kortini gera tað á hesum sinni, tí talan á fyrsta sinni var um ein serbygdan føroyskan bát til eitt so serstakt høvi og endamál. Tá báturin varð navngivin í Kvívík mánadagin varð tí henda yrkingin lisin upp: Tú bósi sterki á bylgju skalt ríða Vit leingi hava eftir tær bíðað Okkum føra um sund og fjørð Vónandi sita vit ikki sør! Gud teg signi og fylgi um sjógv Sjálvt tá bylgjan brýtur um bógv Tú okkum fong og gleði vilt veita KOLTURSBÁTUR skal navn títt eita. Gud signi tína leið. Koltursbátur – Hetta er eitt ótrúligt far, sigur Bjørn Patursson, sum her greiðir frá um bátin, tey nú hava fingið Mynd: Jens K. Vang Koltursbáturin ávegis á sjógv í dráttinum í Kvívík. Enn er dráttur ikki til bátin í Koltri, men tað málið verður vónandi fingið í lag sum skjótast Mynd: Jens K. Vang