Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 149 - 10. august 2005 Í øllum førum ein partur av samgong- uni er positivur fyri leistinum hjá for- sætisráðharranum viðvíkjandi Norður- landaráðnum, men andstøðan er meira skeptisk POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Løgtingið samtyki 18. mars 2003 at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráð- num. Anders Fogh Rasmus- sen legði eftir rískifundin í Leynum mánadagin fram, at hann ynskir at stuðla og virka fyri, at bæði Føroyar og Grønland fáa eina støðu, sum í praksis vil merkja, at londini fara at virka sum sjálvstøðugur limir í Norð- urlandaráðnum. Men talan verður ikki um fullan lima- skap Hetta skal gerast við ein- ari protokol, sum verður løgd afturat høvuðssátt- málanum hjá Norðurlanda- ráðnum. Løgmaður helt ætlanina hjá Anders Fogh Rasmussen vera góða, men tað er heldur misjavnt, hvussu løgtingið annars sær upp á útspælið hjá for- sætisráðharranum. Aðra- staðni á hesum síðum sæst, at formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum kallar útspælið hjá Anders Fogh Rasmus- sen fyri eitt stórt bluff nummar. Positivt Formaðurin í Sambands- flokkinum og samgongu- felagi hjá løgmanni heldur tað vera eitt greitt stig tann rætta vegin, at ávirkanin hjá Føroyum verður økt í Norð- urlandaráðnum. - Eg haldi, at hatta ljóðar sum ein góð og pragmatisk loysn, sigur Kaj Leo Jo- hannesen, formaður í Sam- bandsflokkinum. Hann heldur tað vera gleðiligt, at hetta málið verður tikið upp, og føroy- ingar kunnu fáa størri ávirkan. - Hetta er positivt, sigur Kaj Leo Johannesen. All or nothing So positivur er formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum als ikki. - Tað er óheppið, um vit ikki fáa fullan limaskap, sigur Kári P. Højgaard, for- maður fyri Sjálvstýris- flokkin. Hann leggur dent á, at løgtingið hevur samtykt at fara eftir fullum limaskapi, og tað eigur eisini at vera málið. - Løgmaður eigur at virka eftir teirri heimild, sum løgtingið hevur givið honum við samtyktini um at søkja um fullan lima- skap, sigur Kári P. Høj- gaard. Hann setir spurnartekin við, um tað er rætt at seta eina loysn sum tí, ið forsæt- isráðharirn hevur skotið upp, í gildi sum eitt slag av fyribilsloysn. Eingin logikkur Fólkaflokstingmaðurin Poul Michelsen dugir illa at síggja loysnina hjá Anders Fogh Rasmussen sum nak- að framstig. Hann er greitt tann mest atfinningarsami tingmaðurin, vit fingu hendi á týsmorgunin. - Eg haldi ikki, at hatta er nøkur loysn. Um Norður- landaráðið kann strekkja seg so langt, so eigur tað eisini at kunna ganga longri og gevum Føroyum fullan limaskap, sigur Poul Michelsen. Hann sigur tað vera ógvuliga torført hjá sær at síggja logikkin í hesum uppskotinum, og hvønn ítøkiligan mun hetta inniber í mun til verandi støðu. Eingin vildi týsmorgunin boða frá, hvørja støðu Fólkaflokkurin hevði til málið. Og Poul Michelsen leggur eina við, at hann út- talar seg ikki fyri flokkin. - Tað kann sjálvandi henda, at eg fari at atkvøða fyri einum tílíkum uppskot, um eg verði vístur á fleiri fyrimunir. Men sum er, haldi eg ikki, at hatta er tann rætta loysnin, sigur Poul Michelsen. Varin Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, er varin við at úttala seg um, hvat hann heldur um leistin hjá Anders Fogh Rasmussen. - Hetta er ikki tað, ið løg- tingið samtykti. Men merk- ir hetta, at vit koma nærri fullum limaskapi, so er tað eitt framstig, sigur Bill Jus- tinussen. Hann heldur, at hetta málið vísir væl sambandið millum Føroyar og Dan- mark. - Tað er kjarnin í støðuni millum Føroyar og Dan- mark, at danir vilja lova okkum so langt, sum teir sjálvir tola. Teir vilja vera góðir við Føroyar, men tað eru danir, ið hava avgerandi orðið, sigur Bill Justinus- sen. Fogh fær misjavna móttøku Eitt bluffnummar ella positiv framstig. Meiningarnar eru nógvar um politiska hegnið hjá danska forsætisráðharranum, sum vitjaði í Føroyum fyrr í vikuni Mynd: Bárður R Í K I S F U N D U R