mikudagur 10. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Formaður Tjóðveldis-
floksins, Høgni Hoy-
dal, heldur, at ætlanin
hjá forsætisráðharra-
num Anders Fogh
Rasmussen at geva
Føroyum og Grøn-
landi sjálvstøðugan
limaskap í Norður-
landaráðnum er tað
reina bluff, sum hann
málber seg.
RÍKISFUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eitt av økjunum, sum An-
ders
Fogh
Rasmussen,
Hans Enoksen og Jóannes
Eidesgaard
umrøddu
á
ríkisfundinum í Leynum
mánadagin var framtíðar-
støðan hjá Føroyum og
Grønlandi í Norðurlanda-
ráðnum. Á tíðindafundi-
num eftir ríkisfundin segði
Anders Fogh Rasmussen:
-Vit vilja arbeiða fyri, at
bæði Føroyar og Grønland
fáa eina støðu í Norður-
landaráðnum, sum í praksis
vil merkja, at londini fara at
virka sum sjálvstøðugir
limir. Danmark hevur í løt-
uni formansskapin í Norð-
urlandaráðnum, og vit fara
at taka hetta mál upp við
hini limalondini.
Fleiri eru av teirru áskoð-
an, at útsøgnin hjá Anders
Fogh Rasmussen viðvíkj-
andi sjálvstøðuga lima-
skapinum í Norðurlanda-
ráðnum prógvar, at danir
hava flutt seg í spurningin-
um um føroyskan limaskap
í Norðurlandaráðnum.
Hesum
er
formaður
Tjóðveldisfloksins, Høgni
Hoydal, rúkandi ósamdur
við
Bluff
Í 2003 samtykti eitt ein-
mælt løgting, at Føroyar
skuldu gerast sjálvstøðugur
og fullgildiguður limur í
Norðurlandaráðnum. Kort-
ini vildu danir ikki ganga
føroyska ynskinum á møti.
Høgni Hoydal heldur tí
nýggju ætlanina hjá Anders
Fogh Rasmussen vera tað
størsta bluffnummar frá
forsætisráðharranum nakr-
antíð, sum hann málber
seg.
Hann vísir á, at hann
fleiri ferðir hevur sett An-
ders Fogh Rasmussen fyri-
spurningar á Fólkatingið
um støðuna hjá Føroyum í
Norðurlandaráðnum.
-Ætlanin, hann hevur í
hyggju nú, byggir júst á tey
svarini, eg havi fingið
hvørja ferð á Fólkatingið.
Vit hava langt síðan fingið
tað, sum Fogh roynir at
selja okkum nú. Vit hava í
løtuni tvey føroysk umboð í
Norðurlandaráðnum,
vit
hava eisini okkara egnu
delegation, umframt at vit
eisini eisini hava atgongd
til ráðharraráðið, sigur
Høgni Hoydal.
Hann heldur, at Føroyum
einans vantar at gerast full-
gildigur limur í Norður-
landaráðnum, og tískil er
ætlanin hjá Anders Fogh
Rasmussen eitt týðandi
afturstig.
Samfelagsfrøðingur-
in, Bogi Eliasen, sigur,
at forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmus-
sen, bert heldur seg
til vanligu spæliregl-
urnar í altjóða poli-
tikki, tá forsætisráð-
harrin vísir á, at Før-
oyar mugu yvirtaka
nøkur málsøki, áðr-
enn limaskapur í
EFTA kann gerast
veruleiki
RÍKISFUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
-Framferðin hjá Anders
Fogh Rasmussen í samband
við føroyska ynskið um
limaskap í EFTA er eftir
mínum tykki logisk. Tað er
vanlig mannagongd, at lond
sum ikki hava fullveldið,
mugu yvirtaka neyðugu
málsøkini,
áðrenn
tey
kunnu gerast limir í altjóða
felagsskapum.
Samfelagsfrøðingurin,
Bogi Eliasen, er ikki tikin á
bóli av útspælinum hjá
danska forsætisráðharra-
num, Anders Fogh Rasmus-
sen, um EFTA á ríkisfundi-
num í Leynum mánadagin.
Á ríkisfundinum kom fram,
at Føroyar millum annað
mugu yvirtaka fíggjarmál,
loftferðslu og ársroknskap-
arlógina, áðrenn ein um-
sókn um limaskap kann lat-
ast EFTA.
Bogi Eliasen metir, at
Anders Fogh Rasmussen
bert heldur seg til vanligu
spælireglurnar í altjóða
politikki, tá forsætisráð-
harrin vísir á, at Føroyar
mugu yvirtaka nøkur máls-
øki, áðrenn limaskapur í
EFTA kann gerast veru-
leiki.
-Eg havi sjálvur gjørt
kanningar í samband við
serritið og í The Right to
National Self-Determinati-
on, the Faroes and Green-
land. Tá setti eg meg í sam-
band við fleiri altjóða fel-
agsskapir og niðurstøðan
var greið. Ein meiriluti av
altjóða
felagsskapunum
loyvir londum, sum ikki
hava fullveldi, at hava full-
an ella avmarkaðan lima-
skap, um neyðugu málsøk-
ini eru yvirtikin. Hetta var
kortini treytað av, at vilji
var fyri tí felagsskapinum
og at metropolstaturin ( Í
viðurskiftunum
millum
Føroyar og Danmark er
Danmark metropolstatur,
blðm) vil, greiðir sam-
felagsfrøðingurin frá.
Bogi Eliasen leggur kort-
ini afturat, at altjóða poli-
tikkur snýr seg fyrst og
fremst um politiskar semjur
heldur enn løgfrøði.
Hann vísir á at megna
Føroyar, Danmark og lima-
londini í EFTA at finna ein
felags politiskan leist fyri,
hvussu Føroyar kunnu ger-
ast limir í EFTA, uttan at
øll málsøki eru yvirtikin,
kunnu Føroyar gerast limur
í EFTA, hóast tað løgfrøði-
liga ikki eigur at bera til.
Bindir seg
Á ríkisfundinum gav An-
ders Fogh Rasmussen greitt
til kennar, at uttanríkispol-
itiska heimildarlógin bert
gevur Føroyum heimild til
at søkja um limaskap í al-
tjóða felagsskapum, sum
samstarva um øki, sum
Føroyar hava yvirtikið frá
dønum.
-Eg haldi tú kanst siga, at
forsætisráðharrin við hasi
útsøgnini bindir seg til, at
føroyingar kunnu fara eftir
tí, vit ynskja. So leingi vit
hava yvirtikið neyðugu
málsøkini, kunnu vit søkja
um limaskap í teimum al-
tjóða felagsskapum, uttan
at spyrja danir eftir, heldur
Bogi Eliasen,
Samfelagsfrøðingurin er
kortini skjótur at leggja aft-
urat, at talan er ikki um
nakra løgfrøðiliga binding,
men talan er heldur um eina
politiska binding.
Nr. 149 - 10. august 2005
7
Rullar inn hjá
Kaupthing
Kaupthing hevði 3,7 milliónir krónur í
yvirskoti fyrstu seks mánaðir av 2005
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Kaupthing Virðisbrævameklarafelag hevur økt so mik-
ið nógv um sítt virksemi higartil í ár, at tað hevur givið
3,7 milliónir í yvirskoti - áðrenn skatt. Sama tíðarskeið
í fjør gjørdist úrslitið eitt undirskot áljóðandi 298
krónur. Tá skattur er farin av fyri fyrra hálvár í ár, so
kann Kaupthing leggja tríggjar milliónir afturat sínum
eginpeningi.
Siga vit, at yvirskotið verður eins stórt fyri juli til
desember 2005, so verður eginpeningurin rentaður við
43% fyri alt árið. Eginpeningurn var við árslok smáar
seytjan milliónir, og tað gevur tað bestu prosentvísu
rentingina av føroysku fíggjarstovunum higartil fyri
fyrra hálvár.
Økt virksemi
- Inntøkurnar vóru 124% hægri enn fyri sama tíðar-
skeið í fjør, og útreiðslurnar vóru 32% hægri fyri tíð-
arskeiðið, skrivar Kaupthing í tíðindaskriv.
Í roknskapinum sæst framgongdin undir teiginum
"aðrar vanligar inntøkur".
- Vit hava havt eina framgongd á øllum økjum. Tað
veri seg bæði økt virksemi innan handil við virðis-
brøvum og økt virksemi innan vinnutænastuøkið, sig-
ur Peter Holm, stjóri fyri Kaupthing.
Vinnutænastuøkið snýr seg um útlán til vinnulív og
ymiskar ráðgevingaruppgávur - t.d. í sambandi við
handil við fyritøkum, har Kaupthing t.d. stóð fyri
keypinum av Kall, sum fyritøkan eisini átti ein part av,
men tað ávirkar ikki úrslitið fyri fyrstu seks mánaðir-
nar av árinum.
- Seinna hálvár verður væntandi eins gott og fyrra
hálvár, sigur Kaupthing í tíðindaskri.
Tað er íslendski Kaupthing Bank hf., sum eigur
Kaupthing Virðisbrævameklarafelag.
Kaupthing hevur økt um sítt virksemi, og tað sæst aftur í
roknskapinum
Føroyar eiga í dag tveir limir í Norðurlandaráðnum.
Hesir eru í skrivandi stund Óli Breckman og Kári P.
Højgaard. Hesir hava atkvøðurætt í sambandi við av-
gerðir hjá ráðnum. Tað er løgtingið, sum velir hesi
umboðini. Landsstýrismenn kunnu taka lut í Ráð-
harraráðunum. Landsstýrismaður í Norðurlandamál-
um er í løtuni Jógvan við Keldu.
18. mars 2003 samtykti løgtingið við 30 atkvøðum
fyri og ongar ímóti at søkja um fullan limaskap í
Norðurlandaráðnum. Síðani er eingin samtykt gjørd
á Føroya løgtingi hesum viðvíkjandi.
Ein føroyskur fullur limaskapur merkir Helsinki-
sáttmálanum, sum ásetir samansetingini og samstarv
millum Norðurlond. At Føroyar ikki hava fullan
limaskap í Norðurlandaráðnum merkir eisini, at Før-
oyar einki rinda fyri at vera við.
FAKTA
Størsta bluffnummar nakrantíð
Fogh fylgir vanligu
mannagongdunum