Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 149 - 10. august 2005 Tryggir vegir Trygd: Seinastu tríati árini hevur Landsverk arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teim ferðandi á lands- vegunum. Hetta arbeiðið er m.a. gjørt við at merkja veg- ir, seta upp vegstokkar, gera busslummar og gongubreytir og at seta upp gøtuljós. Í ársfrágreiðingini fyri 2004 vísir Landsverk á, at føroyskir myndug- leikar hava eftirlyst ein politikk innan ferðslu- trygd í Føroyum. Sagt verður, at Ferðslutrygd arbeiðir við Nullhugsjónini, og at Landsverk er ein týð- andi partur av hesum arbeiði. sb. Merktir vegir Merking: Seinasta ár vórðu íalt merktir 1054 km. av føroysku vegun- um. Eitt yvirlit frá Lands- verki vísir, at 338 km. vórðu málaðir á Eystur- oynni, 321 á Streym- oynni og 144 km. á Suð- uroynni. Í Norðoyggjum vórðu málaðir 98 km., í Vág- um 83 og á Sandoynni 70 km. Hetta var nakað minni enn í 2003, tá Lands- verk merkti 1058 km. kring landið. sb. Sama tal av ferðsluóhappum Óhapp: Hagtøl frá Landsverki vísa, at í fjør vóru íalt 357 ferðslu- óhapp á landsvegunum, samanborið við 311 árið fyri. Av óhappunum í 2004 høvdu 55 teirra stóran materiellan skaða, og í 23 teirra var talan eisini um fólkaskaða. Bæði árini doyðu tvey fólk í ferðsluni á landsvegun- um, meðan bert eitt fólk doyði á kommunalu vegunum í fjør. Um hugt verður eftir ferðsluóhappum á teim- um kommunalu vegun- um, so er hinvegin talan um eina minking. Í 2003 vórðu skrásett 831 ferðsluóhapp á hes- um støðum, meðan talið í fjør var komið niður á 782. Verða bæði tølini løgd saman so sæst kortini, at talið av ferðsluóhappum á landsvegunum og teimum kommunalu vegunum hevur verið tað sama bæði árini, nevniliga 1142 íalt. sb. - Tað er sum kunnugt galdandi fyri alla út- búgving, at verður hon ikki hildin við- líka, so fer tað sum er lært so líðandi í gloymskuna, sigur Ferðslutrygd í sam- bandi við Nullhug- sjónina. Skotið verður tí upp at hava eitt kravt ferðsluskeið 7. hvørt ár FERÐSLUTRYGD Snorri Brend Koyring: Støðan er ikki ókend: Tú kemur koyrandi eftir einrættaðum vegi. Og brádliga møtir tú einum bili, sum koyrir ímóti ferðsluni Tú hevur kanska eisini sæð bilførarar snara inn á ein veg, har skeltini greitt vísa, at øll innkoyring er bannað. Og tú hevur kanska eisini sæð og uppliva bilførarar sum snara til vinstru inn í eina rundkoyring. Hetta eru alt dømi um støður, har bilførarin ikki er nóg kunnugur við tær lógir, skelti og reglur sum eru galdandi á ferðsluøkinum. Ein háttur at bøta um hesi viðurskifti, ið kunnu gerast vandamikil fyri bilføraran sjálvan og onnur í fersluni, er við teim hugskotinum, sum arbeitt verður við í løt- uni í Føroyum og í ES – at herða krøvini til koyri- kortini. Ein nýggju kunngerð um koyrikort er á veg, og verð- ur hon lýst um ein mánað ella so. Her fæst so meiri at vita um, hvørji krøv her- eftir fara at verða sett før- oyskum bilførarum. 100 ymisk koyrikort Tað er rættiliga ymiskt, hvørji krøv verða sett til tey, sum taka koyrikort. Í Føroyum og Danmark skal ein verða fyltur 18 ár fyri at fáa koyrikort og er tað galdandi til ein er fyltur sjúti ár. Eisini í ES-londunum er rættiliga stórur munur á, hvussu leingi koyrikortini eru galdandi. Sum dømi kann nevnast, at tey sum taka koyrikort í Týsklandi fáa eitt koyrikort, sum er galdandi alt lívið, meðan svenska koyrikortið skal endurnýggjast 10. hvørt ár. Sum nevnt her í blaðnum í farnu viku, so eru í løtuni umleið 110 ymisk sløg av koyrikortum og koyri- royndum galdandi í ES- londunum. Av hesi orsøk hevur ein í ES hildið tað verið neyðugt at samskipa krøvini, og fáa sett í gildi avmarkingar, sum skulu vera galdandi í øllum ES londunum. Hetta arbeiðið er komið so mikið langt, at roknað verður við, at nýggju regl- urnar fara at krevja, at koyrikortið skal endur- nýggjast 10. hvørt ár, og at tað í hesum sambandi skulu setast serlig krøv til sjónina hjá teimum, sum eru oman fyri 45 ár. 7. hvørt ár Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF) er sum vera man eis- ini áhugað í slíkum spurn- ingum, og hevur tí arbeitt fram ímóti at fáa sett Null- hugsjónina í verk av álvara. Í Ferðslutrygd er ein sjálvandi fegin um allar broytingar til frama fyri ferðslutrygdina, eisini her á landi. Hetta sæst m.a. aftur á heimasíðu teirra, tá tosað verður um hesa hugsjón. Víst verður m.a. til orð- ingina í álitinum um Null- hugsjónina, har skotið verður upp, at øll, ið hava koyrikort, eiga at koma á eitt kravt ferðsluskeið 7. hvørt ár, so tey fáa høvi at dagføra sína vitan og sín førleika. Í hesum sama áliti eru eisini gjørdar meira gene- rellar viðmerkingar til tað at taka koyrikort. Her verður víst á, at tá talan er um útbúgving, so er tað ein sannroynd, at verður hon ikki hildin við- líka, so fer tað, sum lært hevur verið, so líðandi í gloymskuna. Um koyrt verður reglu- liga, so verður tann prakt- iski parturin støðugt ment- ur, sum frá líður. Men verri er við tí teoretiska partin- um, sum varð lærdur, tá fólk tóku koyrikort sítt á sinni, men sum kanska bert hendinga ferð skal standa sína roynd í ferðsluni. Illa fyri RFF vísir á, at tað munnu vera nógvir bilførarar, sum næstan bara nýta bilin í sambandi við sítt arbeiði og tey ørindi, sum gjørd verða har á staðnum. Hjá fólki á bygd, og sum ikki arbeiða í Havn, er helst bert talan um onkran hend- inga Havnartúr ella onnur støð. Á hesum støðum eru nógv fleiri vegamerkingar og skelti at hugsa um, enn bilførarin annars er vanur við í heimbygdini. Ein onnur sannroynd er so hon, at sum árini ganga, broytast eisini býarmyndir- nar við m.a. nýggjum veg- um, skeltum, ferðsluljós- um, vegamerkingum og rundkoyringum. Tí er kanska ikki so løgið, um mangur bilførari, ið ikki vanliga koyrir hesar leiðir, kennir seg eitt sindur ør- kymlaðan. Eitt annað og ikki minni álvaramál er so tað, at alt fleiri og fleiri føroyingar fara nú á hvørjum ári í útlondini at ferðast við húski sínum í bili. Her kunnu teir mangan koyra í ferðslukervum og undir umstøðum, sum eru full- komiliga fremmand og tí ókend fyri mongum før- oyskum bilførara. - Veruleikin sýnir okkum eisini, at tað eru nógvir før- oyingar, ið eru komnir illa fyri av hesum ávum, sigur RFF. RFF: Koyrivitanin má haldast viðlíka Herd lóg Nýggja koyrikortkunngerðin er sera umfatandi (96 paragraffir og 7 fylgiskjøl), og verður lýst um ein mánað ella so. Hon kemur eftir ætlan í gildi 1. januar 2006. Tá hesar herdu reglurnar koma í gildi á nýggjárinum kann ein m.a. missa koyrikortið beinanvegin um koyrt verður skjótari enn eitt vist. Ein onnur broyting verður, at á tvey hjólaðum prutli er bert loyvt einum persóni at sita – t.v.s.at loyvt verður ikki at hava ferðandi við. Fakta Nullhugsjón RFF hevur tillagað ta svensku nullhugsjónina til føroysk viðurskifti. Her hevur ein sum mál at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni. Sagt verður, at henda hugsjónin er væl mót- tikin í Føroyum og hevur longu havt ávirkan á arbeiðið við ferðslutrygdini. FAKTA Broytingar verða framdar í ferðslulógini í framtíðini, bæði tá talan er um tað at ogna sær eitt koyrikort og við møguleikunum at revsa lógarbrot