mikudagur 10. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2005
9
Í sambandi við
Ovastevnuna verður
skipað fyri svimjing
um Nólsoyarfjørð
leygardagin. Teinurin
um fjørðin er fýra
kilometur. Metið
eigur Dia Jacobsen,
sum hevur svomið
teinin upp á umleið
fimm korter
OVASTEVNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyri áttandu ferð verður
skipað fyri svimjing um
Nólsoyarfjør í sambandi
við árligu Ovastevnuna í
Nólsoy, sum verður um
vikuskifti. Tað er Erlendur
Simonsen, sum skipar fyri
svimjingini. Hann er svimj-
ari sjálvur, skipari á Rituni
og hevur konu úr Nólsoy.
Sum skipari á Rituni er
hann í Nòlsoy fleiri ferðir
um dagin, men leygardagin
fer at so at svimja um
fjørðin.
– Vit byrjaðu við hesum
tiltakinum í 1998, og var
endamálið tá at savna
pengar til svimjilhylin í
Nólsoy. Hetta tiltakið gevur
í sjálvum sær kanska ikki
so nógvar pengar, men
hetta er eitt stuttligt tiltak,
sum fólk leggja til merkis,
sigur Erlendur Simonsen.
Erlendur veit um einar 6-
7 svimjarar, sum ætla sær
við, men fleiri kunnu koma.
Tá flest hava verið við,
vóru teir 16.
Erlendur leggur dent á, at
tiltakið bæði er fyri kapp-
svimjarar og motiónssvimj-
arar. Fólk velja eisini sjálv,
um tey nýta fitjur ella ikki.
Treytin fyri at vera við er
kortini, at ein bátur fylgir
hvørjum svimjara, og við
bátinum skulu vera minst
tvey fólk. Harumframt er
eisini ein formansbátur,
sum skipar fyri navigatión
o. s. fr. Harafturat eru eisini
samarittar frá Reyða Krossi
við.
Erlendur Simonsen sigur,
at luttakararnir skulu møta
kl. 9 yviri við Strond 22 í
Havn, har Radioamatørarn-
ir og Føroya Ellisakfør
halda til. Lagt verður á
fjørðin kl 10:15, soleiðis at
svimjararnir kunnu passa
seg eftir sjóvarfallinum –
fimm korter fyri vestfals-
kyrrindini í Nólsoyar bygd.
Málið er ærisportrið í
Nólsoy.
Tað er kappsvimjarin Dia
Jacobsen, sum oftast hevur
vunnið. Hann hevur vunnið
fýra ferðir og hevur eisini
metið, sum er ein tími og
15 minuttir.
Tey, ið ynskja at verða
við, kunnu ringja til Erlend
Simonsen
á
telefon
220644.
Svimja um Nólsoyarfjørð leygardagin
Ein 24 ára gamal
maður úr Føroyum er
í Føroya Rætti
dømdur at hava
smuglað 422 og eina
hálva ecstacy-tablettir
til Føroya. Talan er
um nógv tað størsta
mál av hesum slag í
Føroyum. Dómurin
var eitt ára
fongsulsrevsing
SMUGLING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var tá Norrøna kom á
Havnina úr Hanstholm
mánamorguin 11. juli, at
ein 24 ára gamal maður var
steðgaður í tollinum. Sam-
bært
útvarpinum
fann
tollvaldið 422 og ein hálva
ecstacy-tablett í bilinum,
og er hetta so nógv tann
størsta mongdin av ecstacy-
tablettum, sum tollvaldið í
Føroyum nakrantíð hevur
lagt hald á.
Undir
avhoyringunum
hevur maðurin viðgingið at
hava smuglað tær 422 og
eina hálvu ecstacy-tablett-
irnar til Føroya.
Hann hevur sagt politin-
um, at hann hevði ætlanir
um at selja helvtina av
tablettunum – eitt nú á
festivalunum kring landið,
meðan hin helvt var til egna
nýtslu, sigur útvarpið.
Eitt ára fongsul fyri at
smugla ecstacy
sonnet
við fjalsins fót eg dvaldi lítið bil.
og hugsaði so lætt um mangt og hvat.
so fagur var mær heimur har eg sat.
mær rann í hug: "hví eri eg nú til?"
tað kemur og tað fer um hjartagrund
ein frískur vindur. gjóstur farnu tíð.
eg minnist hennar andlit. ljós og blíð
hon er og var so eiggiligt eitt sprund.
her sat eg so og lýddi á hvat á-
in hevði mær at siga um ta heild
ið lutast teimum øllum handan deild.
mær komu minni fram og sjónir sá
og eg við mínum hugaheimi læt
sum um tú eins og leda hjá mær sat.
Christian Fróði Djurhuus
sonnet
og stormur um títt andlit ber tær boð
um alt sum eyga sær tá sinni flennur.
og onkuntíð ein løkur frá tær rennur
av eygum køldum ísins kalda log.
og stovan er mær heit. eg leggið við
á bálið sum so brimar mær at holdi.
mær eykaðist ein vetur ið eg toldi.
og droymdi at tú var við mína lið
og summarið sum sólin skygda sær
man bíta millum vinir mínar har
ið allir dreymar kunna síggjast aftur.
tá lýtt og frítt er fyri heystsins stund
ið byggir sær á ymsum ættum grund-
ir til at vinarskarin er mær tættur.
Christian Fróði Djurhuus
sjónett
og evnið er mær breitt at líta á
eg sá ju tað sum eingin annar sá
Christian Fróði Djurhuus
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo