mikudagur 10. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 149 - 10. august 2005
Ríkisfundurin er eitt rættiliga nýtt fyribrigdi. Hetta er
fundur á hægsta stigi millum leiðararnar í Danmark,
Grønlandi og í Føroyum. Ríkisfundur hevur altíð verið
umgyrdur við ikki sørt av dulspeki ella mystikki. Hvat er
hetta fyri ein fundur? Hvønn mynduleika hevur fundurin?
Hvørji eru endamálini við fundinum? Hvør er dagskráin?
Hvat fer fram á fundinum? Hví er eingin almenn fundar-
frágreiðing? Hví verður hann hildin á fjarskotnum eksot-
iskum plássum sum t.d. í Tindhólmi o.s.fr. Hesuferð var
ríkisfundurin hildin í náttúruvøkru bygdini Leynum.
Bygdarnavnið Leynar kemur, eftir hvat teir lærdu siga, av
staðarnavninum loynihavn, altso eitt pláss, har loyniligar
og duldarfull hendingar og gerðir í gomlum døgum eru
farnar fram.
Hóast súmbolikkurin ella myndamálið sostatt kann tykjast
hóska væl til fyribrigdið ríkisfundur, so tykist einki loyni-
ligt ella løgið at hava verið við fundinum seinasta mána-
dag í Leynum. Tvørturímóti, so var fundurin eyðkendur av
opinleika og nøkrum fyri ein ríkisfund óvanliga ítøki-
ligum og týdningarmiklum málum. Hetta er avgjørt ein
styrki fyri fundin og fyri viðurskfitini millum tær tríggjar
tjóðirnar í ríkisfelagskapinum. Vit kunnu bert gita, hvør
orsøkin til hetta kann vera. Tað liggur nær at halda, at
hetta kemur av, at viðurskiftini millum ovastu donsku og
føroysku myndugleikar ikki eru so spent longur. Her er
komin ein linni. Hetta stendst ivaleyst av yvirtøkulóg og
uttanríkspolitiskari heimildarlóg.
Av ítøkiligu málunum eiga vit at nevna EFTA, Norður-
landaráðið og viðurskiftini millum báðar tjóðirnar í Útn-
orði, sum enn eru innan ríksfelagskapin. Hóast løgfrøði-
ligar og tekniskar forðingar er eingin ivi um, at Føroyingar
eru á veg móti betri marknaðarviðurskiftum t.d. við EFTA
limaskapi. Við EFTA limaskapi høvdu vit fingið somu
fyrimunir við atliti at ES sum eitt nú EFTA londini Noreg
og Ísland. Fundurin staðfesti, at ongar politiskar forðingar
eru bert løgfrøðiligar og tí eiga embætisverkini í Føroyum
og í Danmark alt fyri eitt at fara til verka til tess at beina
burtur hesar forðingar. Sostatt ein jalig framtíðarmynd á
hesum øki. Støðan við atliti at Norðurlandaráðnum var
ikki minni jalig. Her tykist veruliga gongd at vera komin
á og danska stjórnin hevur flutt seg langt í hesum máli.
Heldur ikki her er talan um politiskar forðingar longur,
men um løgfrøðiligar spurningar, sum kunnu loysast.
Hetta sigur nakað um diplomatisku evnini hjá løgmanni
og landsstýrisformanni, at teir hava megnað at flyta
politiska træknívin Anders Fogh Rasmussen frá blankt at
nokta Grønlandi, Føroyum og Álandi sjálvstøðugan
limaskap í Norðurlandaráðnum til at boða frá, at hetta mál
nú kann verða loyst og hartil at lova at stuðla málinum
politiskt. Her er komin ein nýggjur andi inn í ríkis-
felagskapin og gita vit, at hann fer at verða nevndur
leynaandin. Tað byrjaði við Tvøroyaraskjalinum, har tað
eydnaðist Anfinni Kalsberg við stórum diplomatiskum
hegni at fáa Fogh á glið í sjálvstýrismálinum. Tvøroyrar-
skjalið gjørdist fyrsta stigið til viðurkenningar av okkara
sjálvsavgerðarrætti. Viðurskiftini í ríkisfelagskapinum
tykjast nú at vera á eini fyri Føroyar og Grønland gagn-
ligari kós. Andin úr leynum leggur stóra ábyrgd á allar
partar, ikki minst á Føroyar og Grønland. Víst var Anders
Fogh óvanliga politiskt flytførur og politiskt fyrikomandi.
Hann og sýndi í Leynum góðan vilja at flyta seg í málum
av avgerandi týdningi fyri okkum. Men sær sjálvum líkur
legði hann sum ikki einaferð bóltin á føroysku hálvuna,
áðrenn hann fóra av Leynasandi. Her er enn ein stór
avbjóðing til okkara politisku skipan.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Andin úr Leynum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Petur Hermansen
Aftan á at hava lisið grein-
ina um ferðsluóhappið í
Havn mánanáttina má eg
viðganga, at tað sær út fyri
mær sum, tey sum koyra
skilaleyst og hvørki hava
sans ella samling millum
oyruni, eru tey, sum skulu
avgera, hvussu HAVNAR-
BÝUR skal síggja út. Her
vil eg fegin siga frá, at tað
IKKI eru hesir fáu apukatt-
arnir, sum skulu gera av,
hvussu restin av havnar-
fólki skal noyast at koyra.
So Heðin Mortensen,
borgarstjóri, um hetta er
loysnin hvørja ferð ein
klovnur koyrir ov skjott ella
ger okkurt annað, so skal
ein bunga gerast ella tvær,
so verður Havnarbýur eina-
ferð sera spennandi at
koyra sær ein túr í.
Einaferð enn Heðin, tað
eru ikki hesir tápulingarnir
sum skulu avgera, hvussu
Havnin skal síggja út.
Tað eru ikki tey mongu
havnarfólk, sum skulu revs-
ast, men tey, ið koyra
SKILALEYST.
Jógvan E. Joensen
13. juli 2005
Í einari grein herfyri hevði
Jógvan Páll Sevdal eina
grein um fyrimunir og
vansar í teim ymisku upp-
skotunum um vegaføring.
Hansara sannføring er at
»Lokrennuloysnin«
er
besta loysnin.
Rætt skal vera rætt, sæð
frá sjónarmiðinum hjá teim
ferðandi er ein partur av
hesum pástandunum rættir.
Bygdarfólkið fær tó av-
markaða nyttu av hesi
loysnini, men kommunan
fær frígivið nakað av
byggilendi, væl at merkja
um 80 km vegurin skal ger-
ast við breiðum frástøðu
øki til vegin. Tað undrar
meg bara, at tá talan er um
vegin í samb. við lokrenn-
una, tá kann hann koma
tætt fram við bygdum øki.
Tað at J. P. pástendur, at
130 grundstykkir verða
mist, fari eg at loyva mær at
ivast í. Sjálvandi skulu
vegir gerast oman fyri
bygdina, tá bygt verður,
antin tað verður kommunan
ella landið. So stórur
munur man tað neyvan vera
á mista økinum, um tað er
landsvegur
ella
ein
kommunalur vegur. Men
ein munurin verður tann, at
verður tað kommunalur
vegur, skal kommunan við-
líkahalda,
meðan
hon
sleppur undan hesum um
hann verður lands.
Tað, sum sær út til at
hugtaka menn mest, er
henda »geniala« loysnin
við lokrennu. Hon er tó ikki
meira genial enn so, enn at
hon verður brúkt so manga
staðir.
Nærliggjandi var tí at
hugsa, hví kroysta hana her
niðri í bygdini, har mest er
til hindurs fyri at gera hana.
Hví ikki leggja lokrenn-
una oman fyri bygdina, har
onki er til hindurs fyri at
gera hana, event. í brekku-
jaðaranum? Tá kundi verið
bygt dygst í hana, kanska
oman á henni, um onkur
hevði hug til tað.
Stutt sagt, flytið ta »geni-
alu loysnin« niðan um
bygdina í staðin fyri at
kroysta hana niðri í bygd-
ini.
Fyri somu pengar kundi
tá
helst
tann
dupulta
longdin, kanska 1 kilomet-
ur ella meira, verið lagt
undir heilt. Var tað ikki vert
at hugsa um?
Lag tá manni hevði tá
verið at lagt kloakkskipan,
vatnleiðing, elkáplar, fjar-
hita og fjarskiftiskáplar í
sama viðfangi, tað átti at
verið ein fyrimunur.
Onki nýtist J.P. at órógva
ferðandi við útsynnings-
hvirlunum uppi í Brekkum,
onki kenni eg til at tær eru
mjúkari, tá tær koma oman
í Bólagerði.
Larmur og dálking av
ferðslu verður ofta havt á
máli. Eg trúgvi, at um 20-
30 ár verður tað hvørki
loyvt at larma ella dálka.
Bilar eru longu nú farnir at
koyra við gassi, alkohol, ja
enntá matolju, so her koma
at henda broytingar til tað
betra, áðrenn vit vita av,
serliga um oljan fer at
verða so kostnaðarmikil,
sum hon er nú.
Vegaføringin gjøgnum Lorvík
Revsið ikki øll fyri apukattalótirnar
Randi í Jógvanstovu
Leirvík
So nógv leggur hann,
Bjarni Djurholm, í okkum
leirvíkingar.
Vit og framtíð okkara her
hava ikki tað minsta at siga
fyri honum.
Tað hevur hann prógvað
nú. Skriv er nú sent út til
løgtingsmenn, har hann
mælir til at ein 80-km/t
vegur, teknaður av Lands-
verki, verður lagdur ígjøg-
num Leirvík.
Snildisliga er hann lagd-
ur, hesin vegurin, gjøgnum
fleiri øki, sum eru friðað,
m. a. Limmulund. Hann
veit væl, at friðingarmynd-
ugleikarnir fara at mót-
mæla. So verður vegurin
fluttur longur oman móti
bygdini. Tá verður tað ikki
hann sjálvur, sum er hin
seki, ið hevur lagt vegin
ígjøgnum besta byggilend-
ið í Leirvík. Snilt, ha?
Hann kundi bara sagt
sum er, at hann vil sk... á,
hvat vit meina her í Leirvík
og framtíð okkara.
0 (les: NULL)