mikudagur 10. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2005
11
TÍÐINDASKRIV
Landsfelagið fyri
fólk við autismu
hevur sent soljóð-
andi skriv til al-
manna- og heilsu-
málaráðharran:
Søldarfjørður 31.07.05
Til Hans Paula Strøm,
landsstýrismann
Viðvíkjandi
játtanini til
eitt heim til
fólk við
autismu í
Klaksvík
Av tí at tað er komið
fram í fjølmiðlunum
(sí Dimmalætting 7.
juli 2005 á s.5), at pen-
ingur er tikin frá einari
játtan til eitt heim til
fólk við autismu í
Klaksvík, kenna vit
okkum noyddan til at
átala hetta.
Vitandi um, at tað
standa fleiri børn við
autismu á bíðilista til
at koma til umlætting,
er tað sera óheppið fyri
foreldrini at hesum
børnum,
hvørs
fa-
miljulív landsstýris-
maðurin eigur at taka í
ramasta álvara, at tey
nú noyðast at bíða í
uppaftur longri tíð eftir
fáa umlætting. Tí hesar
familjur eru framman-
undan í einari sera
strongdari og sárbarari
støðu, skilt á tann hátt,
at tey til dagligt mugu
føra tvey familjulív í
senn, t.v.s. eitt við
barninum við autismu,
og eitt við restini av
familjuni.
Vit fara tí staðiliga
at heita á landsstýris-
mannin um at syrgja
fyri:
• at áðurnevndi frá-
tikni peningur verð-
ur sum skjótast -
t.v.s. á fíggjarætlan-
ini 2006- latin aftur
til játtanina til eitt
heim í Klaksvík fyri
fólk við autismu.
• og at hann framyvir
áhaldandi játtar pen-
ing til umlætting og
bústovn, sum kann
verða við til at geva
fólki við autismu og
teirra avvarðandi eitt
virðiligt lív her í
Føroyum
Virðingarmest
vegna LFA - Lands-
felagið fyri fólk við
autismu
Lea Wolles, formaður
VIÐMERKINGAR
Hans Birgir Hansen
Eg havi fyri fleiri árum
síðani skriva um langtíðar
fíggjar- og íløguætlanir al-
menna-, privata-, land-,
kommunu, ið ganga yvir
fleiri áramál, ið skal lækka
kostnaðarstøði áðurnevndu.
Vit kunnu læra okkum at
raðfesta/prioritera
tað
fíggjarliga og hvørju ar-
beiðir/størv, eru neyðug og
tænastur, í vit skulu tillaga
at tæna viðurskiftafólki
eins, uttan mun, til hvør í
ein er.
Eg havi áður víst á, at
partur av vinningsbýti, skal
nýtast at fáa lækka skatta-
prosenti, land og kommun-
ur og kostnaðarstøði í dag,
út í hvørjari einastu komm-
unu í oyggjasamfeløgum.
Eg havi áður sagt, at tað
skal geva land, kommunur
fleiri inntøkur, vit sóu tá ið
landspolitikiarar, uppi í
løgtinginum, byrjaðu av
fyrstan tíð, at lækka lands-
skattin, lønmóttakarum.
Hetta er eisini galdandi,
út í hvørjum húsarhaldi, fáa
lært seg at raðfesta/priori-
tera rætt, tað fíggjarliga og
hvat í ein ídag hevur tørv á
at keypa og til dagligan
rakstur og viðlíkahald.
Eg havi víst á týdningin,
fáa konsolidera seg og seta
part av vinningsbýti, til at
standa ímóti fíggjarligu,
sveiggjum, so at framhald-
andi
virksemi,
verður
tryggjað
og
størv
og
arbeiðir.
Eg havi víst á fylgjurnar,
við minkandi virksemi og
fáa skipa ta náttúrligu
frágongd, eldri starvsfólk ið
kunna arbeiða niðursetta
arbeiðstíð, til hesi leggja
frá sær vegna aldur í dag.
Eg havi somuleiðis víst á
týdningin at fáa skipa ta
náttúrligu tilgongd av yngri
fólki, ið skal fáa tað prakt-
isku upplæringina, so al-
menna-, privata-, land og
kommuna fáa hækka støði.
Eg havi nógv at draga
saman um, í øllum tí ein
hevur skrivað í bløðunum
og fáa hækka vitanarstøði
hjá almenningum, ið hava
skyldu til at fylgja nógv
væl við, í bløðum og loft-
miðlar.
Eg ferðist inn í tað hug-
sjónarliga-, atburðar-, hug-
burðarliga málsliga, ið ein
viðgerð í lesarabrøvum og
tilverugrundarlagi, øllum
samfelagsbólkum og stætt-
um, kring alt landið.
Eg havi ongantíð havt
nakað dulsmál, hvat í ein
hevur upp á hjarta, at fáa
skunda undir alt etableraða
virksemi, kring alt landi og
í Havnini/Suðurstreymoy,
ið gongur alt ov seint í dag.
Eg haldi størsti parturin,
hevur tikið allan kritikkin
til sín, hava fingið nógv
mikið at hugsa um bein-
ráknu, persónslýsingar í
eingin satt at siga roknaði
við, skapti ringvirkningar.
Tað er avgerðandi neyð-
ugt at geva øllum inside
vitan/forstáilsi og tilvitan,
til tað samanhangandi við
lóggávur/stýrisskipanir/dag
ligu mannagongdir/kunn-
og reglugerðir.
Napolion Magnussen
Miðvágur
Lurtaði við spenningi eftir
løgmannsrøðuni Òlavsøku-
dag. Og eins og prædikan í
Dómkirkjuni var sera góð
og viðkomandi, helt eg
somuleiðis at løgmansrøð-
an var góð. Eitt sindur libe-
ralistisk og víttfevnd, men
góð, og gav nógv at hugsa
um. So er bara at hopa at
andstøðan eisini verður
konstruktiv og hjálpsom
sum vit síggja eitt nú í Dan-
mark, at stórmál ofta fáa
eina breiða semju tvørtur
um øll politisk mørk. At
andstøðan gloymir "full-
veldi her og nú"-tosi. Tí eitt
er vist, at eydnast Visión
2015, eru vit púra leys av
øllum og kunna tá slíta,
loysa ella hvat tað skal
verða. Eg vænti at danir
ikki vilja av við okkum tá,
og so kunna vit brádliga
seta krøv sum ongantíð
fyrr. Og um Høgni Hoydal
heldur, at eingin politikkur
var í røðuni, ja, so er at
leggja til brots og seta sín
dám á og fá sín politikk í,
heldur enn at seta seg
hendur í favn.
Verðin er nú so hátta, at
tíðin krevur broytingar á
ein ella annan hátt. Og sum
fyrrverandi danski ES-
mótstøðumaðurin
Claus
Larsen-Jensen segði: "Tú
hevur tvey í at velja, antin
at verða við at mynda fram-
tíðina ella at lata verða. Og
letur tú verða fær tú so heilt
víst onga ávirkan". Og tí sá
hann seg ongan annan
møguleika at hava, enn at
broyta meining og fara
konstruktivt inn og kanska
fáa ávirkan á avgerðinar.
Øll vita, at tá ið ein hevur
við fólk at gerða sum bara
siga "nei" ella "bíða",
kenna vit útfallið: Er eitt-
hvørt, sum ikki bleiv heilt
eftir vild, eru tey skjót at
rópa: "Eg segði tað altíð"!
Og tey hava onga skyld í
nøkrum, ella hvussu? Hev-
ur tú ikki skyld í tí mis-
eydnaða tá tú ikki hjálpur
konstruktivt til ella kanska
beinleiðis mótarbeiður tí?
Tað er bara ein vegur, og
skal eg siga tað við einum
orði: Frammeftir!
Tó, um henda Visión
2015 skal hava nakran
møguleika, havi eg boð
uppá nakað grundleggj-
andi, ið skal gerðast allar
fyrst: At leggja kommunur
saman. Tí bara í míni stuttu
tíð í kommunalpolitikki
havi eg sæð, at ringt er at
fáa optimalt burturúr fyrr-
enn vit hava færri eindir.
Sigst, at á Bornholm gekk
illa við 9 kommunum at
samstarva, men har ivist eg
stórliga í viljanum. Treyð-
ugt so, samstørv kunna
fáast at koyra við góðum
vilja, men ikki tað sum
krevst fyri at fáa best og
mest burturúr.
Tað er tó heilt greitt at
við okkara 34 so ójavnum
kommunum kann tað aldri
harmonera. Hvussu kann
Havnin samanlíknast við
Fugloyar kommunu? Ella,
fyri so vítt, Havnin við
Miðvágs kommunu?
Sum dømi um hetta úr
røðu Løgmans er nógv, ein
kundi tikið framm. Og lat
okkum nevna eina av "súl-
unum": Útbúgving! At øll
skula hava eina útbúgving
eftir fólkaskúlan. Alt gott
um tað tí eitt landi í fram-
gongd krevur nógv og væl
útbúgvi fólk.
Og har steðga vit á. Tí
har var ikki nógv um fólka-
skúlan uttan ætlaninar hjá
Hans Paula Strøm um frukt
á skúlunum, øktur førðleiki
í enskum og betraði viður-
skifti fyri teimum brekaðu.
Øll hesi eru meir ella minni
sjálvsøgd, men eru ikki
onnur mál at fáa uppá pláss
í fólkaskúlanum? Hvussu
við hølisviðurskiftum? Eru
tey eins góð kring landið?
Hvussu við ólíka upp-
læring? Hvussu við mat-
stovu og mati til børnini?
Hvussu við sergreinum?
Og hvussu við útbúnum
lærarum og teirra viður-
skifti og umstøður? Teir
støðast illa, og skal tað ikki
byrja gott hjá børnunum so
kann alt gerða tað sama. Og
helst eru fleiri mál eg kundi
nevnt.
Hetta eru uppgávur, sum
fyri ein stóran part liggja á
kommununum at fáa uppá
pláss, men sum fáar hava
orku at lyfta, og kunna vit
ikki bjóða líka góða grund-
útbúgving í eitt nú Vágum,
kann alt gerða tað sama.
Góði Løgmaður, finn hitt
gamla kortið fram aftur við
teim 8-10 kommununum á
og seti so av nýggjum
strikur í eftir veruleikanum
sum hann er ídag, so at tað
kemur ein so góð javnvág í
sum til berð.
Byrja við at seta ein
sirkul um Suðuroynna, tí
tvær kommunur har koma
aldrin at einast um nóg gott
samstarv óansæð. Tær smá
hava langt síðani sæð
skriftina á vegginum, men
tær báðar stóru blíva bara
samdar um at verða ósamd-
ar við Landstýrið.
Seti so ein sirkul um
Sandoynna, tí annars kann
tað henda at Gerhard slepp-
ur sær upp í Havnina bara
fyri ikki at skula suður um
sínuna. Teir hava ikki
kunna einst um kloakkina
frá Meginskúlanum, so har
er helst ongin nóg góður
diplomatur í oynni. Sjálvt
um Sandoyggin verður
minsta kommunan, kemur
hon nokk at klára seg tá
tunnilin er komin, og bert
eitt korter er at koyra til
Havnar.
So kemur tað tað stóra
takið: Loysi Kollafjørð frá
Havnini aftur, teir angra tað
mestsum allir, kollfirðing-
arnir, at teir lótu seg lokka
uppí, og hava beinleiðis
veri eymýktir av Havnini
líka síðani. Sjálvt Nóls-
oyggin hevur fingið meiri
lova enn Kollafjørður, fyrst
frá Jan & co, og síðani frá
Heðin & co. Nýggjan
barnagarð, nýggjan gras-
líkisvøll og hvat veit eg.
Havnin er longu ov stór,
men takið Kollafjørð frá
teimum við løgtingslóg, um
neyðugt, tey eru ikki havn-
arfólk men norðstreym-
oyingar. Kollafjørður skal
uppí Sunda kommunu og
tað skal Eiði við.
Kommununar í Vágum er
so náttúrliga ein eind, og
sum eisini kann útbyggjast
við til eisini at fevna um
Vestmanna og Kvívíkar
kommunur, um teir ikki
velja at fara saman við
restini av kommununum í
norðurstreymoy.
Allar kommunurnar á
Skálafjørðinum eru ein
náttúrlig eind, eins og
Fuglafjørður, Gøta og Leir-
vík eisini eru, og allar
Norðoyggjanar eru somu-
leiðis ein náttúrlig eind.
Eg veit væl, at nógvir
løgtingslimir, bý & bygda-
ráðslimir eins og onnur við,
loypa leys úr stólinum av
hesum lesnaði, er ongin
nevndur er ongin gloymdur.
Men eitt er víst, at fólkið, ið
einans situr í einum sessi
fyri at tryggja seg og síni
hevur Føroya land ikki brúk
fyri. Og sambært bæði
Stýrisskipanarlógini
og
Kommunustýrislógin
er
júst tað ólógligt. Politikarar
eru fyrst og fremst settir at
umsita allar ognir fólksins
og landsins á besta og rætt-
vísasta hátt fyri øll!
Størsti parturin av al-
mennu lønunum ídag verða
útgoldnar í Havn, ein lítil
partur ferð úr Havnini og
runt til tær nærliggjandi
kommununar við teimum,
ið búgva uttanfyri. Men
fyri at tryggja eitt rættvíst
samfelag verður Løgtingið
noytt at finna eina útjavn-
ingarskipan sum tryggjar
eina rættvísari fordeiling.
Hetta er ikki nøkur nýggj
skipan, slíkar skipanir eru
allastaðir rundanum okk-
um.
Um ikki tað verður gjørt
kann alt gerða tað sama og
vit koma at enda í einum
óendaligum stríði ímillum
Landið, Havnina og hinar
kommununar. Og um allar
kommununar uttan Havnin
finna saman í ein bólk
kemur hon at tapa tann
dystin. Tá enda tey kanska
aftur sum fyrr, at skula
biddaragongd út á bygd, tí
vit uttanfyri koma at sita á
øllum. So í míni verð
skuldi Havnin viðurkent
ójavnan, og lagt upp til
hesa útjavning.
Hesi uppskot míni eru øll
nøkur, ið krevja ein sterkan
rygg og nakrar svølgdar
elefantar, men tit, og vit,
koma at síggja, at hetta er
og varð tað einasta rætta.
Meining!
Langtíðar fíggjar- og íløguætlanir!