Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 149 - 10. august 2005 Dagurin 10. august. Laurentius. Lavrasmessa. Laurentius var ein av teimum best kendu halgimonnum í Norðurlondum. Hann var prestur og skattmeistari hjá pávanum Sixtusi II. Í árinum 258 varð hann tikin og so illa píndur, at hann doyði. Navnið er latín og merkir hin lavrberjakrýndi. TÍÐINDASKRIV Við hesum vilja vit siga frá, at Frida Jacobsen úr Leirvík, sum nú býr á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, verður 100 ár týsdagin 16. august 2005. Í hesum sambandi verð- ur opið hús, sum familjan, heimið og Leirvíkar kommuna skipa fyri í felag tann 16. august mill- um kl. 15 og 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Í hesum tíðarbili verða eisini almenn umboð, stýrislimir og umboð fyri bý- og bygdaráðini í Eysturoy, boðin at heilsa upp á Fridu. Á myndini frá í dag, sjeyti ár seinni, síggja vit sonin Jørleif Kúrberg við sínum bili, einum Mercedes-Benz, á sama stað. Hómast kunnu nakrar broytingar, sum t.d. eru húsini har Telefonkioskin var í mong ár reist upp við einari hædd, og hjallurin hjá P. A. Restorff er tikin burtur, og handilsbygningurin er útbygdur, - og ikki minst, er munandi meira runnar og trævøkstur í dag enn tá. Á gomlu myndini síggjast húsini í Gríms Kambansgøtu har Zacharias Sørensen búði eitt skifti, men eru hesi í dag fjald av trævøkstri. Her eru tvær myndir, ið eru tiknar við 70 árum ímillum, onnur í 1935 og hin í 2005. Um onkur hevur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við myndirnar eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Hjørleif Kúrberg á tlf. 220279 ella 314049. Sjeyti ára minni - fyrr og nú Henda myndin er tikin í 1935 á horninum J. C. Svabosgøta og V. U. Hammersheimbsgøta. Martin Kúrberg sæst sita í sínum Chevrolet bili ágang 1929. Eysturoyar Røktar- og Ellisheim: 100 ára føðingardagur