Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 190 - 4. oktober 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Internet: www.sosialurin.fo Sosialurin Oddagrein Skattarokningin 400 mió. ov høg FÍGGJARLÓGIN næsta ár hevur aftur eitt yvir- skot, sum fer at liggja um 500 milliónir krónur, um búskaparliga grundarlagið ikki fer at broyt- ast munandi. Taka vit blokkin við, eru inn- tøkurnar tilsamans 3,5 milliardir. Við øðrum orðum er yvirskotið ein rættiliga stórur pro- sentpartur av inntøkunum og fíggjarlógini sum so. HETTA fegnast Karsten Hansen sjálvandi um, men hann kom eisini at siga í eini sjónvarps- samrøðu – um tað er skilt rætt – at hann kundi hugsað sær, at yvirskotið var upp aftur størri. Hann vil óivað koma í søguna sum tann fíggjarmálaráðharrin, sum megnaði at spara hálvaaðru ella tvær milliardir saman. Peningur, sum helst skal í skiftisgrunnin í sambandi við fullveldisætlanina. NÓGVIR føroyingar fegnast óivað saman við Karsten Hansen. Tað er eisini útmerkað at spara pening saman at hava á kistubotninum, um tíðirnar aftur versnað. Men í grundini sendir Karsten Hansen og landsstýrið før- oyingum eina rokning, sum er hálva milliard krónur ov stór. FÍGGJARLÓGIN er fyrst og fremst karmurin um tað almenna virksemið í Føroyum. Í fíggjar- lógini verður staðfest, at tað kostar so og so nógv at reka samfelagið – skúlar, samskifti, heilsuverkið, almannaverkið o.s.fr. – og tá hetta er roknað út, skal Fíggjarmálastýrið krevja inn hesa upphæddina umvegis lands- skatt, toll og avgjøld. Men landsstýrið sendir ikki føroyingum eina rokning fyri henda kostn- aðin. Nei, landsstýrið sendir skattgjaldarunum eina rokning, sum er einar 400 milliónir krónur ov høg. Tá vit fáa eina ov stóra rokning frá einum persóni ella fyritøku fyri eina tænastu, kalla vit tað »okur«. Í GRUNDINI er tað ikki sørt nasadjarvt at senda skattgjaldarunum eina alt ov stóra rokning. Vit fáa jú ikki nakra tænastu fyri hesar 500 milliónirnar. Tað er lætt at finna upp á ymiskt fyri at brúka peningin til, men tað er helst breið semja um, at vit skulu vera varin ikki at skrúva almenna blussið ov nógv upp. HINVEGIN stendur eftir, at føroyski skatt- gjaldarin rindar alt ov nógv í skatti og av- gjøldum. Tað kostar 40 milliónir krónur at lækka skattin eitt prosent. Við øðrum orðum kundi skatturin verið lækkaður nógv prosent, um Karsten Hansen bara skrivaði okkum rokningina fyri tað, sum tað kostar at reka føroyska samfelagið á verandi støði. – Hvussu leingi fer skattgjaldarin, sum hevur torført at fáa endarnar at røkka saman, at góðtaka henda skatta- og fíggjarpolitikkin? Av royndum vita vit, at sera nógv verður skrivað, tá val er í hondum. Tí hev- ur blaðleiðslan gjørt av, at innsent politiskt tilfar í samband við kommunu- valið komandi verður av- markað í longd til eina A4 síðu í vanligari skrift - ella áleið 3.000 tekn - saman við andlitsmynd av val- evninum. Øll valevni er kortini vælkomin at skriva í Sos- ialinum, men tilfar, ið ikki lýkur treytirnar, kemur ikki í blaðið. Blaðleiðslan Treytir fyri valgreinar Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Viðmerkingar: Svar Formaðurin í Starvsmanna- felagnum Gunnleivur Dals- garð sigur í samrøðu við Sosialin tann 27. sept. 2000, at Starvsmannafelagið ikki hevur tikið limir frá Føroya Arbeiðarafelag. Hetta er beinleiðis ósatt og hetta veit formaðurin í Starvsmannafelagnum, tí hann er vitandi um, at dag- røktarmammurnar í øllum kommunum uttan Klaksvík og Havnini, har Starvs- mannafelagið hevur roynt at troka seg inn, eru limir í lokalfeløgum okkara. Dagrøktarmammurnar eru tíverri ikki einasta dømi, tí Føroya Arbeiðarafelag hevur eisini víst á onnur konkret dømir, har Starvs- mannafelagið hevur gjørt sáttmála sum umfataði limir hjá lokalfeløgum okkara, og einki av hesum dømum hevur Starvsmannafelagið víst aftur. Tá formaðurin í Starvs- mannafelagnum kemur við pástandi um, at dag-røktar- mammurnar hava verið ein forsømdur bólkur, og at fel- ag okkara hevur havt ríkiligt av tíð at fáa viðurskiftini hjá teimum í rættlag, so kann eg vísa á, at vit í longri tíð hava arbeitt við at fá aí lag sáttmála fyri dagrøktar- mammurnar, og her hava dagrøktarmammurnar verið við, so okkara partur hevur ikki ligið eftir. At pástanda, at Komm- unala Starvsmannafelagið í Havn hevur æruna av, at rættlag er komið á viður- skiftini hjá dagrøktar- mammunum er burtur úr vón og viti, tí Føroya Ar- beiðarafelag er tað fyrsta felagið, sum hevur gjørt uppskot til og hevur fingið í lag sjálvstøðugan sáttmála sum bert er galdandi fyri dagrøktarmammurnar. Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagið í Havn hevur í sínum sátt- mála bert nakrar fáar linjur um dagrøktarmammur, tí sáttmálin hjá hesum felag er gjørdur fyri skrivstovu- fólk, og tí verða reglurnar fyri onnur starvsfólk so sum dagrøktarmammur bert eitt uppískoyti, og tað kann sjálvsagt ikki vera nøktandi. Dagrøktarmammurnar í Havn vístu eisini fyri fáum árum sína misnøgd við regl- urnar í sáttmálanum hjá nevnda felag. Annars kann eg undir- strika at Kommunala Starvs- og Tænastumanna- felagið í Havn hevur onki havt við sáttmála at gera uttanfyri Havnina, tí á øki Føroya Arbeiðarafelags hava teir ongantíð havt nak- að at gera. Starvsmannafelagið hev- ur heldur ikki gjørt nakran øðrvísi sáttmála enn tann, sum Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagið hevði gjørt í Havnini, áðr- enn Felagið fór uppí Starvs- mannafelagið. Tað sum vit í Føroya Ar- beiðarafelag og lokalfeløg- unum fílast á er, at Starvs- mannafelagið aftan fyri ryggin á okkum er farin til kommunurnar, hóast tey vita at so at siga allar dag- røktarmammur hava arbeitt innan fyri sáttmálaøki okk- ara, og at hesar dagrøkt- armammur framvegis eru limir í lokalfeløgum okkara. At verja seg við, at tað eru ávísar kommunur, sum hava biðið um at fingið sátt- mála, sum eisini er galdandi fyri dagrøktarmammur, er bert ein bílig umbering, tí vit hava kunnleika um hvussu Starvsmannafelagið er farið fram í sambandi við royndir teirra at fáa limir okkara við í sáttmála teirra. Um Starvsmannafelagið hevði havt virðing fyri fak- mørkum okkara, so hevði felagið ikki farið inn á økið hjá øðrum fakfeløgum uttan mun til um arbeiðsgevara- parturin (í hesum føri kommunurnar) høvdu lagt upp til hetta ella ikki. Tað nyttar tí einki hjá Starvs- mannafelagnum at royna at geva kommunum skyldina. Eg haldi tað er nógv fyri, at formaðurin í Starvs- mannafelagnum eisini vil leggja okkum til last, at vit ikki hava fingið í lag sátt- mála fyri dagrøktarmamm- urnar fyrr enn nú, og at vit ikki gera nakað fyri hesar limir okkara. Um vit skulu gera eina meting av hvør hevur tikið sær betur av limum sínum, so skulu vit ikki longur enn 7-8 ár aftur í tíðina, tá Starvsmannafelagið bakk- aði fyri Fíggjarmálastýrin- um og fyrst av øllum góðtók ein lønarniðurskurð, soleið- is at øll hini alment løntu vórðu tvingaði at góðtaka at lønin hjá limunum var sett niður við uml. 8%. Er hetta at taka sær av áhuga- málunum hjá limunum? So at Starvsmannafelagið setti spor eftir sær har, er einki ivamál um. Her stóð Føroya Arbeið- arafelag, saman við hinum feløgunum á privata ar- beiðsmarknaðinum fast, og vit tryggjaðu limum okkara at løn teirra ikki fór niður. Tað kostaði eisini nógv fyri feløgini á privata arbeiðs- marknaðinum at halda tørn, so lønin ikki fór niður. Eg haldi at tað fyri fak- feløgini sum heild hevur sera stóran týdning, at fel- øgini virða tey fakmørk, sum vit hava havt so at siga síðani feløgini vóru sett á stovn. Tað er tí ein vanlukka fyri fakfeløgini og limir teirra, at Starvsmannafelagið ikki vil virða hesi fakmørk, tí tað kann ikki annað enn skaða samstarvið millum feløgini, og tann sum fær fyrimun av tí er arbeiðsgevaraparturin. Eingin ivi er um, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri samstarv okkara við Sjey- mannabólkin, tí vit kunnu sjálvandi ikki hava sam- starv við eitt felag sum fer aftan fyri ryggin á okkum og roynir at gera sáttmála sum umfatar limir okkara. Eitt skulu Starvsmanna- felagið og kommunurnar tó vita og tað er, at vit fara ikki at sita hendur í favn um lim- ir okkara, beinmleiðis ella óbeinleiðis verða tvingaðir upp í Starvsmannafelagið, og tí fara vit at taka tey stig, sum neyðug eru fyri at forða fyri hesari gongdini. Tórshavn, hin 28. sept. 2000 Ingeborg Vinther Lyktakanningin í oktober Í einstøkum skúlaflokkum í Havn eiga meira enn trið- ingur av næmingunum prutl. Næmingarnir ganga í einstøkum førum saman um at keypa fleiri sama slag „scootarar“, og søgur ganga millum næmingarnir um, at onkur seljari „tunar“ mo- torarnar fyri teir, so prutlini koyra yvir 90 km/t. Hetta er ólógligt, og gevur hækk- andi bøtur fyri hvørja ferð, ein tílíkur verður tikin triðu ferð leggur løgreglan eisini hald á prutlið. Løgreglan upplýsir, at tey hava hoyrt søgur um ólóg- ligu viðgerðina av prutlun- um, men eingin ákæra er enn reist móti nøkrum selj- ara fyri ólógligu „tuning- ina“, tí løgreglan hevur Árliga lyktakanningin verð- ur í døgunum 16. til og við 29. oktober. Eins og seinast verða latnir vinningar, áfyllingar av olju og ben- sini. Kanningin verður skipað á sama hátt sum í fjør, og nærri verður kunn- gjørt um hetta seinni. einki stakt mál, har nakar stendur fram sum vitni. Tørvandi nummarspjøld- ur Fólk, serliga í Havnini, finnast at, at tey illa fáa boð- að frá ólógligari prutlkoyr- ing, tí øll prutlini tykjast rættiliga eins, og eingi frá- merki eru longur á prutl- unum, so tey kennast ikki at. Spurt verður, hví prutlini ikki hava nummarspjøldur longur. Til tað er at siga, at tey spjøldrini, prutlini høvdu, vóru tryggingarspjøldur, latin av Tryggingarfelagi Føroya, og ikki av Bileftirlitinum. Síðani Tryggingarfelagið gavst at nýta hesi spjøldur hava prutlini eingi frámerki havt. Løgreglan upplýsir, at tað hevði verið ynskiligt við nummarspjøldrum. Ólóglig prutl í Havn ónir enn fyri átta teir fyrstu mánaðirnar í ár. Taka vit so metárið 1989, vóru lønargjaldingarnar tað árið 4.432 milliónir. Í høvuðsheitum kann sig- ast, at tað eru í framleiðslu- vinnunum, at tann størsta framgongdin er, ímeðan tær almennu tænasturnar eru hækkaðar nógv minni. Í tí, sum er framleiðslu- vinnur burturav, fiskiskap- ur, fiskavirki, skipasmiðjur og ídnaður av alskyns slag, eru lønargjaldingarnar átta teir fyrstu mánaðirnar í ár hækkaðar 11%. Í tí, sum kemur undir byggivinnuna, handil, flutn- ing og ymsar tænastur, hev- ur vøksturin verið 13% átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør. Hinvegin hevur vøksturin í almennum tænastum bara verið 6% hesa tíðina. Sostatt sæst eisini, at í- meðan vøksturin í almenn- um tænastum hevur ligið rættiliga støðugt ímillum 6- 8% tey seinastu fýra árini, hevur gongdin í fram- leiðsluvinnuni verið rætti- liga skiftandi. Frá 1997-1998 vuksu løn- argjaldingarnar í fram- leiðsluvinnuni heili 15%, men frá 1998-1999 var vøksturin bara 3%. Síðani hevur vøksturin so aftur verið 11% átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør. Í byggivinnuni, í handli og í tænastuvinnuni, hevur gongdin verið eitt sindur støðugari, har hevur vøkst- urin ligið ímillum 9 og 11%, men átta teir fyrstu átta mánaðirnar í ár var vøkst- urin 13% afturímóti tíðini frá januar til august í fjør. Fiskimenn tjena mest Tey nýggjastu tølini vísa, at ikki óvæntað kemur størsta íkastið til lønargjaldingar- nar frá fiskimonnum. Átta teir fyrstu mánað- irnar í ár fingu fiskimenn 517 milliónir í løn, aftur- ímóti 482 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør. Næststørsti bólkurin er almenna fyrisitingin, sum betalti 476 milliónir í lønum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti 434 millión- um í somu tíð í fjør. Og Almanna- og heilsu- verkið eigur triðja plássið við 372 milliónum í lønar- gjaldingum í januar til aug- ust í ár, afturímóti 347 milli- ónum í fjør. Næststørsti bólkurin í privatu vinnuni er innan handil og gisting, har løn- argjaldingarnar vóru 296 milliónir átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti 271 milliónum átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Men eisini í fiskivinnuni á landi, hevur talan verið um ein vøkstur, tí átta teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru lønargjaldingarnar har 224 milliónir, aftur ímóti 196 milliónum í sama tíðar- skeiði í fjør. Ein góð ábending Gongdin í lønargjaldingun- um geva eina góða ábend- ing um vøksturin í samfel- agnum, tí lønargjaldingar- nar verða mettar at verða umleið 65% av bruttotjóð- arúrtøkuni. Og í einum yvirliti, sum landsbankin hevur gjørt, sæst, at hesi seinastu árini hevur bruttotjóðarúrtøkan verið: 1995 1996 1997 1998 1999 ----------------------------------------------------------------- BTÚ 5.322 5.738 6.167 6.959 7.503 Realur vøkstur 4,9% 2,3% 5,4% 10,6% 5,0% Tølini fyri BTÚ eru í milliónum krónum stuðul, almannaveitingar og annað, er ikki talt upp í. Sostatt hava vit átta teir fyrstu mánaðirnar í ár for- vunnið næstan líka nógv, sum vit gjørdu alt 1995, sum var ringasta kreppu- árið, tá vóru lønargjalding- arnar í Føroyum 3.221 milliónir, ella bara 79 milli- Nýggjasta yvirlitið frá Hagstovu Føroya vísir, at frá 1. januar til 31. august í ár fngu føroyingar 3.142 milliónir í lønum. Átta teir fyrstu mánaðir- nar í fjør fingu vit 2.851 milliónir í løn. Her er talan um útgoldnar A inntøkur. Arbeiðsloysis- ÁKI BERTHOLDSEN Tað gongur framvegis væl hjá føroyingum. Í hvussu so er um vit hugsa um pengar. Tey feskastu tølini vísa, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, vóru lønargjaldingarnar í Føroyum 10% hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað gongur enn framá hjá føroyingum. Bara átta teir fyrstu mánaðirnar í ár hava føroyingar fingið næstan líka nógv í løn sum alt 1995 tilsamans Vit hava fingið 10% meiri í løn Tað verður alsamt meiri og meiri útgoldið í lønum í Føroyum. Ikki minst hevur framgongdin verið stór í framleiðsluvinnum av ymsum slag. Hinvegin hevur vøksturin í almennum tænastum ikki verið so høgur Ongin ábending um prísbroyting á fiski Næsta ár metir Fiskirannsóknarstovan, at vit fara at fiska 69.000 tons av toski, hýsu, upsa og kongafiski undir Føroyum ÁKI BERTHOLDSEN Fiskiskapurin hevur sera stóran týdning fyri búskap- arligu gongdina og búskap- arliga vøksturin í Føroyum. Og, hvat fiskiskapi við- víkur, er tað serliga fiski- skapurin eftir botnfiski und- ir Føroyum, sum hevur á- huga, tí júst hesi fiskasløg- ini eru týdningarmikil fyri framleiðsluna og virksem- ið á landi. Í einum yvirliti, sum fylg- ir við uppskotinum til fíggj- arlógina, sum varð lagt fyri tingið herfyri, metir Fiski- rannsóknarstovan, at vit fara at fiska tilsamans 69.000 tons av toski, hýsu, upsa og kongafiski komandi ár. Í ár verður fiskiskapurin av hesum fýra fiskasløgun- um mett til 77.000 tons. Í yvirlitinum hjá Fiski- rannsóknarstovuni, standa tølini fyri fiskiskapin eftir hesum fýra botnfiskasløg- unum hesi seinastu árini, umframt at metingar eru gjørdar fyri fiskiskapin í ár og næsta ár. Sum tað sæst, er fiski- skapurin eftir toski minkað- ur tey seinastu árini og tað eru ongi útlit fyri, at gongd- in fer at venda í bræði. Hýsufiskiskapurin er rættiliga støðugur og upsa- fiskiskapurin veksur støð- ugt. Eftir tilmælinum frá ICES, skal fiskiskapurin eftir toski ikki fara upp um 16.000 tons í 2001, fiski- skapurin eftir hýsu ikki upp um 22.000 tons og upsa- fiskiskapurin ikki upp um 17.000 tons. Hinvegin hevur løgtingið ásett, at fiskidagatalið skal verða tað sama næsta ár, sum í ár. Men vit eiga ikki at vænta betri fiskiskap komandi ár. Tað er heldur ikki væntandi, at okkara kvotur aðrastaðni verða nógv øðrvísi enn í ár, hóast stórar broytingar eru hendar viðvíkjandi teimum einstøku fiskasløgunum. Eitt nú er botnfiskakvotan í Barentshavinum nógv skerd frá 1998 til í ár. Sostatt er íkastið av fiski- vinnuni til samfelagsbú- skapin minkað seinastu ár- ini. Hinvegin er eftirspurn- ingurin eftir fiski stórur. Harafturat er prísurin høgur og framleiðsluvirðið høgt. Umframt útboðið av fiski á heimsmarknaðinum, eru tað nógv onnur viðurskifti, sum kunnu ávirka prísin á fiskim, men í løtuni er onki, sum bendir á, at prísirnir fara at broytast stórvegis. Eitt nú verður nógv gjørt uttanlands fyri at fáa fólk at eta meiri fisk. Harafturat gera sjúkur í hønungum, neyta-og oksa- kjøti, o.ø. sítt til, at stimbra eftirspurningin eftir fiski. Yvirlitið, sum fylgir við fíggjarlógini vísir eisini, at umframt skip, stavar nógv tann størsti parturin av vøkstrinum í útflutningin- um frá laksi og síli, men eisini útflutningurin av salt- fiski er nógv vaksin. Hin- vegin er útflutningurin av frystum og ísaðum fiska- flaki minkaður eitt sindur. Útflutningurin av fiskavør- um til ídnað er eisini minkaður nakað. Hinvegin verður mett, at útflutningsvirðið av alivinn- uni fer at verða 1,5 milliard longu í 2002. Í fjør var tað 880 milliónir. Sostatt fer ali- vinnan at standa fyri bróð- urpartinum av føroyska út- flutninginum um heilt fá ár. 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 Toskur 9 18 37 33 24 18 18 19 Hýsa 4 4 9 16 20 16 22 18 Upsi 29 24 17 19 23 29 31 26 Kongafiskur 9 8 7 7 6 6 6 6 Yvirlit yvir fiskiskapin eftir toski, hýsu, upsa og kongafiski tey seinastu árini, umframt metingarfyri í ár og næsta ár. Tølini eru í 1.000 tonsum