Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

STEFAN Í SKORINI Granskararnir hava allir til- knýti til AMAP, Arctic Monotoring an Assessment Program. Tað vóru ráðharr- ar úr londunum kring pólin, sum fyrst í nítiárunum eftir at jarntjaldið fall, tóku stig til at savna allar upplýsingar um dálking í póløkinum. Londini vóru bangin fyri, at verri stóð til enn fólk grunaðu, og tí skuldi farast undir eina skipaða eftirans- ing av póløkinum. AMAP er í ymsum bólk- um. Tann, sum er í Norður- landahúsinum hesar dag- arnar, er Human Health Expert Group. Hann tekur sær mest av heilsuni hjá fólki, meðan aðrir bólkar fyrst og fremst fylgja við geislavirkni og veðurlags- broytingum. Póløkið er sera viðbrekið, har lítið er av vøkstri og djóralívið ikki er so fjøl- broytt. Tí kann dálking gera størri skaða enn aðrastaðni á jørðini. Hetta ger tað neyðugt at fylgja væl við tí, sum fyriferst í økinum. Gott høvi Pál Weihe umboðar Føroyar á fundinum, og er tað før- oyska umboðið hjá Føroy- um í AMAP. Hann heldur, at hetta er eitt sera gott høvi hjá føroyingum. – Vit í Føroyum hava ver- ið virkin innan heilsuøkið í fleiri ár. Hetta er tí eitt gott høvi hjá okkum í einum skipaðum forum at saman- bera upplýsingar, sum eru fingnar til vega í øðrum londum, sigur Pál Weihe. Til viðgerðar á fundinum Kanna avleiðingar av vandamiklum evnum Í Norðurlandahúsinum sita 22 granskarar úr londum kring Norðpólin og gera metingar um tær upplýsingar, sum eru komnar fram viðvíkjandi vandamiklum evnum í fólki verða mátingar av dálkandi evnum í menniskjum, sum búgva runt um Norðpólin, og hvørji skaðilig árin hesi evni kunnu hava á heilsuna hjá fólki. Tann føroyski bólkurin fer til næsta fundin at leggja fram eina føðslukanning av barnakonum í Føroyum. Henda kanningin verður gjørd nú og verður vænt- andi klár at almannakunn- gera í vár, tá næsti fundurin er settur á skránna. – Tað er týdningarmikið, at vit, sum liva og á mark- inum millum póløkið og evropeiska meginlandið, eru við í arbeiðnum at verja tey áhugamál, sum vit hava felags við onnur lond um okkara leiðir, sigur Pál Weihe. – Hetta kann eisini brúk- ast seinni sum eitt politiskt argument móti teimum londunum, sum dálka mest STEFAN Í SKORINI 7. oktober ber til at seta seg væl til rættis á Meiarínum fyri at síggja nýggja leikin, sum Gríma hevur sett upp. Krypilin úr Inishmaan er ein kendur leikur, sum er skriv- aður av 30 ára gamla Martin McDonagh. Hann er úr Onglandi, men av írskari ætt. Leikurin hevur verið vístur um alt Evropa og í Amerika. Eisini er hann sloppin framat í tjóðleikhús- inum í London. Martin McDonagh hevur latið sjey leikir úr hondum, og fleiri teirra hava verið virðisløn- arverdir. Níggju leikarar eru við. Seks teirra eru limir í leik- bólkinum Grímu, meðan hinir tríggir eru læntir áhugaleikarar. Leikararnir Ria Tórgarð, Birita Mohr, Egi Dam, Hans Tórgarð, Kristina Hansen og Páll Danielsen eru úr Grímu. Umframt tey eru Hallur Hjalgrímsson úr Havn, Jógvan Salomon Joensen úr Gøtu og Adelborg Linklett úr Klaksvík eisini við. Leikstjóri er Eyðun Johannesen, sum er komin heim til Føroyar fyri at vera. Umframt at leikstjórna leik- inum tekur hann sær eisini av pallmyndini. Leikurin fer fram í 1934, tá eitt lið at filmssjónleik- arum kemur til lítla oyggja- samfelagið Aran vestanfyri Írland. Alt er á gosi av hesi forkunnugu vitjan. Leikurin rúmar beinrakið skemt, men er samstundis ein grípandi søga um foreldraleysa kryp- ilin, sum býr hjá tveimum gomlum gentum. Leikurin er valdur, tí hann hevur bæði gaman og álvara. – Leikurin minnir um tað føroyska veðurlagið, og hann broytist, sum ljósið broytist. Hann er bygdur upp sum eitt slag av eini kriminalsøgu. Beint sum áskoðarin heldur seg hava funnið útav tí, hendir okkurt nýtt, og so hevur tú ikki funnið útav tí hóast alt, sig- ur Eyðun Johannesen, leik- stjóri um leikin. – Eg gangi ikki til sjón- leik. Tí skrivi eg leikir, sum eg kundi hugsa mær at sæð, um eg gekk til sjónleik, sig- ur maðurin aftanfyri leikin Martin McDonagh. Umframt henda leikin, er ein annar leikur á skránni hetta leikárið. Miðskeiðis í mars mánaði næsta ár verð- ur leikurin hjá Jóanesi Nielsen frumsýndur. »Eitur nakað land Week-end?« er heitið á leikinum. Leikritið vann leikritakappingina, sum Leikpallur Føroya skipaði fyri. Teir á Meiarínum lótu ikki boðini sita á sær, men fingu hendur á leikinum og avgjørdu, at hann var verdur at seta upp. – Hesin leikurin vísir nakrar síður, sum vit ikki hava sæð í skaldskapinum hjá Jóanesi fyrr, men tað er tó enn tann sami Jóanes, sigur Eyðun Johannesen, sum eisini skal leikstjórna tann leikin. Leikararnir verða Egi Dam, Kristina Hansen, Birita Mohr, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð. Stamen Stanchev fer at skriva nýggjan tónleik til leikin. Jørgen-Frantz og Poul F Umframt teir báðar stóru leikirnar verður nógv annað virksemi á Meiarínum, sum skal stytta fólki um tey longu vetrarkvøldini. Tveir teir seinastu mán- aðirnar í hesum árinum verður skipað fyri kvøld- Gríma aftur til brots Niðri á gamla meiðarínum rokast tey við at leggja seinastu hond á sjónleikin Krypilin úr Inishmaan. Eisini er skráin løgd fyri næsta leikárið fram til næsta summar, og nógv spennandi verður at gleða seg til setum fyri vaksnum á Gamla Meiarínum. Hetta eru frásøgukvøldini, sum næstan er vorðin fastur táttur. Í sambandi við at 100 ár eru síðani, at Jørgin- Frantz Jacobsen varð borin í heim, verður hansara skaldskapur eitt av evnun- um. Eisini verður nomið við Poul F, og Birita Mohr og Hanus Johansen fara at lesa nakað av hansara skald- skapi. Annars verður Nobel- vinnarin Dario Fo eisini á skránni saman við frásagn- um úr Havnini. Umframt hetta eru tey so smátt farin undir at fyrireika eina jólakabarett, og Café- kvøld við upplestri, leik- brotum og tónleiki verða eisini á skránni í vetur. Av Gamla Meiarínum verður sagt, at hetta er eitt stað, sum er komið fyri at vera. Hetta er triðja árið, at Gríma húsast á Meiarínum. Ein fastur fyrisitari er nú eisini settur í starv. Tað er Jenny C. Petersen. Hon hevur arbeitt innan sjónleik í Noregi í eini tíggju ár og hevur tískil tær neyðugu royndirnar. og eru við til at hótta okkara lívsgrundarlag, men fyrst mugu vit staðfesta og prógva dálkingina, sigur Pál. Frágreiðing í 2002 Henda frágreiðingin, sum bólkurin er í gongd við nú, verður væntandi liðug og kemur út á prenti í 2002. Fyrsta frágreiðingin var lið- ug í 1996 og varð almanna- kunngjørd tvey ár seinni. Seinastu árini eru russisk- ir granskarar komnir meira við í arbeiðið, og tað er ógvuliga týdningarmikið, tí ein stórur partur av økinum kring pólin er russiskt. Russland hevur altíð verið limur í AMAP, men hevur ikki verið miðvíst við frá byrjan. Fundast varð 2. og 3. okt- ober, og luttakararnir fara av landinum mikudagin. Ferðalagið kom til Føroyar leygardagin, og sunnudag- urin varð nýttur at síggja landið. Teir 22 granskararnir eru úr Sibiria, Finnlandi, Svø- ríki, Noregi, Danmark, Før- oyum, Íslandi, Kanada og Alaska. Egi Dam, Adelborg Linklett og Jógvan Salomon Joensen venja her leikin Krypilin úr Inishmaan Mynd: Jens Kr. Vang Granskarar eru í hesum døgum í Norðurlandahúsinum og meta um tey vandamiklu evnini, sum eru at finna í okkum, ið búgva kring Norðpólin Mynd: Jens Kr. Vang 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 190 - 4. oktober 2000 Nr. 190 - 4. oktober 2000 Mastrahvalir í Vestmannasundi At mastrahvalurun er rovdjór tykjast bæði æður og teistar at hava sannað. Sunnudagin vóru seks mastrahvalir í Vestmannasundi Summir av mastrahvalunum vóru so nær landi, at tú sást av vegnum beint niður á ryggin á teimum Mynd: Edvard Joensen EDVARD JOENSEN Oyrargjógv: Æður og teis- tar leikaðu sansaleys í, og grundin var sera sjónlig. Seks mastrahvalir komu spakuliga norður við Vága- landinum beint sunnan fyri ferjuleguna við Oyrargjógv. Fólk, sum komu í land av Ternuni hendan sunnudgin fyrrapart, varnaðust hval- irnar tætt undir landi. Nógvir bilar steðgaðu, og fólk fór út at síggja hesa sjáldsomu sjón. Og tó verður látið at í Vágum, at hon er kanska ikki so sjáldsom kortini. Tvær ferðir fyrr í summar hava mastrahvalir verið á Sandavági, og sandavágs- menn søgdu, at mastra- hvalur eisini hendan sama sunnumorgun hevði verið inni á vágni. Einaferð tíðliga í summar varð boðað frá grind í Sandavági. Men tá bátar komu til »grindina« vórðu teir varugir við, at hetta var mastrahvalur. Fyri stuttum vóru seks mastrahvalir- ella bóg- hvítuhvalir - ella æðuhvalir - hvat ein nú velur at nevna teir - mestsum uppi á landi á sandinum í Sandavági. Teir vórðu riknir út aftur av alarunum á vágni. Hendan vakra sunnu- morgunin vóru seks hvalir á Sandavági, og aftur vóru alararnir á kroppinum á teimum, frættist úr Sanda- vági. Fyrrapartin sunnudagin, tá blaðmaðurin saman við øðrum kom í land av Tern- uni á Oyrargjógv, komu seks hvalir spakuliga norður við Vágalandinum. Fýra smærri og tveir størri hvalir vóru í bólkinum. Annar av teimum vaksnu var ivaleyst ein hannhvalur eftir stóra horninum at døma. Hann svam soleiðis um- leið eitt byrsumál úr landi. Spakuliga, eins og peri- skopið á einum kavbáti, sum kemur upp, kom hetta spíska hornið undan. Síðan sást ryggurin. Og uttan at nakað sást til, at hvalurin kúlaði seg saman, gleið fyrst ryggurin og síðan hornið spakulig undir aftur. Eftir var bert ein meldur í vatnsskorpuni, sum segði frá, at her var havsins størsta rovdjór rovdjór spakuliga farið glíðandi framvið. Nærri landi vóru æður og teistar púra óð í høvdinum. Eingin ivi er um, at tey vita, hvat hesin hvalurin kann finna uppá, og tí royndu tey at bjarga sær, sum tey kundu best. Turnaðu eftir sjónum og royndu at sleppa á flog. Men tað eydnaðist bara onkrum, meðan onnur í vill- ari angist lupu upp á land og tustu niðan gjøgnum fjøruna. Og har, tætt fram við landinum, komu teir ungu jassarnir. Lívligir. Høvdu ivaleyst hug at spæla við hesar bebbaræddu fuglar- nar. Hesir høvdu meira ferð, enn teir eldru ytri á. Komu tætt fram við landinum, so tað viðhvørt sá út, sum ætl- aðu teir at gera landdgongd. Og ein teirra, var helst í serliga góðum hýri, tí hann slerdi við sveivinum, hvørja ferð, hann var undan. Líka- sum ein heilsan til forvitan myndamannin, sum stóð við bilverjuna á vegnum beint sunnan fyri ferjuleg- una og tók mynd niður á á ryggin á einum spælandi mastrahvali. Men æðurnar tóktust tó sleppa við hvøkkinum hesa- ferð. Ternan bakkaði frá, og hvalirnir fóru eitt sindur yvir á Sundið og hildu leiðina norðureftir. Umbyggingin av ferju- leguni í Skopun verður liðug fyrsta dagin, og Tróndur sleppur so upp á pláss aftur Tróndur fer at sleppa »heim aftur« til vanligu ferjuleguna í Skopun um einar fjúrtan dagar ella so. Arbeitt hevur verið upp á at umbyggja ferjuleguna í Skopun, soleiðis at hon kann brúkast til ta nýggju Sandoyar- ferjuna, sum er á veg. Meðan hetta arbeiðið hevur verið í gongd, hevur Tróndur lagt at Sunnudagin 1. oktober varð føðingardagshald á Brand- støðini við Oyggjarvegin, har hátíðarhildið varð, at sløkkiliðsmenninir í Havn í 67 ár hava farið gjøgnum eld og vatn og upp í el- streyrar at hjálpa fólki, vilstum kettlingum og annars øðrum, sum hava trongt til eina hjálpandi hond. Í samband við føðingar- dagin hevur Tórshavnar Sløkkilið tikið upp aftur eina gamla siðvenju, sum eisini verður brúkt aðra- staðni, nevniliga at heiðra sløkkiliðsmenn fyri drúgva og serliga tænastu. Á Brandstøðini fingu fýra sløkkiliðsmenn heiðurstek- in fyri at hava verið ávíst áramál í sløkkiliðnum. Andreas Sjóvará fekk 20 ára heiðurstekin, meðan Heiðrikur Christiansen, Hans David Hansen og Peter Seloy fingu 10 ára tekin handað. undir flakavirkinum. Hendan skipanin er partur í samlaðu umbyggingingunum av øllum ferjulegunum, sum nýggja ferjan fer at brúka. Í august varð arbeitt á Gomlu- rætt, og tá sigldi Tróndur til Havnar sum í gomlum døgum. Av havnadeildini hjá Landsverkfrøðinginum verður sagt, at arbeiðið í Skopun væntandi verður liðugt um hálvan oktober, og tá kann Tróndur so flyta aftur í vanligu leguna. ej Skjótt liðugt í Skopun Tróndur hevur ligið undir flakavirkinum, meðan arbeitt verður upp á ferjuleguna hinumegin Mynd: Edvard Joensen Gjøgnum eld og vatn Í 67 ár hava sløkkiliðsmenninir í Havn verið borgarunum til hjálpar, tá okkurt hevur verið áfatt Peter Seloy hevur verið trý av árunum í sløkkilið- num í Havn, meðan hann hini sjey hevur verið í Ka- lundborg. Heiðurstekinini verða lat- in teimum, sum hava starv- ast í minst 10 ár sum kommunalir sløkkiliðs- menn. Sagt verður av Brand- støðini við Oyggjarvegin, at tá Tórshavnar Sløkkilið um trý ár fyllir 70 ár, er ætlanin at gera eitt sindur meira burtur úr degnum. Annars verður sagt av Brandstøðini, at í 1999 varð Tórshavnar Sløkkilið boð- sent meria enn 1.000 ferðir. ej Alt til seyming á einum stað C. Ployensgøta 4 • 100 Tórshavn• Tel. 31 25 31 • Fax 31 23 19 SP/F MARJUN HEIMÁ Vit hava jœst nœ fingiÝ ein h—p av nàggjari meturv¿ru, b¾Ýi til b¿rn og vaksin. Nàggjasti m—ti til troyggjur, buksur, jakkar o.a. Eisini hava vit fingiÝ nàggj bond og annaÝ at seta upp‡ kl¾Ýir. Kom inn og s’ggj ella biÝ um pr¿var. Sosialurin - 311820