Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 149 - 10. august 2005 Krígsbrotsmaður tikin Fyri fimm árum síðani ákærdi krígsbrotsmanna- dómstólurin í Haag bosn- iasewrbiska herovastan Milan Lukic fyri at hava framt krígsbrotsverk undir borgarakrígnum í Bosnia, men hann var ikki at finna nakrastaðni. Men í gjár kunngjørdu myndugleikarnir í Ar- gentina, at teir vóru kom- nir fram á Milan Lukic í miðbýnum í Buenos Air- es, at hann var tikin. Milan Lukic stóð á odda fyri einari bosnia- serbiskari herdeild, sum vanliga gekk undir heit- inum "Hevnararnir", og krígsbrotsmannadómstól urin vil vera við, at menn hansara beindu fyri minst 20 muslimum á mark- inum ímillum Serbia og Bosnia í 1993. Fyrr í ár dø'mdi ein serbiskur dómstólur fyrr- verandi herovastan 20 ára fongsul fyri at hava burt- urflutt 16 muslimar har eysturi í Bosnia í 1992. Nú verður hann væntandi fluttur til Haag, so hann kann koma fyri krígs- brotsmannadómstólin har, skrivar AP. Clinton eftir barnafiti Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton fer nú í hernað ímóti barna- fiti. Sum smádrongur hevði Clinton stórar trupulleikar av fiti, og hann ásannar, at tað hevur verið medvirkandi til avgerðina um at fara í hernað ímóti hesum trupulleikanum. Ein kanning, sum lærdi stovnurin Emory Uni- versity hevur gjørt, vísir, at ein fjórðingur av út- reiðsluvøkstrinum í amerikanska heilsuverk- inum tey seinastu 15 ári- ni kemst av fiti, og tí hevur hann sett sær sum mál at venda gongdini innan fimm ár. Bill Clinton sigur, at børnini skulu eta sunnari mat, og at tey skulu íðka meiri ítrótt. Tí mælir hann skúlunum til at banna ósunnum mati og at leggja størri dent á fimleik og ítrótt. Herfyri fekk Clinton tvær skurðviðgerðir or- sakað av hjartatrupul- leikum. Sjálvur sigur hann, at hetta fekk hann at hugsa seg betur um, og í dag etur hann sunnari mat, og harafturat rennur hann hvønn morgun. Hópdrápsmaður funnin Løgreglan í Ukraina hevur tikið ein 53 ára gamlan mann, sum hevur viðgingið, at hann hevur beint fyri minst 30 ung- um gentum í Ukraina og grannalandinum Russ- landi tey seinastu 30 árini. Løgreglan fekk ill- gruna til mannin, tá ein tíggju ára gomul genta bleiv funnin myrd her- fyri, og tá løgreglumenn- inir rannskaðu húsini hjá manninum, komu teir fram á ymsar lutir við nøvnunum á fleiri horv- num gentum. Løgreglan sigur, at fyribils hevur hon prógv fyri, at mað- urin hevur myrt átta gent- ur, men at tað endaliga talið helst verður nógv størri. Sambært løgregluni hevur maðurin ikki sagt, hví hann beindi fyri gentunum, men hann hevur greitt nágreiniliga frá, hvussu hann rændi genturnar, og hvussu hann beindi fyri teimum. Fyri seks árum síðani avdúkaði ukrainska løg- reglan ein annan hóp- drápsmann. Hann bleiv dømdur lívlanga fong- sulsrevsing fyri at hava beint fyri meiri enn 40 fólkum, skrivar AP. Gjørdu kvetti Eitt mistak á heimasíðuni hjá norska flogfelagnum SAS Braathens gjørdi, at 260 fólk hava kunnað sær ferðaseðil í business- flokkinum úr Oslo til Shanghai fyri einans 1200 norskar krónur, skrivar Adresseavisen. Mistakið kostar flog- felagnum meiri enn sjey milliónir krónur, tí ein tílíkur ferðaseðil eigur at kosta 30.000 krónur. Leiðslan í felagnum um- hugsaði at ógilda ferða- seðlarnar, men valdi kortini at góðtaka mis- takið. Talsmaðurin hjá SAS Braathens, Knud Løv- stubben, sigur við Adresseavisen, at áhugin fyri teimum bíligu ferða- seðlunum var so stórur, at eftir minni enn trimum tímum høvdu 260 fólk verið á heimasíðuni og tryggjað sær eina bíliga ferð til Kina. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanskir vís- indamenn halda, at aldurnar vóru 40 metrar høgar, tá ein ódn herjaði Karibiska Havið í fjør ÓDNARVEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá tropiska ódnin Ivan herjaði í Karibiska Havin- um í september í fjør, vístu aldumátararnir, at tær størstu aldurnar vóru 27 metrar høgar, men at tær løgdu seg, áðrenn tær komu inn á land. So høgar aldur hava menn ikki mátað fyrr, men kortini halda amerikanskir vísindamenn, at í veruleik- anum vóru aldurnar nógv hægri, at aldumátararnir vístu. Sambært vísinda- monnunum eru teir vanligu aldumátararnir ikki førir fyri at máta sera høga aldu, og sjálvir halda teir, at ald- urnar í ódnini Ivan kunnu hava verið upp í 40 metrar høgar. - Vit halda, at tær størstu aldurnar kunnu hava verið upp í einar 40 metrar høgar, men vit hava ikki útgerð, sum kann vátta tað, sigur vísindamaðurin David Wang við BBC. Hann held- ur tað vera umráðandi at útvega neyvari útgerð til aldumátingar, tí sambært veðurfrøðingunum kunnu vit rokna við harðligari veðri í komandi tíðum orsakað av veðurlagsbroyt- ingunum. Týðandi embætis- menn hjá ST gjørdu sær dælt av skipanini, tá ST gav Irak loyvi at selja olju, so landið kundi keypa mat og heilivág fyri pengarnar ST Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrst kom ein serlig kann- ingarnevnd hjá ST til ta niðurstøðu, at Benon Sev- an, sum hevði ábyrgdina av olju fyri mat-skipanini, hevði stungið 900.000 krónur í egnan lumma. Síðani bleiv næsti maður hansara, Aleksander Jako- lev, skuldsettur fyri at hava gjørt tað sama. Í hansara føri var talan um slakar seks milliónir krónur. - Kanningarúrslitið er skelkandi og hugstoytandi, tí tað er eingin ivi um, at ábyrgdarmenninir gjørdu sær dælt av skipanini við egnum vinningi fyri eyga, segði formaðurin í kann- ingarnevndini, fyrrverandi amerikanski tjóðbanka- stjórin Paul Volvker. Benon Sevan hevur ikki játtað seg sekan, men tað gjørdi Aleksander Jakolev í gjár. Tann 52 ára gamli russarin játtaði at hava tikið ímóti pengum í trimum førum, meðan hann ar- beiddi við olju fyri mat- skipanini. Kanningarnar hava víst, at hann tók ímóti pengum frá stórum ameri- konskum fyritøkum, sum vildu sleppa at selja stýrin- um hjá Saddam Hussein vørur. Kofi Annan, ST-aðal- skrivari, hevur tikið diplo- matiska órinið frá Jakolev, so hann kann koma fyri rættin í USA. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í 20 ára fongsul, skrivar Reuters. Úr irakskum skjølum Skipanin, sum loyvdi Irak at selja olju, so landið kundi fáa pengar til at keypa mat og heilivág fyri, kom í gildi í desember í 1996. Í sínum arbeiði hevur kanningarnevndin hjá ST fingið skjøl frá iraksku stjórnini, sum vísa, at stýrið hjá Saddam Hussein mis- nýtti skipanina. Sambært kanningar- nevndini fekk Saddam sjálvur fleiri milliardir doll- arar burtur úr skipanini, og ein part av pengunum brúkti hann til at mutra embætismenn, ráðharar og politiskar flokkar í meiri enn 40 londum. Sambært frágreiðingini tóku umleið 1300 fólk ímóti pengum frá stýrinum í Bagdad. ST viknað Sjálvt um tað ikki er endaliga staðfest, at Benon Sevan er sekur í sviki, eru eygleiðarar á einum máli um, at avdúkingarnar hjá kanningarnevndini hava gjørt ST veikari, og nú verður bíðað í spenningi eftir teirri næstu frágreið- ingini. Hon skal lýsa, um Kofi Annan sjálvur hevði nakað við svikið at gera, ella um hann visti um tað. Tað er komið fram fyrr, at ein sonur aðalskrivarans var uppi í svikinum, men kanningar, sum eru gjørdar fyrr, kundu ikki staðfesta, at aðalskrivarin var vitandi um tað. Virksemið hjá fyrrver- andi aðalskrivaranum Boutros-Boutros Ghali skal eisini kannast. 40 metrar høg alda ST-embætismenn svikað fyri milliónir Benon Sevan hevði ábyrgdina av olju fyri matskipanini. Nú er hann skuldsettur fyri at hava stungið pengar í egnan lumma Mynd: Reuters