mikudagur 10. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2005
17
So hevur euran aftur
nakað somu styrki í
mun til dollar, sum
fyri gott tveimum
mánaðum síðani. Tað
var tá alt rokið var
um Frankaríki og
Holland, sum at-
kvøddu ímóti
traktatini um nýggja
europeiska grundlóg.
EURO/DOLLAR OG
ARBEIÐSMARKNAÐUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Tá bleiv fokuserað uppá
góðu búskaparligu tølini úr
USA, meðan euro-økið var
snávað í politiskari óvissu.
Nú hevur friður verið um
tann politiska partin í
longri tíð, og tað vísir seg
sum at londini geva sær
góðar stundir at sodna
politisku støðuna, og at
kanna møguleikarnar.
Fyri fyrstu ferð í langa tíð
kennist sum, at euro-lond-
ini og felags gjaldoyrað -
euran - aftur verða mett
eftir búskaparligari alin, og
at gongdin í USA í so máta
hevur minni at siga.
Góð og sterk tøl eru kom-
in úr USA, men tey hava
ikki havt stórvegis ávirkan
á dollaran. Týsdag væntast
miðbankin, The Fed, at
hækka rentuna enn einaferð
við 0,25% til 3,50%, men
kursurin hevur enn ikki
verið ávirkaður av hesum
Aftur til fokus á
"twin deficits"
Seinasta fríggjadag komu
tøl, sum vístu hvussu nógv
nýggj arbeiðspláss vóru
skrásett í USA í juli. Tað
komu nógv fleiri enn
væntað, í alt 207.000. Men
hesaferð hevði tað onga
positiva ávirkan á dollaran.
Heldur eru tað struktu-
rellu problemini, "the twin
deficits", sum eru hall í
handli og landshúsarhaldi,
sum aftur fara at tyngja
dollaran. Komandi fríggja-
dag síggja vit so nýggj hag-
tøli um uttanlandahandilin.
Hvussu stórt verður hallið
hesaferð, hvussu fer tað at
ávirka dollaran?
Í síðstu viku vístu tøl í
Europa, at service-vinnan
var í góðari framgongd, og
tað bleiv tikið sum eitt
positivt tekin. Hetta gav
euruni eitt skump upp eftir.
ECB, europeiski mið-
bankin, hevur eisini sagt
frá, at bæði tey oljufram-
leiðandi londini í OPEC og
í fyrrverandi Sovjet, nú eru
farin at brúka fleiri olju-
pengar í Europa. Tí verða
olju-dollars vekslaðir til
euros. Russland er haraftrat
farið at leggja fleiri euros í
eina "valuta-kurv" sum
verður brúkt til at dagligar
transaktiónir. Dollarpart-
urin er fallin frá 65% til
60% í hesi kurv.
Væntar framhaldandi
uppgongd fyri euro
Gitingar um framtíðarstøð-
una eru aldri serliga eftir-
farandi, men tær siga
kanska nakað um, hvussu
ekspertar og stovnar meta
støðuna og ráðandi faktor-
arnar beint nú. Eitt firma,
Merrill Lynch, metir at
dollar/euro lutfallið við
ársenda ferð at liggja um
1,32 dollar fyri eina euro.
Um so verður, so fer euran
at hava vunnið at kalla alt
tað inn aftur, sum hon hev-
ur mist ella tapt í ár.
Toyota valdi Canada
fram um USA
Hvørki útbúgvingarskip-
anin og sosiala skipanin í
USA líkist teim vestur-
europeisku, enn minni væl-
ferðarskipanunum í Norð-
urlundum sum Danmark
ella Svøríki. Í USA er alt
nógv meira privatiserað.
Vælferðarmodellið
í
Europa leggur dent á, at eitt
nú alt tað elementera í út-
búgvingarsysteminum og
heilsuskipanini verður rikið
solidariskt av tí almenna.
Í USA er ein politiskur
lærusetningur, at tey ríku
skulu ikki gjalda ov nógv í
skatti. Bush forseti hevur
hildi fram í hesi foyru, og
hevur givið teim ríku
skattalætta, sum bert er
komin 1% av fólkinum til
góðar. Men eingin í vinnu-
lívinum torir rættiliga at
pilka við hetta djúpt kon-
servativa dogmið.
Tí eru tær almennu
service-skipaninar har út av
lagi vánaligar, tí skattainnt-
økurnar hjá tí almenna eru
ov lágar til at reka effek-
tivar og vælvirkandi tæn-
astur. So er tað eisini tað, at
útreiðslurnar til militerið,
herin, flogvápnið og flotan
tekur bróðurpartin av øll-
um skattainntøkunum.
Arbeiðskraftin er bílig
í suðurstatunum,
men…?
Einaferð lá USA klárt á
odda tá tað ráddi um at
designa og framleiða bilar.
Men tær størstu fabrikkir-
nar, Ford og General Mo-
tors eru í kreppu. Parta-
brøvini eru nú klassaði sum
"junk."
Japanska Toyota hevur
harafturímóti framgongd.
Paul Krugmann frá New
York Times (endurgivið í
Politiken) hevur skrivað um
hendingarnar.
Tá Toyota herfyri skuldu
velja øki til eina spildur-
nýggja fabrikk, buðu fleiri
av suður-statunum seg til.
Teir bjóðaðu í fleiri førum
nógvar hundrað milliónir
sum "agn."
Í juli fall so avgerðin.
Tann nýggja fabrikkin kom
slettis ikki at liggja í USA
men í Ontario í Canada.
Toyotakoncernin forkláraði
hesa avger og segði, at teir
ikki kundu taka við milli-
óna-tilboðum úr ameri-
kansku
suður-statunum,
men løgdu dent á at ar-
beiðskraftin í Canada hevði
nógv hægri kvalitet.
Nógvir amerikanarar
eru veruliga
analfabetar
Útbúgvingarstøðið í sunn-
aru statunum í USA er so
vánaligt, at arbeiðsfólkið
ofta ikki dugir at lesa ein
vanligan skrivaðan tekst.
Toyota hevur longu fleiri
fabrikkir í USA, eitt nú í
Alabama. Japansku vinnu-
lívsfólkini eru satt at siga
bilsin um tað vánaligu út-
búgving, sum nógvir "van-
ligir" amerikanarar hava.
Har hevur verið neyðugt at
geva arbeiðsfólkinum ar-
beiðspapírini, ikki sum
tekst, men sum tekniseriur,
so at analfabetarnir høvdu
okkurt at miða seg eftir.
Guvernørurin í Alabama
hevði annars fyri tveimum
árum síðani lagt uppskot
fram um ábøtur í skúlanum.
Men tað hevði kostað
skattapengar. Bleiv upp-
skotið viðtikið, høvdu tey
ríkastu sloppið at goldið
eitt sindur meira í skatti. Tí
skipaðu tey fyri herferð
móti
skúlauppskotinum.
Argumentið var, at hægri
skattur fór at kosta ar-
beiðspláss. Uppskotið var
felt. Og teir fingu onga
Toyotafabrikk.
Canada hevur eina sjúka-
tryggingarskipan sum líkist
tí Vestur-europeisku, með-
an tann í USA er skipað
sum privatar tryggingar.
Toyota legði eisini dent á
í grundgevingini fyri at
velja Canada fram um
USA, at Canada hevur eina
nógv betri sjúkratrygg-
ingarskipan enn USA. Í
USA skulu arbeiðsgevarar
umframt
lønina
eisini
gjalda
sjúkratrygging.
Canadiska skipanin er sum
heild nógv bíligari og ef-
fektivari enn tann í USA,
sum hevur stórar umsit-
ingaligar útreiðslur at drag-
ast við. Tann canadiska
kostar minni uppá íbúgvan.
USA missir arbeiðspláss,
færri arbeiðandi hava ein
arbeiðsgevara, sum betalir
sjúkratryggingina, og fleiri
enda á "Medicaid", sum er
ein "olmussu-skipa" hjá
teimum minst mentu og
arbeiðsleysu.
Globalisering, "flatan
skatt" og vælferð?
Tað verður javnan ført
fram, at globaliseringin fer
at taka støðið undan væl-
ferðarsamfelagnum. Høgt
skattastøði og góð sjúkra-
trygging ikki sampakkar
við kappingarføri.
Eisini í Føroyum hava
verið røddir frammi, sum
hava skotið upp, at vit
brúka ein sonevndan "flat-
an skatt" uppá 13%. Hevði
verið funnin fressur hjá
teimum allarríkastu, men
vánaligt fyri fólkið sum
heild og fyri samfelagið.
Spurningurin er um "kittið"
í samfelagnum kann halda
til
sovorið
ósolidariskt
lærubókamøsn.
Bílig arbeiðskraft kann
ikki brúkast í øllum førum.
Tað at arbeiða í einari há-
teknologiskari framleiðslu
krevur ikki bert lesikunn-
leika, men eina høga al-
menna útbúgving. Í USA er
tað eitt privilegium at hava
eina grundleggjandi sjúkra-
trygging. Í Canada er tað
ein borgararættur. Í hesum
føri flytir tann nýggi bil-
ídnaðurin frá USA til
Canada.
Sterkari euro aftur – Ódugnalig arbeiðs-
kraft í USA, og Toyota fór til Canada
"Arbeiðsfólkið í amerikansku suður-
statunum hevur so vánaliga útbúgv-
ing, at neyðugt er hjá Toyota at
brúka tekniseriur í upplæringini av
teim arbeiðandi."
Paul Krugmann, New York Times
”