Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir fyrilestrarnar hjá Peturi Zacharias- sen, hagførðingi, í vetur um valskipan- ina og møguligar broytingar, var nakað av orðaskifti um mál- ið. Síðani hevur einki verið at hoyrt, og nú hevur landsstýris- maðurin boðað frá, at innlendismálaráðið hevur ikki arbeiðs- orku at fyrireika upp- skot til broytingar. Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgtings- maður, landsstýris- maður og løgmaður sigur seg ivast nógv í, um tað er rætt í val- skipanin av avmarka ella avtaka leiklutin, sum valdømini nú hava. Jógvan Sund- stein skrivar Ting- hellukronikkin í dag! TINGHELLUKRONIKK Jógvan Sundstein Tað er nú gott og væl eitt ár síðani eg flutti til Danmark- ar at búgva. Hesa tíðina havi eg roynt at fylgja við gongdini í Føroyum eins og eg sjálvandi fylgi við tí, sum hendir her á flatlond- um. Politiski leikpallurin hevur - ikki óvæntað - mín stóra áhuga. Bæði heima á landi og her niðri og eisini aðrastaðni í heiminum. Júst í hesum døgum fer orða- skifti fram á Løgtingi um løgmannsrøðuna, og tosað verður um stórmál: "Per- spektivplanur 2015", ein- skiljingar, yvirtøkulógir og annað. Hetta ber til at koma aftur til í øðrum saman- hangi. Men tað, sum júst nú fekk meg til at fara í teld- una, var ein heldur skemti- lig framførsla í danska útvarpinum mikudagin, har ein fólkatingsmaður frá Sælandi legði eftir sínum starvsbrøðrum úr Jútlandi fyri teirra royndir at "skava inn undir seg" av motor- vegum og líknandi út- byggingum. Fólkatings- maðurin, Karsten Nonbo úr Vinstra flokkinum, er limur í bæði rættarnevndini og trafikpolitisku nevndini í Fólkatinginum. Hendan seinra nevndin skal ein av døgunum á vitjan í Jútlandi og kunna seg um ferðslu- ligar útbyggingar har. Men Nonbo gav boð um, at hann ikki kom við á hesa ferð, tí hann metti, at tað hevði størri týdning hjá honum at møta á fundum í rættar- nevndini enn at fara at ferðast við ferðslunevndini. Ein grundgeving hjá hon- um var, at hann helt ferðsl- una til og úr donskum fongslum vera størri enn ferðslan á jútsku motor- vegunum. Hann var skemti- ligur í sínum orðavali, og okkurt annað, sum hann segði, var, at ES gav studn- ing til landbúnaðin fyri at leggja dyrkaða jørð niður. Tað helt hann jútlendingar kundu biðja um, og síðani leggja asfalt oman á jørð- ina, so vóru teir vissir í, at hon ikki aftur varð dyrkað. Tað slapst heldur ikki undan, at teir tríggir fyrr- verandi jútsku fólkatings- menninir Helge Mortensen (Soc.), Kaj Ikast (Kons.) og Svend Heiselberg (Vinstra), sum vóru kendir fyri at útvega nógvar út- byggingar til Jútlands og vóru róptir "den jyske trafikmafia", vórðu um- røddir í útvarpssamrøðuni. Samrøðan hevði við sær stóra øsing í Jútlandi. Onk- ur vildi vera við, at nú fór projektið um brúgv millum Danmark og Týskland (Fehmern) í vaskið, tí jútsku fólkatingsmenninir fóru "at hevna" seg við ikki at atkvøða fyri. Sjálvt um Nonbo vardi seg við, at alt varð sagt í skemti, stendur framvegis stórt stríð mill- um partarnar. Og partarnir eru ikki politisku flokk- arnir, men lokalpolitikkarar úr ymisku landspørtunum. Vinstramenn úr Jútlandi geva partamanninum av Sælandi av grovfílini. Tað, sum fekk meg at taka hesa hendingina fram, var, at føroysku løgtings- politikkarar ofta verða settir fram sum lokal- politikkarar burtur av, bæði í Føroyum og eisini av út- lendingum, serliga dønum. Men hendan hendingin vísr týðuliga, at lokalpolitikkur er ikki ókendur aðrastaðni. Og hevur ein fylgt við í donskum politikki, ikki minst upp til seinasta fólka- tingsval, er hetta ikki ein- dømi. Lokalpolitikkurin stendur í fullum blóma, bæði á Fólkatingi og ikki minst í teim nú komandi størri donsku kommunun- um. Í Føroyum hevur verið nógv talað um at gera alt landið til eitt valdømi. Hetta fyri at fáa lokalpoli- tikkin burtur, tí nøkur meina, at hann er skaðiligur fyri samfelagið, serliga bú- skaparliga. Men er hann nú tað? Frammanfyri er nevnt um tað sokallaðu jútsku ferðslumafiuna. Hesir 18 Nr. 149 - 10. august 2005 Sundstein er ímóti at land Um vallógin varð broytt til at samanlagt kunnu veljast 33 tingmenn (sum stýrisskipan- arlógin loyvir) høvdu longu her verið 6 eykavaldir móti núverandi 5. Men harafturat kundi talið av valdømis- valdum í teim báðum fólka- ríkastu valdømunum veri lækkað, sigur Jógvan Sundstein Mynd: Bárður Í Føroyum hevur verið nógv talað um at gera alt landið til eitt valdømi. Hetta fyri at fáa lokalpoli- tikkin burtur, tí nøkur meina, at hann er skaðiligur fyri samfelagið, serliga búskaparliga. Men er hann nú tað? spyr Jógvan Sundstein Savnsmynd