Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

tríggir nú fráfarnu politikk- arar, vóru við í politikki í nógv ár, og tað frammalaga eisini. Tveir av teimum vóru enntá ferðslumála- ráðharrar í síni tíð og høgt virdir menn. Nú verður eisini sagt, at tað er saknur í teimum. Hetta fær meg eisini at hugsa um føroyskan poli- tikk. Hevði hann ikki verið nógv fátækari, um ikki persónar sum Heini í Kun- oy, Jógvan við Keldu og Hergeir Nielsen, fyri bert at taka nøkur dømi, høvdu gjørt so nógv burtur úr sínum valdømum. Fer ein longur aftur í tíðina, kann ein ikki koma uttanum, at tað ikki bara var av tilvild, at fyrstu Suðuroya tunnlar- nir komu, meðan Petur Mohr Dam var løgmaður, og at Borðoya tunnlarnir komu meðan Hákun Djur- huus var løgmaður. Hesir tunnlar høvdu í sjálvum sær alstóran týdning, men fingu eisini stóran týdning sum royndarprojektir fyri kom- andi útbygging. Í heila tikið má helst staðfestast, at um ikki lokalar kreftir arbeiddu fyri sínum økjum, so hevði landið og samfelagið verið nógv fátækari, bæði hvat livilíkindum viðvíkjur og eisini samfelagsbúskapar- liga. Mær kemur eisini til hugs tað sum hendi í 1975. Eg minnist týðuliga sein- asta stóra politiska orða- skifti í tinginum áðrenn valið í 1974. Eg var tá vald- ur í Eysturoyar valdømi og stillaði eisini uppaftur har valið 1974. Undir tí orða- skiftinum segði eg, at um eg varð afturvaldur, vildi eg arbeiða fyri og atkvøða fyri, at eitt nýtt størri og betur skip varð útvegað til Suðuroya siglingina. Aft- aná at nýtt landsstýri var skipað í byrjanini av 1975 kom okkara flokkur við í samgonguna. Eitt tað fyrsta, sum tá varð gjørt, var, at keypa táverandi Mortan Mols, núverandi Smyril, til at røkja fyrst og fremst Suðuroya rutuna. Hetta var eitt veldugt fram- stig, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu viður- skiftini høvdu verið, um hetta tiltakið ikki varð framt tá. Men mótstøðan var ovur- honds stór. Hetta var fyrstu ferð eg sum politikkari var beinleiðis forfylgdur og álopin, bæði verbalt og fys- iskt. Men uppaftur verri var tað hjá tí eina lokalpoltikk- aranum úr sambandsflokk- inum, sum atkvøddi fyri. Hann bleiv frystur úti av flokkinum, og kom ikki aftur fyri seg landspolitiskt. Men tá ið avtornaði og tíðin leið, so vóru øll nøgd , og til síðst vildi eingin rætti- liga kennast við at hava verið ímóti tiltakinum Í hesum føri fekk skipið al- stóran týdning fyri Suður- oynna. Seinri kann nakað tað sama sigast um Vága- tunnillin. Stór mótstøða, men sum øll vóru glað, tá hann kom. Samanumtikið kann bara sigast, at øll øki hava sín lutfallsliga rætt til menningina av samfelag- num. Hetta fær meg at koma til ta niðurstøðu, at tað kann ikki vera rætt at gera alt landið til eitt valdømi. Vandi vil tá vera fyri, at summir lokalpolitikkarar ikki vera valdir, og saknur verður í teimum. Hetta vil hindra eina javna og skila- góða útbygging av øllum landinum. Og vit hava brúk fyri øllum landinum, tað er ikki støri enn so. Tí hevur tað líka stóran týdning, at øll økir vera umboða, sum at matemat- iska javnvágin millum flokkarnar er røtt. Men bæði endamálini kunnu røkkast. Í løtuni eru 27 val- dømisvaldir tingmenn og upp til 5 eykavaldir. Til- samans 32. Størsta val- dømi, Suðurstreymoyar, hevur 8 valdømisvaldar, meðan næststørsta, Eystur- oyar, hevur 5. Hini hava 4 og 2. Um vallógin varð broytt til at samanlagt kunnu velj- ast 33 tingmenn (sum stýrisskipanarlógin loyvir) høvdu longu her verið 6 eykavaldir móti núverandi 5. Men harafturat kundi talið av valdømisvaldum í teim báðum fólkaríkastu valdømunum veri lækkað. Býtið kundi sostatt verið hetta: Hendan skipanin tryggjar øllum valdømum umboðan, eisini teimum við lítlum fólkatali. Hinvegin vilja tey stóru valdømini, sum lut- fallsliga fáa færri valdøm- isvaldar, fáa teir flestu av teim eykavaldu. Samstund- is gevur hetta eitt lutfalls- liga rættari (summi rópa tað rættvísari) býti millum politisku flokkarnar. Hend- an skipanin tryggjar sostatt bæði tað politisk/ideolog- isku umboðanina og gevur lokalu áhugamálunum rættiliga góðar umstøður. Ein lítul fyrimunur við hesi broytingini er eisini, at hon er løtt at gjøgnumføra. Tað eru bert fáar lógarbroy- tingar, sum skulu gerast, so Innlendismálaráðnum nýt- ist ikki at syngja sítt van- liga niðurlag um, at tað ikki hevur orku til ar arbeiða við málinum. Nr. 149 - 10. august 2005 19 dið verður eitt valdømi Norðoya valdømi 4 valdømisvaldir Eysturoya valdømi 4 valdømisvaldir Norðstreymoyar valdømi 2 valdømisvaldir Vága valdømi 2 valdømisvaldir Suðurstreymoyar valdømi 6 valdømisvaldir Sandoyar valdømi 2 valdømisvaldir Suðuroyar valdømi 4 valdømisvaldir Tilsamans 24 valdømisvaldir Harafturat koma 9 eykavaldir Hetta gevur tilsamans 33 tingmenn.