Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

U 17 landsliðið spældi upp ímóti Noregi og endaði frammanfyri bæði íslendsku vertirnar og Finnland í NM kapp- ingini U 17 NM Jóannes Hansen Í hesi vikuni hvíla dreingir- nir, sum í síðstu viku lut- tóku í NM kappingini fyri U 17 landslið seg. Í næstu viku fara flestu teirra í skúla aftur, og í frítíðini fara teir at spæla fótbólt og droyma um, at teir kanska kunnu gerast heiltíðar yrkisspælarar. Í oktober - frá 12. og til 19. - skulu teir luttaka í EM undankapping, sum verður í Portugal. At fótbóltsevnini hjá før- oyskum dreingjum ikki eru verri enn tey eru hjá teim- um aðra staðni, varð stað- fest í síðstu viku, tá ið Før- oyar luttóku í NM kapping- ini í Íslandi. Føroyar megn- aðu 1-1 móti Svøríki og Finnlandi. 7-0 sekkurin móti Onglandi var áminn- ing um, at einki kemur av sær sjálvum, men at tað skal stríðast fyri søkini. Tað gjørdu føroysku dreingir- nir, og sunnudagin taptu teir tepurt 1-0 móti Noregi í uppgerðini um fimta pláss- ið. Írland vann í finaluni 2-0 á Onglandi. Danmark og Svøríki spældu 1-1 í stríð- num um triðja plássið. Danmark vann brotssparks- kappingina 6-5. Í kapping- ini um at sleppa undan aft- asta sessinum vann Ísland 4-2 á Finnlandi. Tættar uppgerðir Fríggjadagin ímóti Finn- landi løgdu gestirnir seg á odda í 23. minutti eftir hornaspark. Føroysku ung- lingarnir fullu ikki í fátt, teir funnu væl saman, høvdu fleiri góð álop, og í 32. minutti javnði Johan Ellingsgaard úr B36. Upp- spælið var í vinstru, og tað var Filip Jacobsen, sum átti innleggið. Í 2. hálvleiki spæli før- oyska liðið væl, men tað eydnaðist ikki at fáa sigurs- málið, sum kendist ikki at vera so langt burtur. Tað var vetrarveður, tá ið Noreg og Føroyar spældu um fimta plássið. Føroyar høvdu 20 metrar um se- kundið ímóti sær í 1. hálv- leiki, og mótið var gott, tá ið tað í 1. hálvleiki eydnað- ist at halda norðmonnunum frá at gera mál undan vindi- num, tá ið málspørkini hjá føroyingunum ikki komu so langt út um brotsteigin. Men tað vóru norðmenn- inir, sum fingu fyrsta og einasta málið í 68. minutti. Føroyska liðið royndi at leggja trýst á undan vindi- num, men norðmenninir megnaðu at halda tætt. Á samkomu sunnukvøld- ið býttu føroysku og eingil- sku spælararnir um leik- búnar. Soleiðis hevur tað verið fleiri tey seinastu ár- ini, og tað kann væl vera, at onkrir av eingilsku ung- lingunum fara at gerast heimsstjørnur, soleiðis sum fleiri fyrrverandi mótstøðu- menn hjá Føroyum - eitt nú Michael Owen - eru vornir tað. Fyrrverandi Liverpool málverjin og málverjin á eingilska landsliðnum, Ray Clemence, er framvegis málmansvenjari hjá Ong- landi, soleiðis sum hann eisini var tað, tá ið kapp- ingin fyri nøkrum árum síðani var í Føroyum. Føroyar-Finnland 1-1 (1-1) 1-1: Johan Ellingsgaard 32. Føroyar: Hans Jørgensen, KÍ - Rógvi Holm, AB, Tor- kil Kollsker, HB, Ari Sam- son, KÍ, Rúnar í Lon Jac- obsen, B36 - Eli Simonsen, KÍ (Álvur Christiansen, KÍ, 78.), Filip Jacobsen, NSÍ, Henning Joensen, liðfor- maður, VB (Heri Nesá, ÍF, 78.), Rógvi Poulsen, AB - Johan Ellingsgaard, B36 - Klæmint Tausen, NSÍ (Vin- cent Jacobsen, ÍF, 69.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóan Pauli Jakobsen, B36, John Hammer, KÍ, Martin Tau- sen, VB, Rasmus Nielsen, B71. Føroyar-Noreg 0-1 (0-0). Føroyar: Hans Jørgensen, KÍ - Rógvi Holm, AB, Tor- kil Kollsker, HB, Ari Sam- son, KÍ, Rúnar í Lon Jacob- sen, B36 (Heri Nesá, ÍF, 46.) - John Hammer, KÍ (Eli Simonsen, KÍ, 63.), Filip Jacobsen, NSÍ, Henn- ing Joensen, liðformaður, VB, Rógvi Poulsen, AB - Johan Ellingsgaard, B36 - Klæmint Tausen, NSÍ (Vin- cent Jacobsen, ÍF, 69.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóan Pauli Jacobsen, B36, Martin Tau- sen, VB, Rasmus Nielsen, B71, Álvur Christiansen, KÍ,. Pætur Clementsen var venjari, Finn Johannesen hjálparvenjari, Andrass K. Thomassen liðleiðari, Fanny Kruse fysioterapeut- ur og Rúni Heinesen ferða- leiðari. Ársaðalfundur Ársaðalfundur fyri 2004 verður hildin hósdagin 18 august kl. 19.00 í FSF-húsinum í Gundadali í Havn. Prátað verður um leyst og fast.... 12. Maður Nr. 149 • mikudagur • 10. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar smæddust ikki burtur Rúni Heinesen, ferðaleiðari, og Ray Clemence, fyrrverandi Liverpool málverjin, sum nú er málmansvenjari hjá Onglandi Føroysku spælararnir høvdu nógv at fegnast um í Reykjavík Nógv fólk í føroyska brotsteiginum, tá ið Finnland leggur seg framum 1-0