Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 149 - 10. august 2005 KÍ ferðalagið var á midnátt í fyrra- kvøldið komið fram til Makedonia, har tær longu seinna- partin í gjár fóru undir størstu avbjóð- ingina í ár EUROPA CUP Jóannes Hansen Tað er fyrst og fremst av- bjóðingin í europeisku kappingini, sum er orsøkin til, at óføru fótbóltskvinn- urnar í Klaksvík dríva á at venja. Nógvar av teimum hava verið við í mong ár, tær hava vunnið nógv FM og steypakappingina fleiri ferðir, og fleiri teirra hava verið við á øllum fýra UEFA Cup ferðunum, sum KÍ kvinnurnar síðani 2001 hava verið. Fyrr í summar taptu tær steypafinaluna 1-0 móti B36. - Hatta var hentasta tapið, sum KÍ kvinnunum hevur verið fyri, helt ein av teim- um, sum stendur liðnum rættuliga væl í síðstu viku. Kanska hevur tað fyrr í ár viðhvørt verið eitt sindur av tómgongd, men soleiðis hevur tað avgjørt ikki verið síðstu nógvu vikurnar. KÍ kvinnurnar hava arbeitt av øllum kreftum fyri at vera væl fyri, nú tær í hesi vik- uni skulu spæla UEFA Cup fótbólt í Makedonia á Balkan. - Málið er at vinna dystir og helst at spæla okkum víðari í kappingini til næsta umfar, søgdu KÍ kvinnur- nar, áðrenn tær fóru úr Klaksvík. Umframt at venja og fyrireika ítróttarliga partin av ferðini, so hava KÍ kvinnurnar eisini arbeitt við at fáa fíggjarliga grund- arlagið til vega. Neyðugt hevur verið at skaffa tvey hundrað túsund krónur. Hvør spælarin hevur útveg- að ein stuðul upp á fimm túsund krónur, og so hava tey, sum standa liðnum nær, syrgt fyri hinum hundrað túsund krónunum. - Tað eru mong, sum fylgja væl við, hvussu tað gongst KÍ kvinnunum. Bæði vanligir klaksvík- ingar og norðoyingar og vinnulívið og bæði í Klaks- vík og aðra staðni. Millum hesi hava vit funnið stuðl- arnar. Summir eru alment nevndir, meðan aðrir hava lagt eina við, at navnið á teimum á ongan hátt skal koma fram, sigur ein av ábyrgdarpersónunum í ferðalagnum, sum nú er í Makedonia. Ferðingin suður á Balkan var ikki bara bara. Ein partur av ferðalagnum, sum telur 30 fólk, fór av landin- um sunnudagin, og hin parturin fór avstað mána- dagin. Nítjan spælarar eru við, og umframt venjarar og hjálparfólk eru fýra áskoðarar saman við KÍ kvinnunum. Tann í ferða- lagnum, sum er best kendur við umstøðurnar á Balkan, er fyrrverandi KÍ spælarin, Alexander Djordjevic, sum nú er venjari hjá KÍ ung- lingunum og 3. deildar- liðnum, og sum er hjálpar- venjari hjá Jón Harald Poulsen í Makedonia. Hann er sjálvur ættaður úr Beo- grad, sum nú er høvuðs- staður í Serbia, sum jú inntil fyri ikki so mongum árum síðani var høvuðs- staður í gamla Jugoslavia. Í tí ríkinum var Makedonia partur. Avbjóðingin Á midnátt mánakvøldið kom ferðalagið upp á pláss í Makedonia, eftir at ein partur av ferðalagnum mánadagin hevði millum- lent í Wien og hin parturin hevði verið í Beograd. Einki annað var at gera mánakvøldið uttan at fara eftir høvdinum í song. Men tó ikki langt undir dýnuna, tí tað er ógvuliga heitt á Balkan. Longu klokkan trý seinnapartin í gjár - tá ið sólin framvegis stóð høgt á luftini - var fyrsta av trim- um avbjóðingum á skránni. Tá skuldi KÍ spæla móti sveisiska meistaraliðnum, Luwin. Í morgin, hósdagin klokkan trý, skulu tær spæla móti moldoviska meistaraliðnum FC Codru Anenii, og leygardagin skulu tær spæla móti make- doniska meistaraliðnum ZFK Shkiponjat. KÍ hevur áður spælt móti FC Codru úr Moldova. Tað var, tá ið KÍ í 2003 spældi í somu kapping í Hollandi. Tann dysturin endaði 5-3 til moldoviska liðið, eftir at KÍ í steðginum hevði verið á odda 3-1. Hini bæði liðini vitstu tey í Klaksvík mill- um lítið og einki um undan fráferðini úr Klaksvík. Tað verður bara vinnarin í bólkaspælinum, sum fer at halda fram í kappingini. Ein partur av ferðalag- num ætlast at vera aftur í Føroyum sunnudagin, og hini eiga ferðaseðil at koma til Føroya mánadagin. Eftir javnleikin í Stavanger, har Todi Jónsson var á vøllin- um inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki, eru møguleikarnir hjá næstu kappingar- neytunum betraðir NOREG Jóannes Hansen Í Kristiansand kendu teir seg mánadagin at hava vunnið gull. Tað gjørdu teir, tí tað nú var greitt, at venj- arin hjá teimum, Tom Nordlie, hevur skrivað undir nýggjan trý ára sátt- mála við felagið. Í viku- skiftinum frættist annars, at ríkasta felagið í Noregi, Rosenborg, vildi hava Start venjaran, sum var áhugaður í at flyta til Tróndheim. Møguleiki var ikki fyri hesum fyrrenn í november, tá ið kappingin verður liðug. Sunnukvøldið legði Rosenborg venjarin frá sær, og so var neyðugt hjá teimum at finna nýggjan venjara nú beinanvegin. Tað høvdu teir í Trónd- heimi ikki roknað við, og tí var tað móti upprunaligu ætlanum hjá teimum, tá ið teir mánadagin settu annan venjara enn Tom Nordlie. Undan dystinum móti Viking í Stavanger skrivaðu Tom Nordlie og Viking undir nýggjan sáttmála, og í Kristiansand siga tey, at tey hava vunnið stríðið um gullið, sum altso er venj- arin. At venjarin heldur fram í felagnum, hevur týdning fyri Toda Jónsson. Tað er eftir ráðum frá venjaranum, at felagið hevur keypt Toda, og at venjarin heldur fram í felagnum, ger, at vánirnar hjá Toda at sleppa á liðið framvegis verða góðar. Todi er sáttmálabundin at Start inntil á heysti í 2007 - um hann velur at halda fram í felagnum, eftir at kappingin verður liðug í heyst. Mánakvøldið var Todi millum teir fyrstu ellivu, tá ið Start var í Stavanger og spældi móti Viking og Roy Hodgson, sum Todi helt so ógvuliga nógv av, tá ið hesin fyri nøkrum árum síðani var venjari í FCK. Úrslitið var 1-1. Start legði ógvuliga bragdliga fyri, og tá ið fimm minuttir vóru farnir, løgdu teir seg á odda. So gjørdist spælbýtið meiri javnt, og danski Allan Gaarde, sum inntil í summ- ar spældi í AaB, javnaði við fínum langskoti, tá ið knappur hálvur tími var farin. Todi Jónsson var á vøll- inum í 65 minuttir. Í VG fær hann fýra fyri sítt avrik. Start hevði fleiri upplagdar møguleikar enn heimaliðið, meni síðstu løtu hevði heimaliðið tveir góðar møguleikar at skora sigurs- málið, uttan at tað eydn- aðist. Tá ið tað varð farið undir aftur kappingina eftir summarsteðgin, var Start seks stig frammanfyri Vålerenga. Nú eru teir fýra stig frammanfyri, og Våler- enga hevur spælt ein dyst færri enn Start. Men hóast tað er tódnað í toppinum, so eru teir í Kristiansand fullvísir í, at tað fer at eydnast teimum at vinna NM fyri fyrstu ferð í 25 ár. Teir siga, at eingir spælarar eru so væl fyri, sum teir í Start eru tað. Tað logar undir Start Tær hava útvegað 200 túsund