mikudagur 4. oktober 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 190 - 4. oktober 2000
Nr. 190 - 4. oktober 2000
Klaksvík: Nú er greitt,
hvussu skuldin hjá Klaks-
víkar kommunu skal fíggj-
ast.
Klaksvíkar
kommuna
skyldar sum er 125 milliónir
krónur, og av hesum verða
75 milliónir við í loysnini
hjá Landsbankanum, meðan
hinar 50 milliónirnar verða
fíggjaðar av ymsum pen-
ingastovnum.
– Næsta ár skal Klaksvík-
ar kommuna gjalda stívliga
21 milliónir krónur í rentum
og avdráttum, men hendan
upphædd minkar niður í
góðar 18 milliónir næstu
árini, sigur Jógvan við
Keldu, borgarstjóri í Klaks-
vík.
Síðst í 2002 er skuldin hjá
kommuni væntandi komin
niður á eina álíkning.
Betri tilboð
Seinasta hálva árið hevur
Klaksvíkar kommuna ar-
beitt við at umfíggja skuld-
ina hjá sær.
Tá arbeiðið byrjaði vóru
tilboðini frá ymiskum pen-
ingastovnum hjá kommun-
uni cibor plus eitt til hálvt-
annað prosent, meðan eitt
nú
Unibank
bjóðaði
+2,25%.
Kommunan gjørdi rættil-
iga skjótt fíggjarstovnum
greitt, at alt omanfyri +1%
var óáhugavert.
Ein av bankunum, sum
kommunan hevði samband
við var LB Kiel, sum er ein
av størstu bankunum í Eur-
opa. Samráðingarnar við
hendan peningastovnin eru
eitt dømi um, hvussu ar-
beiðið at betra tilboðini
gekk fyri seg.
LB Kiel bjóðaði at fíggja
35 milliónir av skuldini fyri
cibor +0,925 umframt eitt
kvart prosent afturat. Tá
kommunan greiddi ein av
stjórunum í bankanum frá,
at hetta var ov nógv, og
bankin átti at sleppa tí
kvarta prosentinum, segði
stjórin, at tað mátti hann
kanna við tveir aðrar stjórar
í bankanum. Eitt korter
seinni ringdi stjórin aftur og
boðaði, frá at bankin hevði
slept tí kvarta prosentinum.
Valið
Nú býráðið skuldi taka
støðu til, hvussu skuldin hjá
kommununi skuldi fíggjast,
vóru møguleikarnir tvinnir.
Annar var at fara við í
loysnina hjá Landsbankan-
um, Norðoya Sparikassa og
Unibank við størra partin-
um av skudlini, og lata aðrar
Tikið avgerð um hvussu
skuldin skal fíggjast
Næstu tvey árini minkar skuldin hjá Klaksvíkar kommunu
niður í eina álíkning
Klaksvíkar kommuna verður við í loysnini hjá Landsbankanum, Norðoya Sparikassa og
Unibank, nú skuldin hjá kommununi verður umfíggjað
peningastovnar
fíggja
minna partin. Hin loysnin,
sum millum annað borgar-
stjórin talaði fyri, var at
fíggja alla skuldina á privata
marknaðinum.
Endin var, at býráðið
samtykti, at loysnin hjá
Landsbankanum
skuldi
brúkast, og tann loysnin var
300.000 krónur bíligari enn
hin.
– Eg vardi míni sjónar-
mið, men býráðið vildi nak-
að annað, og tá býráðið hev-
ur talað, er bara at gera sum
býráðið vil, sigur Jógvan
við Keldu, borgarstjóri.
– Hendan loysnin sparir
okkum fyri 300.000 krónur,
og tað eru eisini pengar, og
so er tað eisini ein fyrimun-
ur fyri hesa loysnina, at
Norðoya Sparikassi er við í
henni, tí í samstarvinum við
Unibank kann okkara lokali
peningastovnur fáa ekspert-
isu burturúr, sigur hann.
Stúrir
Klaksvíkar kommuna hevur
fingið eina góða avtalu við
Landsbankan. Rentan er
cibor +0,75 prosent, og tað
er til dømis lægri enn Tórs-
havnar kommuna, sum hev-
ur +0,9%.
– Tað, sum eg eg eitt sind-
ur ræddur fyri, er, tá eg
hugsi um tað fastgjaldavtal-
una, sum vit gjørdu við Før-
oya Banka í 1989. Tá inn-
tøkurnar hjá kommununi frá
1991 til 1993 lækkaðu úr
82 niður í 52 milliónir, fingu
vit lítið annað gjørt enn at
gjalda lánsgjøld, og tað
støðuna vil eg ikki koma
aftur í, sigur Jógvan við
Keldu.
LV skal avgera um
arbeiði skulu bjóðast út
EYÐUN KLAKSTEIN
Tjóðveldisflokkurin heldur
tað ikki verða rætt, at tað
skal vera ein meginregla, at
arbeiði at gera vegir og
tunnlar í Føroyum skal
bjóðast út í fríari kapping
millum privatar arbeiðstak-
arar.
– Landsverkfrøðingurin
hevur stóra vitan og nógvar
royndir, og tí skal tað verða
hann, sum í hvørjum ein-
støkum førði skal meta um,
um arbeiði, sum vanliga eru
almenn, skulu bjóðast til
privatar at kappast um, sig-
ur Høgni Hoydal, formaður
í Tjóðveldisflokkinum.
Í leygardagsblaðnum av-
dúkaði Bjarni Djurholm,
sum er landsstýrismaður í
samferðslumálum, at fram-
yvir skal tað verða megin-
Landsverkfrøðingurin skal meta um, um arbeiði at gera vegir og tunnlar skulu
bjóðast út til privatar at kappast um, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveld-
isflokkinum
reglan, at øll nýgerð av veg-
um í Føroyum skal bjóðast
í fríari kapping millum
privatar arbeiðstakarar. Har-
afturat skulu færri verkætl-
anir verða á skránni í senn,
so arbeiðini verða gjørd
skjótari og meira effektivt.
– Vit skulu í framtíðini
ikki spreiða pengarnar út til
eina rúgvu av verkætlanum
kring alt landið, so tað
ganga ár, áðrenn arbeiðini
gerast liðug. Vit skulu hava
færri
verkætlanir,
sum
ganga skjótari fyri seg, tí á
tann hátt fáa vit sum mest
burtur úr pengunum, segði
Bjarni Djurholm millum
annað við Sosialin leygar-
dagin.
Eisini LV
Høgni Hoydal eru ikki
samdur í hesum. Hann held-
ur, at Landsverkfrøðingurin
skal fáa arbeiðini gjørd á
besta og smidligasta hátt,
men at tað ikki altíð loysir
seg at bjóða arbeiði út til
privatar at kappast um.
– Um arbeiðini skulu ger-
ast av privatum, skal tað
verða ein meginregla, at ar-
beiðini skulu bjóðast út,
men
landsbúskaparliga
loysir tað seg verri enn so
altíð at gera arbeiðini liðug
upp á tilboð. Hetta tí at
landskassin hevur ikki ráð
til tað, og tí at íløgurnar
mugu spjaðast kring landið,
so eitt øki í landinum ikki
verður
upphitað,
sigur
Høgni Hoydal.
– Landsverkfrøðingurin
skal eisini framyvir gera
arbeiði, har tað loysir seg
betri – til dømis tunnilsbor-
ingar, viðlíkahald og smærri
verkætlanir. Tað
hevur
Landsverkfrøðingurin verið
noyddur at gera gjøgnum
tíðirnar, millum annað tí, at
eingin annar var førður fyri
tí í Føroyum.
– Tað er neyðugt at hava
ein sterkan tekniskan stovn,
sum kann savna serfrøði og
tryggja, at vitan ikki gleppur
okkum av hondum.
Eingin ideologisk
krossferð
Høgni Hoydal heldur, at
Landsverkfrøðingurin hev-
ur havt stóran týdning fyri
føroyska samfelagið, og at
hann skal eisini framyvir
hava ein týðandi leiklut í
útbyggingini av samferðsl-
uni. Hann skal standa fyri
øllum arbeiðum, tí hann
hevur neyðugu vitanina og
royndirnar, og tað skal hann
framhaldandi hava.
– Tað skal ikki verða ein
ideologisk krossferð hjá
Fólkaflokkinum, at nú skulu
privatir arbeiðstakarar gera
allar vegir og tunnlar í
Føroyum. Slíka meginreglu
vilja vit ikki hava, men vit
vilja vera við til at tryggja,at
almenna uppgávan at at út-
byggja
samfrðslukervið
verður gjørt sum best og
bíligast.
Høgni Hoydal sigur, at
Landsverkfrøðingurin hev-
ur virksemi ymsastaðni í
landinum, og at tað eisini
liggur eitt sosialt fyrilit í
hesum. Tað ætlar Tjóðveld-
isflokkurin ikki at venda
sær frá.
– Smærri vegaarbeiði í
smábygdum hava verið
gjørd soleiðis, at Lands-
verkfrøðingurin setur fólk á
staðnum at gera tey, og tað
kann framvegis vera skila-
gott, heldur Høgni Hoydal.
Ósatt
Tað hevur verið ført fram,
at borgarstjórin í Klaksvík
ætlaði at taka avgerðina um
fíggingina av skuldini uttan
um býráðið, men at býráðs-
limir kravdu býráðsfund.
Hetta avvísir Jógvan við
Keldu upp á tað harðasta.
– Tá arbeiðið leið móti
endanum, kallaði eg til fund
í fíggjarnevndini um málið.
Har varð spurt, um fíggjar-
nevndin bara skuldi taka av-
gerðina, men tað segði eg
nei til. Talan var um týðandi
prinsippmál, og tí skuldi tað
fyri á býráðsfundi, sum eg
sjálvur kallaði inn til, greið-
ir Jógvan við Keldu frá.
–
Tá
blaðstjórin
á
Dimmalætting skrivar, at
tað vóru býráðslimir sum
kravdu fund, er tað bein-
leiðis ósatt, sigur hann av-
gjørdur.
Landsbúskaparliga loysir tað seg verri enn so altíð at
gera arbeiðini liðug upp á tilboð, tí at landskassin hevur
ikki ráð til tað, og tí at íløgurnar mugu spjaðast kring
landið, so eitt øki í landinum ikki verður upphitað, sigur
Høgni Hoydal
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Leynar: Teir standa tigandi
við tráðu í hond og bíða og
bítir á einaferð, so er árið,
ella árini bjargað. Tað skuldi
alt verið liðugt nú 1. okt-
JUSTINUS LEIVSSON
EISEDGAARD
Tórshavn: Næmingar í 2 P,
sum lesa til pegagok á Før-
oya Lærara skúla, hava
seinastu tíðina roynt seg í
drama. Ein danskur leik-
stjóri, Dan Olsen hevur
leikstjórnað og tey hava
roynt seg innan Comedia
Delemondo, ið er merkt av
fleiri rørslum, kroppsíðkan-
um í staðin fyri orð.
Tey hava sýnt ævintýrið
hjá H.C. Andersen »Den
grimme ælling« fram á
Verkstaðnum Vón og á
Sýna fram ævintýr á
palli
Pedagoknæming-
ar hava ferðast
kring høvuðs-
staðin við
ævintýrleiki
Fer
hósdagin
Í gjár skrivaðu vit, at
Norrøna fer úr Hanst-
holm leygardagin, og
fer avstað aftur úr
Føroyum mánadagin.
Tað er ikki rætt, tí
hon fer ikki aftur fyrr-
enn hóskvøldið. Ferða-
ætlanin er nevniliga
løgd soleiðis, at líka
vikur fer hon at sigla
tvær ferðir og ólíka
vikur fer hon at sigla
einaferð.
Laksatíðin longd
ober, men turkurin í summ-
ar og tað at Føroya Síla-
veiðufelag hevur brúk fyri
nøkrum eyka oyrum til ar-
beiðið at seta smolt út, hev-
ur elvt til at dreymurin er
longdur við heilum fjúrtan
døgum.
– Vit hava avgjørt at
leingja tíðina, har loyvt er
at veiða laks í Leynum og
við Leynavatn fram til 14
oktober. Turkurin í summar
elvdi til, at ringt var hjá
laksinum at koma niðan.
Eisini hevur okkara arbeiði,
at seta smolt út, ment stovn-
in munandi, so væl er til av
laksi í ár, sigur Jóhan Svens-
son, Føroya sílaveiðufelag.
Fiskikort fáast á bensin-
støðini í Kollafjarðardali.
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Nógv vatn er runnið síðan
fyrsta føroyska bókin varð
prentað og júst farna øldin
var rættuliga gulløldin, hvat
føroyskum bókum viðvíkur.
Bók nummar
4000 nærkast
Meðan okkara grannalond
eiga hundraðtúsund tals
bókaútgávur fleiri hundrað
ár aftur í tíðina, so eru Før-
oyar ungar innan bókaút-
gávu. Bók nummar 4000
prentað á føroyskum máli
kemur út í november.
Seinasta fríggjadag skip-
aði Rithøvundafelag Føroya
og Føroys Landsbókasavn
fyri bókatingið á Lands-
bókasavninum. Viðgjørt
var hvussu støðan er hjá
bókini um túsundáraskiftið,
og hvørji útlitini eru hjá
okkum og aðrastaðni, nú
nýggja tøknin stendur til at
skapa heilt aðrar fyritreytir
enn tær sum hava verið, síð-
an
Gutenberg
prentaði
fyrstu bókina í 1445.
Fleiri fyrilestrar vóru
hildnir á bókatinginum og
vit fara at gera meira burtur
úr teimum, verða stundir til
tess seinni. Teir, sum hildu
fyrilestrarnar vóru Tórbjørn
Jacobsen, landstýrismaður,
sum tosaði um bókina og
føroyska samleikan. Gunn-
ar Hoydal, rithøvundur tos-
aði um at skriva føroyskar
bókmentir. Martin Næs,
landsbókavørur um bókatøl
og bókasøvn. Marianna
Debes Dahl um týðingar og
týðarar. Ivan Niclasen um
fjølmiðlar og bókmentir.
Niels Chr. Nolsøe um tekst
og tøkni og Kári Árting um
marknaðarføring
EYÐUN KLAKSTEIN
Stórur partur av útgerðini
hjá Útvarpinum og Sjón-
varpinum eru í so ringum
standi, at hon er um at
ganga fyri. Tí skulu ÚF
og SvF hava pengar til
keypa nýggja útgerð fyri.
Í uppskotinum til fíggj-
arlóg fyri 2001 skjýtur
landsstýrið upp, at fýra
milliónir krónur verða av-
settar til at keypa nýggja
útgerð fyri. Útvarpið skal
hava eina millión og Sjón-
varpið tríggjar. Ætlanin er
at hendan játtan skal halda
fram næstu árini.
– Sum nú er, nýta ÚF
og SvF analoga tekniska
útgerð. Henda analoga
tøknin er dýr at viðlíka-
halda, og tað gerst alsamt
truplari at fáa hendur á
eykalutum, verður sagt í
viðmerkingunum til fíggj-
arlógaruppskotið
Víst verður á, at um all-
an heim leggja sjónvarps-
og útvarpstøðir um til
nýggjar digitalar fram-
leiðslu- og sendihættir, og
Fýra milliónir til
at skifta tøkni
Útvarpið og Sjónvarpið fáa nú peng-
ar til at skifta gomlu útgerðina út
við nýggja digitala tøkni
stórar íløgur verða gjørdar
í útbúnað, sum byggir á
teldutøkni.
Neyðugt við nógvum
pengum
Landsstýrið heldur, at
nýggja digitala tøknin fer
at lætta um á nógvum økj-
um.
Landsstýrið
hugsar
millum annað um sam-
bandið millum meginøkið
og útjaðaran, og møgu-
leikarnar fyri tættari sam-
starvi millum stovnarnar,
eitt nú millum Sjónvarp
Føroya og skúlaverkið,
felagsskapir og einstakl-
ingar.
Nýggja tøknin skapar
sum heild eisini nýggjar
møguleikar hjá stovnun-
um, verður sagt í við-
merkingunum til fíggjar-
lógaruppskotið.
SvF og ÚF hava gjørt
heildarætlanir fyri sjálvt
umskiftið til digitalu
tøknina. Neyðugt verður
at fremja munandi íløgur
á hesum øki tey næstu
árini.
Meira pengar
til orðabøkur
Komandi ár skal ein milli-
ón meira brúkast av al-
mennum pengum til at
gera orðabøkur.
Í fjør var játtanin
400.000 krónur, men sam-
bært fíggjarlógaruppskot-
inum skal hon næsta ár
verða 1,4 milliónir.
Í viðmerkingunum til
uppskotið verður sagt, at
hækkingin verður gjørd
sambært løgtingssamtykt
Byggja
nýggj
skúlahøli
til økt virksemi á økinum.
Fleiri nýggjar orðabøkur
eru í gerð, og tørvurin á
fígging til hetta virksemi
er sera stórur.
Játtanin fer til at stuðla
orðabókagerð, so at før-
oyingar
skulu
hava
orðabøkur tøkar úr og í
fremmant mál. Arbeitt
verður við at samskipa
verandi
orðabókavirk-
semi.
ek
»Virkni«. Eisini verður ein
almenn sýning á Lærara-
skúlanum. Umframt »Den
Grimme ælling« er eisini
føroyska ævintýrið »Teir
sjey svanarnir« á skránni.
Studentaskúlin í Suður-
oy hevur sera átrokandi
tørv á nýggjum og betri
undirvísingarhølum.
Tí skjýtur landsstýrið
upp, at skúlin fær eina
løgujáttan
upp
á
800.000 krónur á fíggj-
arlógini
næsta
ár.
Landsstýrið ætlar at
seta fýra milliónir aft-
urat av í 2002 til sama
endamál.
Játtanin er ætlað til
projektering og bygg-
ing.
ek
Pedagoknæmingar sýna »Den grimme ælling« fram á Verkstaðnum Vón
Mynd: Jens Kr. Vang