hósdagur 11. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 • hósdagur • 11. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Í B36 hava tey lagt
stóran dent á fyrireik-
ingarnar til dystin.
Umstøðurnar til
hesar eru eisini í
toppi í Vildbjerg, har
hópurin heldur til, og
venjarin tykist ikki
vera í iva um, hvussu
hansara lið skal fara
inn til dystin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Í fjør vóru atfinningarsomu
røddirnar nógvar í tali, tá
B36 valdi at avgreiða úti-
dystin móti lettiska Metal-
urgs eftir einum degi.
Ta ferðina varð úrslitið
ein sekkur av teimum stóru,
og tað kann ikki útilokast,
at ein slíkur aftur kann
koma móti sterka FC Midt-
jylland. Men fyrireikingun-
um bilar so einki hesaferð.
Longu mánakvøldið fór
B36-hópurin við flogfari til
Billund, og eftir góðan tíma
í bussi, varð steðgað í Vild-
bjerg, sum einans er eitt
stórt korter frá SAS-aren-
uni, har spælast skal hós-
kvøldið.
Í Vildbjerg verður búð og
vant á stóra frítíðardeplin-
um, sum er í býnum, og
valla kann sigast annað
enn, at umstøðurnar til fót-
bólt eru í toppi. 25 væl
trimmaðir venjingarvallir
liggja kring depilin, og
umstøðurnar at eta, fáa
massasju og annars bara at
hvíla seg eru júst soleiðis,
sum tær skulu verða.
Týdning at ferðast
tíðliga
Tað kann tó viðhvørt gerast
heldur langligt, soleiðis
bara at venja og hvíla, og
millum annað tí varð týs-
kvøldið eisini nýtt til eina
bowling-ferð til Herning.
Her fingu vit orðið á
Sigríður Clementsen, venj-
ara hjá B36, og hann tóktist
eisini vera sannførdur um,
at góðar fyrireikingar og
umstøður til hesar eru ein
týðandi partur av tí spælin-
um, sum eitur altjóða fót-
bóltur.
– Vit gjørdu tað í øllum
førum gott í Íslandi, og tí
valdu vit at fara fram eftir
sama leisti hesaferð. Ikki
minst á tann hátt, at farið
varð avstað í góðari tíð,
soleiðis at tú fært vant og
spælt á grasi. Og umstøður-
nar hjá okkum í Vildbjerg
eru heilt í topp. Tað er
veruliga nakað, sum vit eru
fegnir um.
Og góðu fyrireikingarnar
vóru kanska eisini partur av
góða avrikinum í Íslandi?
– Tað halda vit í øllum
førum at tær vóru. Hesa-
ferð er so talan um eitt heilt
annað lið, so tað skal verða
talan um meira enn bara
fyrireikingar, um vit skulu
røkka einum góðum úrsliti
móti FC Midtjylland.
Neyðugt við
broytingum
Sum venjari hevur Sig-
fríður sjálvandi eisini havt
eitt eyka vakið eyga við
FCM hesa seinastu vikuna.
Men hóast hetta hevur fevnt
um meira enn bara vikuligu
útgávuna av Onside, so
tykist hann ikki vilja siga
so øgiliga nógv um mót-
støðuna.
– Sjálvandi hava vit hugt
væl og virðiliga eftir teim-
um, men tað nýtist jú ikki
at siga so nógv. Vit ikki,
hvussu liðið hjá teimum fer
at síggja út hósdagin, og
móti einum føroyskum liði
spæla teir helst ikki á sama
hátt, sum teir gera í heim-
ligu kappingini. Tað kann í
øllum førum roknast við, at
teir verða ein tonn meira
framrættaðir.
So hjá tykkum ræður
kanska fyrst og fremst um
at skipa verjupartin nóg
væl?
– Ja. Vit skulu standa rætt
defensivt. Tað er ikki so
øgiliga nógv meira at siga
um tað.
Og tú verður so noyddur
at fremja nakrar broytingar
í mun til dystirnar móti
ÍBV, nú tveir spælarar -
Fróði
Benjaminsen
og
Bergur Midjord - eru leik-
bannaðir.
– Ja. Har eru so tveir,
sum eg ikki fái brúkt, og so
má eg koyra tveir mans inn
ístaðin.
So sjálvt uppleggið verð-
ur kanska ikki so nógv øðr-
vísi fyri tað.
– Nei. Tað verður nokk
ein 4-2-3-1, ella hvussu tað
eitur. Tað vil siga, at vit
koma at hava ein mann á
toppinum, og so tveir verju-
kendar miðvallarar. Tað vil
siga, at á talvuni verður út-
gangsstøðið tað sama, sum
tað var móti ÍBV.
Venjarin vil ikki seta
nøkur nøvn á, men ein upp-
lagdur møguleiki er í øllum
førum, at Klæmint Matras
fer at røkja miðverjusessin
saman við Pól Thorsteins-
son, eins og teir gjørdu tað
móti HB. So er spurningur-
in, hvørt ein nýggjur maður
kemur inn á miðvøllin
saman við Mikkjal Thoma-
sen og Inga Højsted. Ella
um Allan Mørkøre verður
tikin aftur á hetta plássið,
meðan Óbi fer at stríðast á
einsamalla álopssessinum.
Vilja hava nakað
burturúr
Tá tosið snarar seg inn á
sjálvt úrslitið og vónirnar
til hetta, vil B36-venjarin
ikki leggja nøkur tøl á
borðið. Men hann er av-
gjørdur í, at tað er umráð-
andi hjá liðnum, at lær-
dómur og upplivingar koma
burturúr.
– Eitt gott úrslit er, at vit
fáa nakað fótbóltsligt burt-
urúr. Eg vil ikki hava, at vit
bara skulu standa afturi í
verjuni og gúppa bóltin
niðan, men vil hava okkum
at royna at spæla okkum
niðaneftir. Tað ræður um at
njóta upplivingina, og at
fáa nakað fótbóltsliga burt-
urúr.
So tað verður ikki eitt
B36 lið, sum fer at standa
við 10 monnum í brotsteig-
inum, sum áskoðarnir fáa at
síggja hóskvøldið.
- Tað læra vit einki av, og
so hava vit einki fingið
burturúr, staðfestir venjarin
at enda.
Setningurin er ikki
ókendur fyri altjóða
føroyska luttøku. Tað
ræður um at standa
rætt, og halda mót-
støðuni frá møguleik-
um. Og so annars at
taka av, um møguleiki
býðst, heldur Mikkjal
Thomasen hjá B36.
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av teimum meira
royndu spælarunum hjá
B36, sum hóskvøldið skal
royna seg í næsta umfarin-
um í UEFA-Cup kappingini
er
Mikkjal
Thomasen.
Bæði í HB og B36 hevur
hann fyrr verið partur av
altjóða dystum, umframt at
hann eisini eitt stutt skifti
var í landsliðshitanum hjá
Allani Simonsen.
Hann var eisini sjálv-
skrivaður partur av liðnum,
sum ólavsøkuaftan vann
søguliga sigurin á ÍBV, men
hóast hetta førdi B36 eitt
fet víðari í kappingini, so
tykist Mikkjal ikki vera
somikið nøgdur, at hann vil
seta punktum við hesum.
–
Vit
eru
sjálvandi
øgiliga væl nøgdir um at
hava spælt okkum víðari,
men
síggja
eisini
ein
møguleika at koma enn eitt
fet víðari.
– Vit vita, at FC Midt-
jylland hevur eitt betri lið
enn, og spæla teir upp til
sítt besta, so er okkara
møguleiki ógvuliga lítil.
Men hinvegin, so eru vit til
reiðar at taka av, um teir
ikki eru nóg fokuseraðir.
Nú er FCM eitt lið, sum
hoyrir til betra endan av
superliguni, og í løtuni eru
teir á einum fjórða plássi.
Hvussu nógv kenna tit til
teir?
– Fleiri av okkum fylgja
væl við í superliguni, so vit
vita, at talan er um eitt
rættiliga komplett lið. Teir
duga væl at gera sær dælt
av møguleikunum, og á
heimavølli eru teir sera
sterkir. So vit kenna nakað
til teir. Men hinvegin er
trupult at ímynda sær teirra
styrki í mun til okkum. Tað
er nakað, sum tú ikki merk-
ir, fyrr enn tú stendur á
vøllinum.
Svár leikbann
Sum um uppgávan hjá B36
ikki er nóg stór, so er liðið
eisini skert, nú tríggir
spælarar eru burtur frá.
Herbert í Lon Jacobsen er
skaddur, og hann er als ikki
við í ferðalagnum til Dan-
markar. Tað eru Fróði
Benjaminsen og Bergur
Midjord hinvegin, men
hvørgin teirra fær tikið lut í
fyrra dystinum, tí teir báðir
longu hava fingið tvey gul
kort í kappingini.
Og spurdur um hetta
sigur hart arbeiðandi mið-
vallarin, at hetta heilt víst er
ein vansi fyri liðið.
– Tað merkir øgiliga
nógv, og eftir mínum tykki,
so ger tað liðið hjá okkum
munandi veikari, enn tað
annars vildi verið.
Og tað at menn sum
Herbert og Fróði eru burtur.
Ger tað uppgávuna á mið-
vøllinum enn truplari, tá
hetta helst merkir, at Klæ-
mint Matras verður partur
av verjuni?
– Eg vil siga, at tað sum
heild á øllum liðnum, so
hevur Fróði nakrir sera
týdningarmiklar eginleikar.
Hann megnar at halda trýst-
inum burtur við at koyra
bóltin runt. Og hann vinnur
eina rúgvu av nærdystum.
Ikki minst í luftini, og tað
ger, at vit koma at brúka so
nógva orku upp á aðru-
bóltarnar.
– Og Bergur verður heilt
víst eisini ein missur. Ikki
minst í hesum høpinum, tí
júst teir báðir dystirnir móti
ÍBV vóru kanska teir, har
hann stóð seg best, heldur
Mikkjal.
Teir fáa tað ikki lætt
Men skerdir ella ikki, so
skulu B36'arnir í eldin
hóskvøldið. Og her verður
uppgávan fyrst og fremst at
dyrgja eftir einum so góð-
um útgangsstøði til seinna
dystin, sum tað nú einaferð
ber til.
– Vit fara inn í vónini um,
at teir kanska undirmeta
okkum eitt sindur. Og at
teir so verða bilsnir av,
hvussu væl skipaðir vit eru.
Standa vit væl og rætt á
vøllinum, soleiðis sum eg
rokni við, so verður tað ikki
lætt hjá teimum at skora.
Tað eri eg rættiliga sann-
førdur um. Tað skal í øllum
undra meg, um vit koma út
fyri einum sovorðnum tapi,
sum vit fingu móti AB á
sinni. Ta ferðina var talan
eftir mínum tykki slettis
ikki um eitt so gott B36-lið
sum tað, ið vit nú hava,
sigur Mikkjal Thomassen
at enda.
Vit skulu út
at spæla fótbólt
UEFA-Cup smakkar av meira
Hóast tveir spælarar hava leikbann, so tykist hetta ikki vera
nakað, sum broytir stórvegis upp á uppleggið hjá B36 til
dystin. Á myndin venjarin hjá B36, Sigfríður Clementsen